Netvarp

R7 - Savn

Greinar

  • Poul Jóhan Djurhuus hugleiðir um sína fyrstu uttanlandsferð - Leygardagin 22. juni helt eg mín 74 ára føðingardag. Hesin dagurin fyri 60 árum síðani, 22. juni 1964, var ein serligur dagur fyri meg - eg bleiv 14 ára gamal, og sama dag fór eg við mammu míni til Íslands. Vit fóru við ferðamannaskipinum hjá DFDS Dronning Alexandrine.
  • 130 ár síðani Victor Danielsen var borin í heim - 28. mars vóru 130 ár liðin síðani Victor Danielsen var borin í heim. Hann andaðist á kyndilsmessu, 2. februar 1961. Á 100 ára degnum gjørdi sjónvarpið eina sending um Victor. Hon sæst her: https://youtu.be/WGxV_Lf64wI?si=V7tQmNbD-QuRD04z Jóannes Hansen skrivaði eina grein í Sosialin 15. apríl í 1992 um Victor og nýggja salin í Fuglafirði, Siloa. https://epaper.infomedia.dk/wxa/19920415?s=1&p=20 Standmyndin…
  • John í Skemmuni sjeyti ár - John í Skemmuni er føddur tann 29. mars 1954 í Porkeri, har hann vaks upp. Foreldrini vóru Daniel Poulsen og Sigrid, fødd Thomsen, bæði úr Porkeri. John er giftur við Rutt, fødd Norðberg, úr Vági, og búgva tey í Porkeri. Børn teirra eru Sigrid, Pætur, Ása og Eva, og barnabørnini eru í dag 9 í…
  • Bíblian á føroyskum í sjeytifimm ár - Dagurin í dag, tann 19. mars, er ein av størstu merkisdøgum í Føroya søgu, tí henda dag fyri 75 árum síðan, í 1949, lá fyri fyrstu ferð øll Bíblian á føroyskum máli á borðinum.
  • 20 ráð heiløgum til handa - Her eru 20 ráð, sum William Gibson Sloan í síni tíð hevur lagt trúgvandi monnum og kvinnum, ið savnast saman um Jesu navn. Hesi ráð eru eins holl í dag sum á hansara døgum, og leiðbeiningarnar neyðugar sama sum tá. Legg teg eftir - um tað á nakran hátt er gjørligt - at koma á…
  • Øll skriftin peikar á Kristus - Tá eg var smádrongur og vaks til mans, var tað vanligt at hoyra talur og bønir í samkomuni, sum tóku støði í sannleikum og skipanum í Gamla Testamenti. Hesi eru sigandi myndir og skuggar av frelsuætlan Guds, sum peika fram ímóti Kristusi. Kunnleikin til og gleðin í hesum sannleikum styrkti forfedrar okkara í trúnni á…
  • Hans Christian Danielsen - - feigdardagur fyri 60 árum síðani Poul Jóhan Djurhuus skrivar: Tað eru í dag, 22. desember, 60 ár liðin síðani sorgarleikin, tá 28 ára gamli fuglfirðingurin, Hans Christian Danielsen (Hans Christian hjá Victor) sló út av trolaranum VÁGBINGI og sást aldri aftur. Sorgartíðindini fóru sum skógareldur millum fólki í Brøðrasamkomuni, har Hans Christian hevði sína…
  • Nýggja Sangbók Guds Fólks – Nýggj heimasíða og app - Nýggja Sangbók Guds Fólks, ið varð givin út í 2015, er nú tøk sum heimasíða og sum app til snildfon og teldil. Í bókini eru 1504 sangir, allir á føroyskum og býttir upp í 21 deildir. Nýggja heimasíðan og appin hava allar sangtekstirnar í bókini og eisini ber til at leita uppá nummar ella tekst…
  • Kristnastova í 50 ár - Jóannes Hansen skrivar: Í kvøld, fríggjakvøldið 22. september 2023, verður samkoma í Kristnastova á Birmavej 36 á Amager. Soleiðis er tað hvørt fríggjakvøld, men í kvøld er talan um serliga samkomu skilt á tann hátt, at í kvøld fer tað at verða markerað, at nú eru 50 ár – ein hálv øld – liðin síðani…
  • Er nú ljósið, sum í tær er, myrkur – hvussu stórt verður tá ikki myrkrið! - Orð Guds lærir, at “loynimál lógloysisins virkar longu”1, men at tað er ein, sum heldur tí ónda aftur at taka heilt yvir her á jørðini. Hesin er Heilagi Andin, sum býr í sendiboðum Kristusar2 á jørð, sum eru send út at verða salt og ljós, sum fyribyrgja roti og myrkri syndarinnar! Seinastu árini hava vit…
