Sonni Poulsen um Ábraham og Golgata
Har úti á Golgata
Nú datt eg aftur niður á eina mynd/málning av Ábrahami, tá Harrin royndi hann og bað hann fara út at ofra son sín Ísak. Ísakur liggur púra stillur. Og so kemur tað sum er so óheppi við øllum myndunum av hesi løtu. Ábraham hevur sum eitt illmenni, dolkin á lofti…
Sum ein gamal maður so havi eg upplivað svavinga-tíðina. Tað var ongantíð við knívi á lofti. Abbin – sum plagdi at stinga kúgv – gjørdi tað somuleiðis á hóligasta máta. Skriftin sigur at eftir at altari var gjørt og Ísakur bundin og lagdur á altari, rætti Ábraham út hondina at TAKA KNÍVIN…
Hvar knívurin lá, dugi eg ikki at siga, men tað er greitt útfrá Skriftini, at hondin var rætt út til at taka knívin. So har var ongin gallskapur.
Eg havi hug til at siga at Ábraham var róligur og hóligur. Onki áræsni; men fult álit á Harran at Hann var mentur at reisa Ísak upp aftur frá deyðum. “Tí hann hevði í huga, at Gud var mentur enntá at reisa upp frá hinum deyðu – og haðani fekk hann hann jú eisini aftur – í líknilsi talað.” Hebr. 11:19
“Í líknilsi talað”. Ja, av sonnum. Úti á Golgata var ongin ørskapur vístur av Faðirinum, men heldur ein miðvís gjøgnumføring av frelsuætlan Tríeindarinnar, og tað til fulnar. (Jóh. 19:30)
„Fjallið, har sum HARRIN letur Seg síggja.” 1. Mós. 22:14
Og…tað var júst har at Harrin lat meg síggja Seg; fyri meir enn hálvthundrað árum síðani.
Har úti á Golgata.
Sonni Poulsen juni 2025