Netvarp

R7 - Savn

Berøa í Saltangará 40 ár

40 ára haldið í Berøa Okt. 2005

Poul Jóhan Djurhuus skrivar:  
 
Heima hjá Pedda av Vollanum 
Miðskeiðis í tríatiárunum vóru tað nakrar fáar familjur í Heiðunum, sum hoyrdu til brøðrasamkomuna og sum ynsktu at savnast um Harrans borð (breyðbróting). Úti á Toftum var brøðrasamkoma, so tey gingu hvønn sunnumorgun út á Toftir fyri at minnast deyða Harrans við breyði og víni. 
     Men so fóru tey at tosa um, at savnast sjálvi til breyðbróting inni í Heiðunum. Hetta tosið úrslitaði í tí, at Pedda av Vollanum og konan lótu dyrnar upp fyri samkomuni at savnast til breyðbróting inni í stovuni í heimi teirra. 
     Tað var Jenny Danielsen, mamma Óla Christian Danielsen, sum var eldsálin aftanfyri hetta, og tað var onkuntíð, at hon hevði eitt Gudsorð til tey trúgvandi undir breyðbrótingin. Pedda hevur sagt frá, “at tað var ikki altíð so lætt hjá Jenny at ganga Harrans leið, men at hon var so íðin, at tað var einki, sum steðgaði henni at vitna um hennara Frelsara.”
     Nøkur av hesum fólkum vóru: Mia og Pedda av Vollanum, Jenny Danielsen og systir hennara Olga, Niels Jákup Nielsen, Poul Knudsen, Sigmund Tausen, Hanna og Dia á Roykheyggi og ein arbeiðsgenta hjá Doktor Djurhuus, sum kallast Lina og var trúlovað við Petur á Regni úr Leirvík. Lina er nú á Eysturoyar røktar- og ellisheimi. Óla Christian fortelur, at hann minnist væl, at hann sum smádrongur fór onkuntíð við mammu síni til morgunmøti uppi hjá Pedda og Miu. 
     Pedda sigur frá, “at hetta vóru sera dýrabarar løtur, har vit høvdu tað gott saman við hvørjum øðrum; aftaná møti høvdu vit altið ein drekkamunn, og so fór hvør til sín.”
     Hetta hevur verið í tíðarskeiðinum 1936 – 1939., men táið kríggið breyt út, so hildu hesi møtini uppat.

Hugskotið > Ebenezer – Berøa 
So ganga nógv ár, frá 1939, har eingin breyðbróting er í Heiðunum, og tá fara hesi somu so aftur út á Toftir til møtir. Tey trúgvandi inni í Heiðunum, sum hoyrdu til brøðrasamkomuna, fóru út á Toftir til møtir líka inntil 1962 tá hússamkoman byrjaði inni hjá Evald Fuglø. Børnini hildu tó fram at ganga í sunnudagsskúka á Toftum inntil Berøa kom í 1965. Møtini á Toftum vóru hildin í salinum, sum tá í tíðini varð róptur “salurin,” og sum í dag eitur Nebo og verður framvegis brúktur. So statt kunnu vit siga, at samkoman á Toftum hevur verið við til at lagt fyrst andaligu lunnarnar undir samkomuni í Heiðunum. 
     Á heysti í 1959, eru Rósing Rasmussen og Símun Hansen til samfelagsmøtir í Ebenezer í Havn. Eitt kvøldið eru teir báðir staddir inni hjá vinfólkunum, Hjørdis og Petur Háberg, sum tá búðu í Magnus Heinasonargøtu. Petur Háberg skrivar soleiðis, í Lív og Læru, um hesa løtuna í Magnus Heinasonargøtu: “Tá menn av álvara vóru farnir undir at loysa Ebenezer-byggimálið úr botni, sótu eitt samfundsmøtikvøld tríggir Innanbrøður í stovuni hjá einum Havnarbróðuri, sum blakaði hendan spurningin út: “Vilja tit ikki hava gamla Ebenezer inn í Runavík?” Hetta sýntist bert eitt brárasið hugskot, nakað ógvuliga fjart. Men Innanbrøðurnir tóku tankan upp í álvara.”
     Tankin um at flyta Gamla Ebenezer inn í Heiðarnar var so statt sáddur hetta samfundsmøtikvøldið í eini hugnaligari stovu í Havn. Eingin vitsti hvussu hetta fór at taka seg út, og tað skuldi ganga seks ár til sáðið stóð í fullum blóma. Men í millumbilinum varð eitt miðvíst arbeiði gjørt av brøðrum og systrum inni í Heiðunum at byrja av nýggjum at savnast til morgunmøti. Eisini varð arbeitt miðvíst at fáa byggigrund til vega til ein sal, annaðhvørt ein nýbygdan ella “Gamla Ebenezer.”
 
