FLOGVANLUKKAN Í MYKINESI – fimti ár
Poul Jóhan Djurhuus skrivar:
Leygardagin 26. septembur, eru 50 ár liðin síðani flogvanlukkuna undir Knúki í Mykinesi. Flogfarið var eitt Fokker Friendship flogfar hjá Íslendska flogfelagnum Icelandair. Flogfarið kom úr Reykjavík, men orsaka vánalig floglíkindi gjørdi flogfarið steðg í Bergen, og tí kom flogfarið úr Bergen, tá vanlukkan hendi.
Tá manningin er tald við vóru 34 fólk við flogfarinum hendan feigdardagin, og millum teirra var stovnarin av summarlegunum í Zarepta, Brynleif Hansen, sum eisini tók stig til at byggja leguhúsið Zarepta í Vatnsoyrum. Tey vóru 8, sum lótu lív undir flogvanlukkuni, og millum teirra var Brynleif Hansen 33 ára gamal.
Tá barnalegurnar vóru farnar afturum í øllum góðum í Zarepta summarið 1970, fór Brynleif at hugsa um at fara uttanlands at boða evangeliið, sum eisini var hansara ódeilda kall. Fyrr á árinum hevði hann skipað fyri føroyskum stórmøtum í Merkur-Teatrinum í Keypmannahavn, har fleiri 100 føroyingar lýddu á hansara evangeliska boðskap.
Hendan septembur-mánaða í 1970 valdi hann at fara til Íslands at prædika evangeliið. Hann beyð vinmanninum Eyðfinni Poulsen úr Hornabø í Havn at koma við. Eyðfinn og Brynleif kendust væl, millum annað tí, at árið frammanundan var Eyðfinn ein av 15 næmingum á bíbliuskúlanum í Zarepta, har Brynleif var fyristøðumaður.
BRYNLEIF TIL ÍSLANDS
Brynleif og Eyðfinn fóru úr Vágunum týsdagin 08. septembur til Reykjavíkar. Jógvan Purkhús, sum tá hevði virkað sum trúboði í Íslandi í 6 ár, var saman við teimum allar dagarnar. Teir høvdu møtir bæði í Reykjavík og á Akureyri, og býttu kristnan lesna út í húsini. Teir vóru enntá í Keflavík við traktatum fríggjadagin 25. septembur, sum var dagurin fyri vanlukkudagin. Jógvan Skýlindal, sum tá var smádrongur og búði í Reykjavík, sigur, at hann minnist væl hendan fríggjadagin, tá Brynleif sigur: “Kom til Keflavíkar við traktatum, meðan vit bíða eftir floglíkindum!”
HELGA GERÐALÍÐ
Ein, sum minnist møtini væl, sum Brynleif hevði á Akureyri, er Helga Gerðalíð í Klaksvík. Helga er gift Klaksvíkinginum Øssuri Gerðalíð og hon er kend fyri sínar almennu klaverframførslur. Helga sigur, at hon minnist væl, tá Brynleif og Eyðfinn vitjaðu í heimi teirra á Akureyri og høvdu evangelisk møtir í salinum á Sjónarhæð. Tá var Helga 14 ára gomul.
Hon sigur soleiðis um Brynleif 50 ár seinni í eini samrøðu við Kristiligu Tíðindasendingina: “Eg minnist, at fólk komu til møtini og at Brynleif var ein brennandi og ivrigur talari, og at tað var tíðiligt, at tað var nakað, sum hann veruliga brendi fyri at fáa boðskapin út.” Helga sigur víðari: “Eg minnist, at hann talaði út frá líknilsinum í Matteus 13 um keypmannin, ið fann eina dýrabara perlu og gav alt, sum hann átti fyri hesa perluna. Eg minnist hvussu Brynleif livandigjørdi hetta líknilsi, tá hann yvirførdi líknilsi yvir á Jesus, sum offraði alt fyri at keypa okkum. Tað løtuna gjørdist hetta meiri livandi fyri mær og eg gav meg yvir til Jesus á hesum møtinum.”
MINNISSENDING Í KVF SJÓNVARP SEINNI Í SEPTEMBER
Seinni í septembur fer sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya at hava minnissending í samband við, at 50 ár eru liðin síðani feigdardagin undir Knúki, har Dagmar Joensen Næs fer at hava samrøðu við bæði Eyðfinn Poulsen og Elsu Djurhuus, sum tá var gift við Brynleif Hansen.