Netvarp

R7 - Savn

Bønarløtan

Bønarløtan er útgávutænasta hjá Kristniboðssambandinum (KBS), ið er sjálvsognarstovnur, ið virkar við støði í brøðrasamkomunum í Føroyum. Bønarløtan er bønar- og kunningarmiðil um trúboðanarvirksemi úti í heimi og lutvíst í Føroyum. Bønarløtan er komin út síðan 1985 tíggju ferðir um árið, eina ferð um mánaðin frá september til mai og so ein útgáva fyri juni-juli-august. Prentaða útgávan er at fáa í samkomum kring landið og nøkrum uttanlands, har føroyingar savnast. Harumframt er útgávan tøk á www.kbs.fo.
Ábyrgdari er Róland í Skorini.