Netvarp

R7 - Savn

Barnalegurnar við Áir – Zarepta 60 ár 2025

Í juli mánaða verða 60 ár síðani barnalegurnar í Zarepta byrjaðu við Áir. Tað eru fleiri, sum spyrja hvør fyrsti dagurin var, tá byrjað varð við Áir – dagurin var:

Leygardagurin 3. juli 1965

Við Áir 1965. Tey eru júst komin í land við mjólkarbátinum Sigmundi og eru nú ávegis niðan í húsini. Tað sæst á skorssteinsroykinum á Sigmundi, at hann er sunnan í ættini. So tað er lýtt hendan morgunin við Áir.

Bíblian sigur: “Vanvirð ikki dagin, sum byrjar við lítlum!”  Tað má sigast um hendan dagin norðuri við Áir. Tað vóru ikki teir stóru fíggjarligu karmarnir ella nógvu royndirnar, sum vóru bakgrundin, tá fyrstu børnini komu leygardagin 3. juli í 1965 til Áir, og skuldu vera har eina heila viku. Børnini høvdu aldri roynt hetta áður, og størsti parturin av hjálparfólkinum hevði ikki roynt hetta áður. Tó høvdu leiðaraparið Else og Brynleif Hansen verið áður á fleiri barnalegum í Danmark, har neistin varð íbyrtur til hesa fyrstu barnalegu í Føroyum innan brøðrasamkomunua. 391 børn vóru í alt til hesa fyrstu barnaleguna, og árið eftir í 1966 vóru 530 børn.

Við Áir 1965. Allir hava bíbliu í hond. Árni Jacoibsen, sáli stendur fremst. Tað má sigast, at hetta var troyggjuøldin.

PIONERAR

Tað vóru ungu hjúnini Else og Brynleif Hansen, sum komu til Føroyar við kallinum at byrja barna- og summarlegur í Føroyum, sum má sigast hevur ment seg til dagin í dag til tað heilt stóra, sum Harrin skal hava tøkkina fyri, og tey mongu, sum, ígjøgnum hesi seinastu 60 árini, hava ofrað seg fyri børnini. Brynleif og Else høvdu nógvar trúfastar viðspælarar, sum stóðu teimum við lið, tá byrjað var við Áir, har ímillum var vinmaður Brynleifs, Zacharias Zachariassen, sáli.

Frá einari legu við Áir. Brynleif og Oswald Kjærbo spæla við dreingjunum. Jens Chr. Guttesen, Pætur Hjørtur Háberg og Jonhard Mikkelsen, sum í dag er stóri á Sprotanum, standa fremst. Dánjal á Dul Jacobsen stendur aftan fyri Pætur Hjørtur. Um tú kennir fleiri av nøvnunum, ert tú vælkomin at kunna meg um tað.
Við Áir 1965. Her eru nakrir dreingir, sum í dag eru kendir menn.

Av tí, at tað var ivasamt um loyvið varð givið til at brúka húsini við Áir aftur næsta árið 1966, so varð eyka ferð sett á verkaætlanina í Vatnsoyrum at byggja leguhús. Spakin varð settur í 6. oktober 1965, og longu sunnumorgunin 02. juli 1967 varð húsið alment tikið í brúk, og týsdagin 04. juli kom fyrsta liðið í Zarepta í fagrasta veðri. Í 2027 verða tað 60 ár síðani Zarepta varð tikið í brúk.

Tit eru vælkomin at siga frá onkrum minni, sum tit hava frá legunum við Áir!

Kristiliga Tíðindatænastan
v/ Poul J. Djurhuus, Glyvrar
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Skrivað: P.J.D Glyvrar 04.05.2025