Sendingar
Høvuðsvirksemið hjá Evangelisku Røddini í dag er nærvarpssendingar á útvarpsstøðini R7, sum hoyrist um landið alt.
Sent verður regluliga:
“Á Torginum” týskvøld kl. 21.00 (Endursend sunnudag kl. 12.30)
Sending við upplestri og einum boðskapi úr bíbliuni. Eisini er góður føroyskur og útlendskur andaligur tónleikur at hoyra.
Lurta eftir sendingum her:
▶ Á Torginum – 2020
“Kelduvaðið” sunnukvøld kl. 21.00 (Endursend hóskvøld kl. 21)
Kelduvaðið verður ofta sent úr Klaksvík. Vanliga verður eitt orð lisið. Síðan er ein tala at hoyra. Eisini verða góðir sangir spældir.
Lurta eftir sendingum her:
▶ Kelduvaðið – 2020