  • Hevur tú nakað betri at gera, enn at tæna Harranum? - Arni Zachriassen spyr í greini síni á heimasíðu sínari: "Hevur tú nakað betri at gera, enn at tæna Harranum?" https://arnizachariassen.medium.com/hevur-tú-nakað-betri-at-gera-enn-at-tæna-harranum-946f6b8dea38 Fyrr í ár kærdi Carsten Fonsdal sína neyð í Trúboðanum: Hóast Heimamissiónin í tvey ár hevur lýst við leysum størvum, hevði eingin søkt. Í hvørt fall var eingin settur, tá ið greinin varð skrivað. Hann heldur…
  • “Tro på Jesus” – Símun Absalonsen hugleiðir um William Gibson Sloan - Í Credo hjá Armgarð Arge í Kringvarpinum 21. mei 2017. Útvarpssending um trúboðaran, William Gibson Sloan, ið kom til Føroya í 1865 á trúboðaraferð. 28. mai 1865 situr ein ungur skoti í Lerwick í Hetlandi og skrivar í dagbók sína. Hann er 27 ár, hevur havt eina persónliga umvending í heimlandi sínum og er í…
  • Fanny Crosby – Símun Absalonsen hugleiðir - Tveir sunnumorgnar í sendingini Credo hjá Armgarð Arge í Kringvarpinum, hevur Símun Absalonsen hugleitt Um Fanny Crosby. Símun Absalonsen sigur frá Fanny Crosby, sum var borin í heim 24. mars 1820 og doyði 12. februar 1915.Hon var blind, men megnaði hóast tað at yrkja eina rúgvu av sálmum og sangum, sum enn í dag verða…
  • Osvald Kjærbo 100 ár - 100 ár síðani Osvald varð føddur Jóannes Hansen skrivar: Í mong ár var Osvald Kjærbo kristniboðari bæði í heimasamkomuni í Ebenezer og eisini kring allar oyggjarnar og uttanlands. Týsdagin 21. mars vóru tað 100 ár síðani Osvald Kjærbo var føddur. Hann var 89 ára gamal, tá ið hann 29. mai í 2012 flutti úr likaminum.…
  • Ein sangbróðir fyllir áttati - Í 1959 kom ein myrkhærdur unglingi av Sandi til Havnar. Hann fór at arbeiða hjá Peturi í Gong, har hann lærdi til húsasmið. Hann varð andaliga vaktur og fór at ganga á møti í Ebenezer. Hann tók eina andaliga støðu og fór at savnast við øðrum ungum í samkomuni. Hann var sera musikalskur og spældi…
  • Hjúnabandið – partur av Guds fyriskipanum - Harrin Gud Jehova hevur á Sín undurfulla og fullkomna hátt latið hvørt einasta hjúnaband á jørð millum ein mann og eina kvinnu avmynda og umboða tríggjar av teimum mest týðandi og sentralu fyriskipanunum, sum Hann í Sínum alvísa ráði hevur lagt til rættis fyri mannaættina, samkomu og brúður Sína. Tað er ikki altíð so í…
  • Boð Guds til samkomu Sína - HARRIN segði: “Farið út í heimin við evangeliinum” - ikki morali og etikki Tað einasta, ið kann bjarga falnu mannaættini undan fortaping, er at samkoman aktar boð HARRANS og fer út at boða evangeliið um hin krossfesta og upprisna KRISTUS JESUS. Hinvegin er tað ímóti Guds boðum og ein álvarsom glíðing, tá ið samkoman niðurraðfestir…
  • Ikki reisa tær nakran minnisstein tí slíkt hatar HARRRIN Gud tín - Í 5. Mós. 16:22 fær Guds jørðiska fólk hesi beinleiðis boð, og frá permu til permu talar Orð Guds greitt ímóti sjálvdýrkan, sum enntá var upprunin til syndafallið. Nei, "Harran Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna." (Matt. 4:10) Vit liva í dag í einari tíð, sum er merkt og eyðkend…
  • Hin gloymda tænastan? At geva til Harrans verk - Nakrar bíbilskar meginreglur um at geva: Hóast Orð Guds greitt lærir, at “ein og hvør” trúgvandi “hvønn fyrsta dag í vikuni” (tvs. regluliga) “í loyndum” “skal leggja nakað burturav” til Harrans verk, so er vandi fyri, at henda læra og lív fer at vikna í samkomuni, so hvørt sum tey eldru fella frá – um…
