Netvarp

R7 - Savn

“Tro på Jesus” – Símun Absalonsen hugleiðir um William Gibson Sloan

Í Credo hjá Armgarð Arge í Kringvarpinum 21. mei 2017. Útvarpssending um trúboðaran, William Gibson Sloan, ið kom til Føroya í 1865 á trúboðaraferð.

28. mai 1865 situr ein ungur skoti í Lerwick í Hetlandi og skrivar í dagbók sína. Hann er 27 ár, hevur havt eina persónliga umvending í heimlandi sínum og er í skrivandi stund virkin í evangeliskum verki í Hetlandi.

Gjøgnum hetlendskar sjómenn hevur hann fingið at vita um viðurskiftini í Føroyum. Maðurin var William Gibson Sloan. Símun Absalonsen sigur frá trúboðaranum, Sloan, og hansara tíð í Føroyum.

https://kvf.fo/credo?sid=45903