Zacharias Zachariassen (1935-2017)
Jóanes Hansen skrivar: Í fram ímóti seksti árum var Zacharias trúboðari innan brøðrasamkomurnar í Føroyum, har hann er væl kendur og umtóktur.
Zacharias var fyrsti føroyingurin, sum fór á Moorlands bíbliuskúlan í Onglandi, har fleiri føroyingar seinni leitaðu sær. Hann fór á skúlan í 1958, og eftir at hann hevði verið har í trý ár, flutti hann aftur til Føroya, og tað er her, at hann síðani hevur verið í fulltíðar tænastu sum trúboðari.
Hann varð roknaður at vera stinnur í skriftunum, talari við stórum myndugleika, og hann hevði stórt hjartað fyri tí einstaka. Tað hevur ofta verið tikið til, at Zacharias var fyrsti trúboðarin í nýggja ættarliðnum, eftir at Victor Danielsen – hann doyði í 1961 – og seinni Andrew Sloan – hann doyði í 1973 – løgdu frá sær.
Hann mundi vitja í flestu um ikki øllum bygdunum við gleðiboðskapinum. Tey fyrru árini var Zacharias nógv uppi í barnaarbeiði, og ofta ferðaðist hann saman við vinmonnum, sum hann hevði lært at kenna, meðan hann var í Onglandi.
Gávurnar at fáast við skaldskap í bundnum máli vóru framúr, og eitt nú saman við vinmanninum Jens Guttesen, sála, gav hann føroyingum nógvar sangir og kór, sum framvegis verða nógv nýtt. Tað, sum Zacharias hevur yrkt, er eyðkent av alski til móðurmálið, skaldskaparligum hegni og stórum kærleika til boðskapin, sum altíð var berandi.
Góðu sangrøddina og gávurnar at fáast við tónleik vórðu nýttar í somu tænastu. Fyri umleið 57 árum síðani varð fyrsta plátan útgivin, og eisini nýggjari útgávur eru framvegis at hoyra. At hann spenti víða og fylgdi við í tí, sum synirnir tókust við, er at hoyra á øðrum útgávum enn hansara egnu.
Vinmaðurin frá árunum í Onglandi, Brynleif Hansen, sum var ættaður úr Fuglafirði, var undangongumaður, tá ið Zarepta í Vatnsoyrum varð tikið í nýtslu í 1967. Zacharias stuðlaði honum væl, og hann var uppi í tí arbeiðnum til tað síðsta. Hansara serliga ábyrgd var bíbliuskeiðið, sum er seinnapartin av august. Zacharias fór saman við øðrum undir hesi skeið fyrrapartin av seksti árunum.
Fyrstu árini vóru tey kring landið, men síðani Zarepta var veruleiki, hava tey verið har vesturi. Tá ið hann fyri tveimum árum síðani fór um tey áttati, gav Zacharias leiðsluábyrgdina til yngri kreftir.
Síðst í seksti árunum fór Zacharias saman við Brynleifi Hansen og Páll Poulsen undir at geva Røddina út. Talan var um tíðarrit við kristiligum innihaldi. Seinni varð heitið broytt til Leirkerið, sum Zacharias framvegis var blaðstjóri á, nú hann flutti.
Umframt at geva tíðarritið út, er Leirkerið eisini bókaforlag, sum Zacharias hevði saman við bróðrinum Flóvini. Forlagið hevur givið eina ørgrynnu av bókum og bóklingum og heftum út, og teir báðir hava hjá so mongum røkt uppgávuna, sum tað verður roknað við, at forløg taka sær av – at hjálpa øðrum við handritum og útgávum. Nú Zacharias legði árarnar inn, lógu fleiri handrit á skrivaraborðinum.
Sjálvur skrivaði Zacharias fleiri bøkur. Størsta takið mundi vera 455 síður stóra bókin Bíblian á føroyskum í hálva øld. Hetta er verk, har Zacharias legði fram granskingartilfar, sum er framúr áhugavert søgubrot um stóra verkið, sum tað var hjá Victori Danielsen at týða Bíbliuna og um móttøkuna, sum Bíblian fekk millum leik og lærd, og eisini um arbeiðið hjá Victori við sálmum og sangum – at yrkja, týða og at geva sangbøkur út. Í arbeiðnum at fyrireika nýggja útgávu av sangbókini, sum varð givin út fyri tveimum árum síðani við heitinum Nýggja Sangbók Guds Fólks, var Zacharias stórur stuðul hjá nevndini, ið fyrireikaði útgávuna. Nógvar av perlunum hjá Zachariasi eru í Nýggju Sangbók.