  • Er ring samvitska av tí ringa? - Sum smádrongur varð eg lærdur, bæði heima og í sunnudagsskúlanum í Betesda, hvussu nógv tað er vert at varðveita eina vakta og virkna samvitsku ígjøgnum lívið, tí uttan hana verður tú líkasælur um synd í dagliga lívinum. Eg minnist enn, hvussu hugtikin eg var, tá ið eg sum smádrongur varð lærdur, at samvitskan er at…
  • Minningarorð um Dánjal Poulsen - Jógvan Hammer skrivar: Staddur uttanlands týsmorgunin 26. apríl 2022 komu boðini um, at vinur, skyldmaður og samverkamaður okkara í EvR í so mong ár, Dánjal, var heimkallaður til Harran hesa náttina. Hóast tað ikki kom heilt óvæntað, so kann ein ikki annað enn gerast hugtungur og hugsunarsamur, tá skilnaðurin soleiðis gerst veruleiki. Tað, sum eina…
  • Minningarorð um Levi Joensen - Osmundur Justinussen skrivar: Tað gráðaði undan Borðoyarnesi av útsynningi-vestri hendan dagin, nú Levi Joensen bleiv lagdur til hvíldar úti í í Grøv við Borðoyarvík . Í 1965 kom eg at sigla saman við Levi við nótabátinum Kletti. Hann var skipari og eigari av skipinum. Klettur var ein línubátur, sum Levi keypti, og bleiv hann umbygdur til at…
  • Daniel J. Danielsen (Dollin) - 25. juni 2021 vóru 150 ár liðin síðan føroyski Kongotrúboðarin Daniel J. Danielsen (1766-1916), vanliga róptur Dollin, varð borin í heim. Hann doyði í árinum 1916 bert 45 ára gamal, og liggur grivin í gamla kirkjugarði á Svínaryggi í Havn. Dollin er í familju við tey kendu tónleikafólkini í Havn, sum vanliga verða rópt “Tey…
  • Krossurin – ein frelsa uttan halgisiðir! - Er tað nøkur hending, sum so dyggiliga vísir okkum, at frelsa okkara ikki er treytað av góðum verkum og heldur ikki av halgisiðum, so sum dópi, so er tað frelsa hins krossfesta ránsmans við lið Jesusar. Hann hongur har, játtandi syndir sínar, sum hann sigur við hin spottandi ránsmannin: „Óttast heldur ikki tú Gud, tú,…
  • Evangelisturin Luis Palau – Ein rødd er tagnað - Tá eg setti meg við telduna fríggjamorgunin, Grækarismessudag, var tað fyrsta eg frætti, at heimskendi evangelisturin Luis Palau er deyður, ella sum tað eitur á enskum “has passed away!” Hansara heimstaður var í býnum Portland í statinum Origon í USA. Hann er føddur og vaksin upp í Argentina, men flutti sum ungur maður til USA.…
  • AMALIEL KNUDSEN - skipari á flaggskipi føroyinga og legði støðið undir møtini umborð! Kristiliga Tíðindatænastan, Poul Jóhan Djurhuus skrivar:Týsdagin 26. januar komu deyðsboðini av Amaliel Knudsen, skipara, 85 ára gamal. Hann vaks upp í Heiðunum, sum tá var ein heilt annar heimur, samanborin við Runavíkina og Saltangará í dag. Amaliel vaks upp í einum systkinnaflokki upp á seks.…
  • Kirstin í Ullvøruhúsinum - Guttesen systkini, aftast f.v.: Petur, Leivur, Óli Jógvan, Jens, Erling, Brynhild og Gunnar. Fremst f.v.: Maja, Kirstin Gunnhild og Ingrid. Nú um dagarnar kemur ein fløga út við 22 sangum, hon gjøgnum eitt áramál í bestu árum sang inn á band fyri Evangelisku Røddina. Tá ið mamma fylti 85 ár, hevði Jógvan Hammer savnað sangirnar…
  • Sunnudagsskúlin í Ebenezer 140 ár - Alexander Samuelsen skrivar:Hesa ársins tíð er vanligt at kjósa ársins átak, ársins undangongufólk og so framvegis. Tað er ikki ætlanin í hesum føri. Ætlanin er bert at kasta ljós á sunnudagsskúlan í Ebenezer, sum í ár hevur 140 ár á baki. Ilt er at meta um, hvussu mong børn hava gingið í sunnudagsskúla í Ebenezer…
