William G. Sloan: Dópurin og hin nýggja føðingin
Dópurin og hin nýggja føðingin
Í einum riti – „Dåben og den nye fødsel” – ið varð givið út í 1882, sigur trúboðarin William Gibson Sloan (1838-1914) m.a. hetta:
„Hvussu verður ein føddur av nýggjum?” Tað er við at trúgva evangeliinum (t.v.s. hetta er fyri tey, sum duga á at skyna).
Í Jóhannesar evangelium 1,12-13 lesa vit: „Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara; tey eru fødd, ikki av blóði, heldur ikki av holds vilja, heldur ikki av mans vilja, men av Gudi.”
Í samrøðuni, sum Jesus hevði við Nikodemus, í Jóhannes 3,14-15, segði Jesus: „Eins og Móses lyfti upp ormin í oyðimørkini, so skal Menniskjasonurin verða lyftur upp, fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í Honum.”
Í 1. brævi Pæturs 1,23 og 25 lesa vit: „Tit, sum endurfødd eru, ikki av forgeingiligum sáði, men óforgeingiligum, við orði Guds, sum livir og varir! men orð Harrans verður í allar ævir. – Og hetta er orðið, sum tykkum er kunngjørt við evangeliinum.“
Í brævi Jákups 1,18 lesa vit: „Eftir vilja Sínum føddi Hann okkum við sannleiksorði, …”
Í Galatiabrævinum 3,26-27,29 lesa vit: „Tit eru jú øll børn Guds við trúnni á Kristus Jesus. Tí tit, so mong sum doypt eru til Kristus, hava latið tykkum í Kristus. Men hoyra tit Kristusi til, so eru tit eisini avkom Ábrahams, arvingar eftir lyfti.“
Tá ið barnadópur ikki hevur heimild í Orði Guds, kann alt viðvíkjandi tí, sum verður sagt at koma menniskjum til góðar í honum, als ikki vera álítandi. Tí, hvussu kann „hin nýggja føðingin, fyrigeving syndanna og hitt æviga lívið” verða knýtt at einari gerð, sum er íspunnin av menniskjum! Tá ið hetta ikki finst í Orði Guds, er tað einans mannaverk! – Tí eru tey á skeivari leið, sum halda, at tey hava fingið trúnna ella frelsuna við ásletting, tá ið tey vóru børn. – Sostatt eru tey fortapt, um tey ikki við trúnni á Jesus eru fødd av nýggjum!
Í samband við dóp eru orðini: prestur, doypifuntur, sakramenti, fadrar, dópslyftir, altar og spurningar til pinkubørn, um tey vilja trúgva – ikki at finna í Orði Guds, men eru mannaverk, sum Gud sigur um: „… hvør hevur tá biðið tykkum …“ gera hetta! (Es. 1,12).
Skilagott hevði verið at gjørt sum tey í Berøa, sum tóku ímóti orðinum við allari vælvild og dagliga rannsakaðu skriftirnar fyri at síggja, um hetta var so, og fingu tann vitnisburð, at tey vóru meiri rætthugsandi enn tey í Tessalonika, sum tóku við sær nakrar óvandamenn av letingunum á torginum, fingu saman mannfjøld og loyptu røring í staðin og søktu at ápostlunum (Áp. 17,5-14).
Ein atsøkjandi andi er ikki frá Gudi; men, tað er vilji Hansara, at vit skulu royna alt við Skriftunum og hava hitt góða eftir (1. Tess. 5,21).
Tað er neyðugt fyri framgongd hins trúgvandi og andaligu vælferð hansara nú í tíðini og somuleiðis viðvíkjandi løn hansara við Kristi dómstól, at hann livir eftir Orði Guds í øllum lutum. Tí, vit verða tann dag dømd eftir Orðinum og ikki eftir, hvat vit hildu ella eftir, hvat onnur lærdu okkum.
Andi Guds býr í hvørjum einstøkum trúgvandi, fyri at hann við vissu skal vita, hvat vilji Harrans er. Tá ið vit fylgja Orði Guds, vaksa vit í Harrans Jesu náði og kunnskapi og njóta samfelag við Faðirin og fáa styrki til at søkja tað, sum er øðrum til besta andaliga.
Hetta fer samstundis at leiða okkum til at bera krossin. Men við Harrans Jesu Kristi kærleika í hjørtum okkara er tað lætt at bera ok Hansara.
Kæri lesari! Spyr teg sjálvan: „Eri eg føddur av nýggjum? Havi eg fingið lív í sálina?” Hugsa um orð Harrans: „Tann, ið ikki trýr, skal verða fordømdur.“
Slík kunnu verða doypt sum børn ella sum vaksin, við ásletting ella við at verða søkt undir. Men eru tey ikki sonn kristin, eru tey hóast hetta undir vreiði Guds. Og, hvør einstakur, ið doyr uttan trúgv á Jesus, verður fordømdur.
Hvør einstakur gerið sær tí greitt, at hann ikki lítur á nakra útvortis gerð, sum verður gjørd í tænastu Guds, til frelsu, men á Jesus eina. Tí bert tey, ið trúgva á Jesus, eru sæl.
Um tú – lesari mín – hevur livað uttan trúgv á Frelsaran, vend so við til Hansara sum ein fortaptur syndari! Lít eina á náði og blóð Hansara til frelsu! Tá skalt tú kenna, hvat tað er at verða føddur av nýggjum og fáa styrki við Anda Guds at liva eitt nýtt lív og eiga eina fasta vón um dýrd hjá Gudi (Róm. 5,2-11).”