Høgabólsgerðið keypt til byggigrund
Allarfyrst í sekstiárunum tosa brøður um at fáa eitt stykkið til sal. Í hesum sambandi verður farið til bygdaráðið at tosa um byggiøkið, og teir fáa eitt grundstykki játtað har sum Gerðisvegur liggur í dag, har sum Ragnfríð og Jens Kannuberg búðu. Men tey vóru ikki heilt væl nøgd við hesa loysnina, tí stykkið lá, tá í tíðini, nakað væl uttanfyri bygt øki við ongum vegi, og tí heldur óhøgligt. Eitt annað, sum eisini gjørdi seg galdandi var, at um so var at teir fingu Gamla Ebenezer, so var stykkið ov lítið, tí salurin var so langur.
     Tí vórðu aðrar leiðir royndar, og man fór at tosa við Jógvan á Høgabóli um stykki, har bókabúðin stendur í dag, men tað lat seg ikki gera, tí Jógvan hevði lova okkurt av børnunum stykkið. Tá man so vísti áhuga fyri stykkinum niðanfyri vegin, tá var Jógvan meira enn fegin at lata teimum stykki til at seta ein samkomusal á – stykkið kallast Høgabólsgerðið, og tað varð so statt í Høgabólsgerðinum, at Gamla Ebenezer varð reist seks ár aftaná tiltikna samfundsmøtikvøldi í Havn í 1959.
 
Heima hjá Ester og Evald Fuglø 
Hóast tankin var sáddur at fáa flutt Gamla Ebenezer inn í Heiðarnar, og hóast eingin salur var enn, so ynskti man, skjótast gjørligt at byrja aftur, eftir steðgin í 1939, við regluligum samkomuvirki í økinum Glyvrar-Saltangará-Runavík, sum tá var eitt økið undir stórari menning bæði hvat vinnulívi og tilflyting viðvíkur – og at hetta var so, kunnu vit bert sanna í dag, 40 ár seinni.
     Fyrst í seksti árunum koma Ester og Evald Fuglø út í Saltangará at Búgva, tí Evald skuldi arbeiða hjá sváginum Rósing Rasmussen. Tey flyta inn í húsini, har Bjarnastein býr í dag, beint niðan av hjá Óla Chr. Danielsen.
     Í 1962 skrivar Evald eitt bræv, sum sonur hansara Símun Fuglø fekk til uppgávu at bera út til tey, sum hoyrdu til samkomuna. Í brævinum bjóðaðu Ester og Evald til breyðbróting heima hjá sær. Símun sigur, at hann minnist henda dagin sera væl, tá hann fór hús úr húsi við brævbjálvunum, og hann sigur, at hann minnist so væl, tá hann kom inn til Ester og John Poulsen, at John fór at grína, tá hann opnaði brævbjálvan, tí har var einki bræv í, og tá letur í John: “At hevði tað ikki verið pápi tín, so hevði eg hugsa, at onkur gjøri gjøldur við mær!”
     Tann 21. oktober 1962 byrjaðu tey so aftur at savnast til breyðbróting í Heiðunum, og samkoman kom nú saman í heiminum hjá Ester og Evald Fuglø, og tað gjørdi hon í 3 ár, inntil Berøa varð tikið í brúk – so statt kunnu vit siga, at forsøgan hjá samkomuni í Berøa er tann, at hon byrjaði í tveimum stigum sum ein hússamkoma, fyrst inni hjá Miu og Pedda av Vollanum 1936–1939 og síðani inni hjá Ester og Evald Fuglø 1962-1965 í alt eini 6 ár sum hússamkoma.
     Nøkur av teimum, sum savnaðust til breyðbróting inni hjá Ester og Evald vóru: Niels Jákup Nielsen og sonurin Hilmar. Ester og Poul Knudsen, Jona og Óla Christian Danielsen, Ester og John Poulsen, Lis og Rósing Rasmussen, Helen og Eyðun Joensen, Sonja og Jóhannus Jakobsen og Jóannes hjá Karlu og Símun.