  • FYRSTA BRØÐRASAMKOMAN 140 ÁR - 15 ár uttan ítøkilig úrslit! Leygardagin 31. oktober 2020 eru liðin 140 ár síðan fyrsta dópin innan Brøðrasamkomurnar í Føroyum. Um tað mundið byrjaði regluligt samkomuvirki í Tórshavn, sum skjótt spreiddi seg um alt landið. Skotski trúboðin William Gibson Sloan, sum á fyrsta sinni kom til Føroya í 1865 at prædika evangeliið, virkaði her á…
  • 50 ár síðan Logos varð keypt - Hósdagin vóru 50 ár liðin síðani OM keypti gamla ferðamannaskipið Umanak og gav tí navnið Logos. Árið eftir, í 1971, fór hon fyrstu ferð sína til India. 4. januar 1988 fór Logos úr Ushuaia í Argentina. Hesin býurin liggur so langt suðuri, at hann eisini verður kallaður Heimsins endi. Býurin liggur í smala Beagle-strætinum millum…
  • Bók um lív og vitnisburð Jim Elliots - Øssur Berghamar skrivar: Vit eru enn mong, sum minnast hendingina og søguna um fimm trúboðararnir, sum í 1956 lótu lív, tá ið teir royndu at koma inn til Auca-ættarbólkin í frumskóginum í Ekvador fyri at boða evangeliið um Jesus. Í Føroyum var nakað eftir hendingina greitt frá hesum djørvu, ungu monnum við orðum, myndum og…
  • BÓKAUMMÆLI – Skakandi hending! - Fyri umleið tveimum mánaðum síðani kom út bók, ið nevnist “Skuggi hins Alvalda.” Tað er amerikanska kvinnan, Elisabeth Elliot, sum hevur skrivað bókina. Meta av Fløtum hevur týtt til føroyskt. Høvundurin, Elisabeth Elliot, er einkjan eftir Jim Elliot, ið var ein av teim fimm amerikonsku trúboðarunum, sum – 28 ára gamal – lat lív í…
  • FLOGVANLUKKAN Í MYKINESI – fimti ár - Poul Jóhan Djurhuus skrivar: Leygardagin 26. septembur, eru 50 ár liðin síðani flogvanlukkuna undir Knúki í Mykinesi. Flogfarið var eitt Fokker Friendship flogfar hjá Íslendska flogfelagnum Icelandair. Flogfarið kom úr Reykjavík, men orsaka vánalig floglíkindi gjørdi flogfarið steðg í Bergen, og tí kom flogfarið úr Bergen, tá vanlukkan hendi. Tá manningin er tald við vóru…
  • Samkoma Innan Glyvur/Skála – Loyst var úr lagdi! - Poul Jóhan Djurhuus skrivar: Hetta er fínastova hjá Ommu á Glyvur, (Poulina Djurhuus) har eg var nógv sum smádrongur, serliga í fimtiárunum. Tað var í hesi stovu og við hesum møblunum, at samkoman Innan Glyvur byrjaði fyri 49 árum síðani, á heysti 1971. Skjótt varð stovan ov lítil og tað varð flutt inn til abbabeiggja…
  • Minningarorð um Zacharias Hammer - Jógvan Hammer skrivar: Týsmorgunin, 9. juni 2020, fekk eg sorgarboðini, at vinur og samverkamaður okkara í mong ár, Zacharis, var heimkallaður til Harran. Hesi boðini komu sera óvæntað og dátt við, og fekk hetta tankarnar at leita aftur í byrjanartíðina hjá Evangelisku Røddini (EvR), og tað stóra slóðbrótandi arbeiði, sum Zacharias hevur lagt eftir seg…
  • Óli, Jógvan, Hans og Páll - Arnstein Niclasen skrivar: Óli á Grømma Jacobsen verður 75 ár 6. mars  Fýra unglingarTað vóru fýra ungir, evnaligir dreingir um 17-18 ára aldur, sum fyrst í 1960’unum fóru úr Klaksvík yvir til Íslands at vera við í kristiligum arbeiði, eitt nú á Sjónarhæð á Akureyri og við Ástjørn á Norðurlandinum. Hetta, eftir at hvør teirra…
  • Svínoy – minnisvarði reistur - Stórsligin fagnaðardagur í Svínoy Nógv hundrað fólk vóru hjástødd, tá ið minnisvarðin yvir svínoyingar, sum eru farnir av vanlukku á sjógvi og landi varð avdúkaður Men tað spældi so framúr væl av í Svínoy leygardagin 15. juni 2019, tá ið tað varð skipað fyri stórslignum hátíðarhaldi í sambandi við, at minnisvarðin yvir svínoyingar, sum seinastu…
  • Bíblian á føroyskum í sjeyti ár - Dagurin í dag, tann 19. mars 2019, er ein heilt serligur merkisdagur í Føroya søgu, tí henda dag fyri 70 árum síðan, í 1949, lá fyri fyrstu ferð øll Bíblian á føroyskum máli á borðinum.
