Miðskeiðis í tríatiárunum vóru tað nakrar fáar familjur í Heiðunum, sum hoyrdu til brøðrasamkomuna og sum ynsktu at savnast um Harrans borð (breyðbróting). Úti á Toftum var brøðrasamkoma, so tey gingu hvønn sunnumorgun út á Toftir fyri at minnast deyða Harrans við breyði og víni. ...