Netvarp

R7 - Savn

Måned: januar 2021

Við Kelduvaðið sunnukvøldið

Við Kelduvaðið sunnukvøldið 31. januar kl. 21.00 á radio.fo – FM102 og FM 107,1 Jóhan við Neyst talar um evnið “Kristi kærleiki og ævigi tryggleiki Gudsbarna. Orðið: Gunnleyg Kallsberg greiðir frá um sangin “Tryggur í Jesu ørmum.” Greitt verður frá bókini “Maria”, móðir Jesusar. Sangir í sendingini annars: “Um...
Read More

Netvarp úr Ebenezer sunnumorgunin

Sunnudagin, 31. januar kl. 10 er minnismáltíð Harrans. Aftan á breyðbrótingina, umleið kl. 10:55, talar Niels Pauli Nónstein.Evni: Sálmur 146. Talan verður netvarpað. Trýst á reyða knøttin “Netvarp” her omanfyri !...
Read More

Andlát

Anna Malene Niclasen, Hoyvík, nevnd Annelena, fødd Hansen, ættað úr Søldarfirði, andaðist leygardagin tann 23. januar, 80 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Ebenezer mikudagin 27. januar kl. 13.00. Jarðarferðin verður netvarpað umvegis heimasíðuna “ebenezer.fo”. Minnisgáva kann latast felagsskapinum: “Føroyska Barnahjálpin” til frama fyri skúlagongd hjá børnum í Afrika og...
Read More

Petur Oluf Hansen – pionerur

Kristiliga tíðindatænastan- Poul Jóhan Djurhuus: Nýggjársdag komu boðini, at Petur Oluf Hansen var farin foldum frá. Petur Oluf var 78 ára gamal, og hann var lítlibeiggi navnframa evangelistin, Brynleif Hansen, sum doyði í flogvanlukkuni í Mikinesi í 1970. Tað vóru 6 ár millum teir báðar. Petur Oluf var sonur...
Read More

við Kelduvaðið sunnukvøldið

Sunnukvøldið 17. januar kl. 21.00 á radio.fo – FM102 og FM107,1 Gunnleyg Kallsberg lesur Orðið fyri dagin: “Bønarlív okkara”. John Færø talar um evnið “Hvussu brúka vit lív okkara?”. Og so hava vit eisini góðar sangir í sendingini:Alex Bærendsen: “Mangan í stillastu skýmingarstundum,” – nr. (1179). Betesdakórið: “Gud vís...
Read More

World watch list 2021

Á hvørjum ári ger Open Doors ein lista yvir tey 50 londini í heiminum, har forfylgingin móti kristnum er størst. Hesin listi verður kallaður World Watch List. Í dag varð World Watch List fyri 2021 almannakunngjørdur. Tølini vísa, at meira enn 340 mió. kristin verða forfylgd. Forfylgingin hevur ongantíð...
Read More

ORÐIÐ.FO: Røð um Pætur ápostul

Á heimasíðuni orðið.fo er júst nú komin ein røð hjá Osvaldi Kjærbo um Pætur ápostul og skriftir hansara. Talurnar eru bæði sum ljóð og tekstur. Røðin var tikin upp í 2004 til útvarpssendingar hjá Evangelisku Røddini. Orðið.fo er ein heimasíðutænasta hjá Evangelisku Røddini við talum og bíbliuundirvísing gjøgnum videoupptøkur,...
Read More

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo

Sunnudagin, 17. januar kl. 10 er minnismáltíð Harrans. Aftan á breyðbrótingina, umleið kl. 10:55, talar Róland í Skorini.Evni: Sálmur 1. Talan verður netvarpað. kelda: ebenezer.fo Trýst á reyða “Netvarp”-knøttin her omanfyri – síðan á “Videoer”...
Read More

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin

Sigrið og Elsa – á familjumøtinum sunnudagin 10. januar 2021 kl.11 – netvarpað Sunnudagin verður familjumøti netvarpað úr Ebenezer. – Húsið er ikki opið, orsakað av smittuvandanum. Á skránni er millum annað barnasangur, søga til børnini og boðskapur til vaksin. Sigrið av Reyni og Elsa í Skorini taka lut....
Read More