  • Zacharias Zachariassen (1935-2017) - Jóanes Hansen skrivar: Í fram ímóti seksti árum var Zacharias trúboðari innan brøðrasamkomurnar í Føroyum, har hann er væl kendur og umtóktur.  Zacharias var fyrsti føroyingurin, sum fór á Moorlands bíbliuskúlan í Onglandi, har fleiri føroyingar seinni leitaðu sær. Hann fór á skúlan í 1958, og eftir at hann hevði verið har í trý ár, flutti hann…
  • Finnleif Durhuus: Kringvarpssendingar - Fyri umleið áttati árum síðani kundi ein á okkara leiðum á fyrsta sinni hoyra andaligan sang og onkuntíð evangelisk møti gjøgnum loftbornan miðil. Hetta var á hini sokallaðu fiskabylgjuni. Sjálvt um hetta var gjørt undir sera primitivum umstøðum og við einfaldari útgerð, vóru tað mong, sum gleddust um at hoyra gleðiboðskapin í sangi og vitnisburði.
  • Jens Guttesen (1916-1996) - Poul Jóhan Djurhuus skrivar: FAGNAÐARLØTA Í EBENEZER- evnaríkur tónasmiðurFyri meira enn 90 árum síðani stóð ein 6 ára gamal smádrongur undir grótgarðinum millum gamla Sparikassan og gamla Ebenezer og eygleiddi børnini, sum fóru í sunnudagsskúlan í Ebenezer. Ein ungur maður kemur út á trappuna og bjóðar dronginum í sunnudagsskúla. Drongurin svarar kurteisliga, at hann mátti…
  • Poul F. : Kvøða til Victor Danielsen - Í 1961, tá ið trúboðarin Victor Danielsen (1894-1961) fór heim til Harran, skrivaði skaldið Poul F. Joensen (1898-1970) hesa kvøðu til Victor: KVØÐA TIL VICTOR DANIELSENS Eg virði teg hátt, tú ein stríðsmaður var,sum gav alt fyri hugsjónir tínar,eg fati teg væl, tó eitt bládýpi var,millum hugmyndir mínar og tínar. Tí um ymiskt var mið, vit vegaðu…
  • Gamli Sloan og Sjóvarbóndin - Símun Absalonsen:Fyrilestur, í Ebenezer tann 4. september 2014 Um ár 1860 fór ein stór evangelisk veking fram í Skotlandi. Slíkar vekingar finnast nogvar av í bretskari trúarsøgu.Bretland hevur sína heilt serligu trúarsøgu frá miðøld og fram til 20. øld. Tað tykist sum at tað er nakað annað og meira enn siðbundin kulturkristindómur sum hevur merkt landið.…
  • Petur W. Háberg – 100 ára minni - Orð á 100-ára minnisdegi Petur Háberg (1914-1984) 31. august 2014. Zacharias Zachariasen skrivar:   Eg stóð sum negldur til gólvið á leigukamari mínum í Dr. Jacobsensgøtu 11 eitt kvøldið seinast í fimmtiárunum, meðan eg lurtaði eftir fyrilestri, ið Petur Háberg hevði í útvarpi Føroya um Gamla Sloan. Eg var júst liðugur at læra, 22 ára gamal…
  • Brynleif Hansen – páskasangur - Tey flestu kenna navnið Brynleif Hansen. Hann var ein íðin evangelistur, sum brendi fyri at leiða menniskju til Jesus. Hann byrjaði leguarbeiðið í Zarepta í Vatnsoyrum, sum hevur verið til signing fyri so mong.
