Netvarp

R7 - Savn

Måned: august 2020

Netvarp úr Ebenezer

Sunnumorgunin 30. august verður aftur Minnismáltíð Harrans í Ebenezer kl. 11.00. Eftir minnismáltíðina, kl. 12.00 talar Jákup N. Olsen, og tá byrjar netvarpið at senda. Evnið er Apostlasøgan kap. 17. Vælkomin á netvarpið hjá EvR kl. 12.00 sunnumorgunin 30. aug. TRÝST HER: https://www.youtube.com/watch?v=3jm8yuDkxGA...
Read More

KELDUVAÐIÐ 30. august

Sunnukvøldið 30. aug á R7, sum hoyrist um alt landið á FM102 og FM107,1 Siloakórið syngur “Meiri um Jesus sig mær frá,” – (nr. 912).Felagssangur úr Ebenezer: “Hvat skal eg Jesusi geva,” – (nr. 910). Orðið fyri dagin: “Tiberias” – Gunnleyg Kallsberg lesur. Betesdakórið syngur “Eg eri” er vegurin,...
Read More

Góðu gomlu dagarnir

Les: Sálmur 112:4-9 Rættvísi hansara stendur føst í allar ævir. – Sálmur 112:9 Ein av orsøkunum til at vit kenna okkum eydnuleys tá ið vit eldast, er longsilin eftir teimum ‘góðu, gomlu døgunum’ – tíðini, tá ið heilsustøðan var góð, tá ið vit høvdu fíggjarligt rásarúm, sótu fyri borðendan...
Read More

á TORGINUM 25. aug.

Á TORGINUM týskvøldið 25. august kl. 21.00 á R7, sum hoyrist um alt landið á FM102 og FM107,1. Minnissending um heimskenda evangelistin Billy Graham, sum andaðist 21. februar 2018. Eisini hoyra vit Orðið fyri dagin, sum Gunnleyg Kallsberg lesur. Upplestur um Billy Graham og góðir sálmar og sangir. Aftur...
Read More

KELDUVAÐIÐ 23. august

Sunnukvøldið, 23. aug. kl. 20.00 á R7, sum hoyrist á FM102 og FM107,1 Betesdakórið syngur “Dýrasta navn, ið eg kenni,” – (nr. 253).Ebenezerkórið syngur “Hvat kann sum navnið Jesus ugga eitt byrðað bróst!” – (nr. 254).Anja Hansen syngur “Eg veit ei, hvat mær bíðar, Guds náði fjalir tað.” (nr....
Read More

OPEN DOORS: Victor og Shamiriam eru flýggjað úr Iran

Open Doors Føroyar skrivar á facebook: Stór tíðindi! Victor og Shamiriam eru flýggja úr Iran. Bert fáa tímar áðrenn Shamiriam skuldi inn at sita, megnaðu hon og maðurin, Victor, at flýggja av landinum, siga keldur hjá Open Doors. Dóttur teirra, Dabrina, sum er búsitandi í Sveis, vildi...
Read More

á Torginum 18. august

Á TORGINUM týskvøldið 18. august kl. 21.00 á R7 – FM102 og FM107,1. Orðið fyri dagin: “Millummaðurin” – Gunnleyg Kallsberg lesur. Skilnaður millum Gud og menniskja – menniskja í urtagarðinum Eden – Jeriko múrar. Sálmar og sangir. Enn ein góð sending frá Evangelisku Røddini, sum verður endursend sunnudagin kl....
Read More

Samkoma Innan Glyvur/Skála – Loyst var úr lagdi!

Poul Jóhan Djurhuus skrivar: Hetta er fínastova hjá Ommu á Glyvur, (Poulina Djurhuus) har eg var nógv sum smádrongur, serliga í fimtiárunum. Tað var í hesi stovu og við hesum møblunum, at samkoman Innan Glyvur byrjaði fyri 49 árum síðani, á heysti 1971. Skjótt varð stovan ov lítil og...
Read More