Ebenezer-sáðið fer at næla
Meðni tey trúgvandi møttust regluliga til breyðbróting inn hjá Evaldi, og livdu stilt og friðarligt í samfelag hvør við annan, so arbeiddi Harrin víðari við tankanum, sum sáddur var hitt “samfundsmøtikvøldi” í Havn á heysti 1959.
     Í februar mánaða í 1963 fáa brøður í Runavík eitt bræv frá samkomuni í Ebenezer, sum er dagfest 11. februar. Í hesum brævi verður staðfest, at samkoman í Ebenezer hevur samtykt at lata brøðrirnar í Runavík fáa “Ebenezer” uttan kostna, men við teirri treyt, at teir sjálvir taka hann niður og flyta hann inn.
     Brævið er undirskrivað av Andrew Sloan, Jógvan Skýlindal og Conrad Joensen, sí bræv.
     Longu 16. februar, bert 6 dagar seinni, hava brøður í Heiðunum fund um hetta máli, og teir skriva í fundarfrágreiðingini, sum er dagfest 16. februar 1963, soleiðis: “Til umrøðu bræv frá samkomuni í Havn. Vóru samdir um at tað var rætt at taka við tilboðnum at flyta Ebenezer heim, men áðrenn vit geva endaligt svar, vilja vit, av tí at vit eru so fáir og føla okkum smáar til hetta stóra tak, tosa við hinar samkomurnar, við hetta vegamótið, áðrenn endaligt svar verður givið.”
     Teir, sum hava undirskrivað fundarfrágreiðingina eru: Niels Jákup Nielsen, Poul Knudsen, Óla Christian Danielsen, John Poulsen, Rósing Rasmussen, Símun Hansen, Eyðun C. Joensen og Evald Fuglø, sí bræv

Gamla Ebenezer tikið niður – flutt inn í Heiðarnar
Mánadagin 23. september 1963 eru fimm menn farnir suður til Havnar, og ørindi teirra er at taka “Ebenezer” niður, sum annars hevði staðið sum ein óvikilig býarmynd í Havn síðani fyrst í øldini. Menninir vóru: Axel Skaale, Toftir – Sámal P.Petersen, Fuglafjørður – Hans Joensen, Fuglafjørður – Per Jacobsen, Søldarfjørður og Jørgen Hansen, Glyvrar.
     Eitt tað fyrsta teir gjørdu var at merkja (nummerera) allan stórviðin, vindeygu, hurðar, listar, radiatorar og annað, sum skuldi merkjast, soleiðis, at teir kundu fáa alt á rætta staði aftur, tá salurin varð reistur aftur. Tað einasta, sum ikki kom við inn var takið.
     Ein lítlan mánaða seinni, 19. oktober, eru teir lidnir at taka salin niður, og týsdagin 29.oktober verður alt tilfarið fingið umborð á Høganes og Teistan, sandbátin hjá Dánjal Jákup í Skipshandlinum, og mikudagin 30. oktober verða báðir bátarnir lossaðir inni í Runavíkini, og alt tilfarið verður lagt inn í snikkarvirkið hjá Niels Paula Hansen inni við Gjónna á Glyvrum, har teir fingu stóra vælvild, og tilfarið fekk loyvi at liggja har inntil teir byrjaðu at byggja. Dia á Roykheyggi førdi Teistan hendan dagin.
     Sambært skjølum (tímayvirlit) hjá Evald Fuglø, so byrjaðu menn at arbeiða upp á salin 1.nov. 1963. Og tað gongur fram á hesum skjølum, at tað hava verið menn úr fleiri bygdum í Eysturoynni, sum hava verið við at byggja Berøa. Menninir, sum stóðu fyri arbeiðinum vóru Sámal Petur Petersen, Fuglafirði – Axel Skaale, Toftir og Hans Joensen Fuglafjørður. Dávur Jacobsen úr Søldarfirði, sum tá búði í Klaksvík, var góður í serkønum ráðum meðni teir bygdu.
 