  • Herluf Arnason (1902-1975) - Herluf Arnason varð føddur 2. juni 1902 í Havn. Foreldur hansara vóru Geirlaugur Sveinn Arnesen úr Íslandi og Maria Justinussen úr Havn.   Húsini, har hann varð føddur, eru fyri mongum árum síðani tikin niður. Tey stóðu ímillum Kristnastovu og gamla H.N. Jacobsens bókhandil.    Pápin sigldi fyri tað mesta við donskum skipum og doyði á…
  • Petur W. Háberg: Flaggrøðan 1965 - Flaggdagin 1965 helt Petur W. Háberg flaggrøðuna á Tinghúsvøllinum í Havn: "Tað er kanska onkur, sum tá ið tað spurdist, at eg skuldi halda røðuna her í dag, hevur hugsað sum so: Ná, skulu vit nú hava eina prædiku flaggdagin við? Og til tað er at siga: Hvat um so var!  Flaggið er ikki bert…
  • Victor Danielsen (1894-1961) - Fyrilestur eftir Z. Zachariassen í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 28. september 2008 í sambandi við at minnisvarði Victor Danielsens varð avdúkaður. Æraða samkoma!Eftir áheitan frá mentanarnevndini og standmyndanevndini í Fuglafjarðar býráð, sum eg takki hjartaliga, er tað mær ein heiður á hesum merkisdegi, at halda ein stuttan fyrilestar um merkismannin, mentamannin og trúboðaran, Victor Danielsen, sála,…
  • Andrew W. Sloan (1896-1973) - Mynd: Andrew W. Sloan, teknað hevur Frithjof Joensen Andrew William Sloan var føddur 9. februar 1896 og andaðist 15. september 1973.    Hann var sonur skotska trúboðaran William Gibson Sloan, sum kom til Føroya í 1865 at boða gleðiboðskapin um fríu frelsu Guds, av náði, við trúgv á Jesus Kristus eina. Eins og faðirin, virkaði Andrew sum trúboðari. Í tíðarritunum…
  • Zarepta 40 ár - Eftir Z. Zachariassen Fyrsta barnalega av sínum slag byrjaði í Zarepta í Vatnsoyrum fyri 40 árum síðani. Eldsálin aftanfyri tiltakið var Brynleif Hansen, sáli, úr Fuglafirði, sum longu tvey ár framman undan, saman við øðrum, hevði skipað fyri væleydnaðum barnalegum í ALV-húsinum við Áir. Við tað at hetta húsið ikki fekst til leigu aftur, varð…
  • Zacharias Zachariassen: Missiónssøgan í Føroyum - Søgan hjá eini tjóð hevur alstóran týdning fyri bæði núlivandi og komandi ættarlið. Tað unga ættarliðið - eins og vit øll - mugu læra søgurøtur okkara og tjóðarsøgu at kenna! Onkur hevur sagt: "Tann tjóð, ið ikki kennir sína søgu, er ein fátæk og rótleys tjóð!"
  • William G. Sloan: Dópurin og hin nýggja føðingin - Í einum riti – „Dåben og den nye fødsel” – ið varð givið út í 1882, sigur trúboðarin William Gibson Sloan (1838-1914) m.a. hetta: „Hvussu verður ein føddur av nýggjum?" Tað er við at trúgva evangeliinum (t.v.s. hetta er fyri tey, sum duga á at skyna).
  • Ingálvur av Reyni (1920-2005) - Ingálvur av Reyni varð føddur 18. desember 1920 og varð heimkallaður til Harran, tann 26. november 2005, 84 ára gamal. Afturat yrki sínum sum listamaður var Ingálvur virkin á øðrum økjum. Hann var sunnudagsskúlalærari í Ebenezer í okkurt um tríati ár, har hann segði frá bíbliusøgum, skipaði fyri sanginum og stundum leikti á urgu. Harafturat var…
  • Berøa í Saltangará 40 ár - Miðskeiðis í tríatiárunum vóru tað nakrar fáar familjur í Heiðunum, sum hoyrdu til brøðrasamkomuna og sum ynsktu at savnast um Harrans borð (breyðbróting). Úti á Toftum var brøðrasamkoma, so tey gingu hvønn sunnumorgun út á Toftir fyri at minnast deyða Harrans við breyði og víni.