Byggingin væl stuðlað
Samkomur og trúgvandi í Eysturoynni tóku dyggiliga undir við at stuðla byggingini. Ein reglulig innsavnan, í samband við byggingina, varð sett í verk longu í mars 1963 ímillum tey trúgvandi í samkomuni, og seinni komu onnur við eisini.
     Sambært einum brævi, sum samkoman, við Evald Fuglø, sendur út til fleiri samkomur, so er salurin innilukkaður í februar 1964, og sambært hesum sama brævi, hevur tann fíggjarligi stuðulin verið so góður, at um hetta mundi var ein góður triðingur av tí metta kostnaðinum av salinum komi inn sum gávur. Mett var tá, at salurin kom at kosta umleið 80.000 krónur, tá hann stóð liðugur, sí avrit av brævi.
     Í einum brævi, sum samkoman sendi út til samkomurnar fleiri ár seinni, kemur tó fram, at samlaði kostnaðurin fyri salin varð 130.000 krónur. Brævið er undirskrivað av Evald Fuglø, Eyðun C. Joensen og Jóhannus Jakobsen. Tíverri eingin dagfesting, sí avrit av brævi.
     Viðvíkjandi regluligu innsavningini til nýggja salin, sum varð sett í verk í 1963, nevnd omanfyri, er at siga, at sambært einum brævið, dagfest 8. februar 1971, sum brøður sendu til fólkið í samkomuni, so ynskti man at broyta innsavningarháttin soleiðis, at tað kom bert at verða tann vanliga innsavningin á morgunmøtinum. So statt hevur tað verið ein serstøk innsavning til byggingina av salinum í tíðarskeiðinum frá mars 1963 til februar 1971. Sí avrit av brævi.
     Tað vóru tey, sum hildu, at tað var eitt alt ov stórt tak hjá so fáum familjum at fara undir at byggja salin, og nøkur hildu, at kanska átti man bert at tikið helvtina av Gamla Ebenezer inn, tí fleiri hugsaðu, at salurin var alt ov stórur at seta upp inni í Heiðunum. Tað vóru jú einans 8 –10 familjur, sum hoyrdu til brøðrasamkomuna í Heiðunum, um hetta mundi, so tað var væl skiljandi, at onkur helt hetta vera ein í so stóran bita at svølgja.
     Onkur helt eisini fyri, at húsið er so gamalt, at tað fer at falla saman undir tí nýggju og tungu tekjuni. Men nú eru 40 ár løgst afturat teimum 60 árunum, húsið stóð í Havnini, og húsið stendur enn, og sum onkur segði herfyri, at hesin byggistílurin er søga í dag, tí er húsið Berøa í 21 øld, møguliga eisini áhugavert í hesum sambandi.

Vikuskiftið 16 – 18 juli 1965 varð salurin alment tikin í brúk, og fekk navnið BERØA. 
Leggið merki til dagfestingina tá Berøa varð tikið í brúk, vikuskiftið 16-18 juli. Tað, sum er áhugavert at nevna í hesum sambandi er, at tað var sama dagfesting, tá Ebenezer varð fyrstu ferð tikið í brúk fyri 100 árum síðani, t.v.s. at júst á seksti ára degnum hjá Gamla Ebenezer, varð hesin sami salurin tikin í brúk inni í Heiðunum undir nýggjum navni.
     Navnið “Berøa” hava vit í Ápostlasøguni 17,10-11v. og tað er her frá, ið navnið er tikið. Tað var Petur Háberg, sum fyrstu ferð nevndi hetta navnið sum ein møguleika at brúka. Hann helt, at tað var eingin salur í Føroyum við hesum navni, men at hetta var eitt vanligt navn á møtisalum aðrastaðni. Táið náðisystkini í samkomuni í Heiðunum høvdu hugsa um hetta navni í eina tíð, áðrenn salurin var reistur, so varð tað hetta navnið, sum varð sett á salin, og í dag halda vit, at navnið “Berøa” hoyrir bert heima í Saltangará.
     Øll vita hvar Berøa er, tí enntá Jógvan Arge, tá hann útvarpar kappróður á Eystanstevnu, nýtir navnið “Berøa” sum eitt fast punkt, til tess, at tey sum sita við lurtitólið, skulu vita hvussu langt róðurin er komin ímóti málinum.
     Undirritaði var sjálvur til staðar, tá Berøa varð tikið í brúk, og eg minnist tað nógva fólkið, sum var til møtini. Eitt, sum eg minnist serliga væl var, tá tað varð tosað um hví man hevur valt navnið BERØA. Eg hugsi tað var Andrew Sloan, sum nevndi hetta.
     Hann las tekstin um tey trúgvandi í Berøa í Áp.17,10-11v. Síðani segði hann, at vit mugu vóna tað, at fólki í samkomuni her, vil gera eins og tey í Berøa í Ápostlasøguni, sum rannsakaðu Skriftirnar fyri sjálvi at síggja, um tað, tey hoyrdu, samsvaraði við Skriftirnar.
     Hetta er aldri farið frá mær síðani, og eg vóni, at hetta 40-ára-haldið, vil eggja okkum til enn meiri at rannsaka Skriftirnar og hyggja frameftir og seta okkum nýggj mál eins og brøður okkara gjørdu fyri meiri enn fjøruti árum síðani, og tóku eitt satt trúarstig, sum vit í dag njóta ágóðan av!
     Hvønn ágóða vilja okkara eftirkomarar njóta frá okkum um fjøruti ár!?

Poul Jóhan Djurhuus