Netvarp

R7 - Savn

Malta, Hirtshals

Malta
Vinkelvej 2
DK-9850 Hirtshals
Fartelefon: (+45) 40 43 81 66
Teldupostur: post@malta-hirtshals.dk
Heimasíða:  http://malta-hirtshals.dk/foroyskt/index.html

Sjálveigandi stovnurin Malta, Klaksvík, fór at virka í 1984, tá Malta-húsini á Vinkelvej 2, í Hirtshals vóru keypt.

Endamál stovnsins er at nýta hesa ogn fyrst og fremt til kristiligt arbeiði fyri føroyskar sjómenn, sum koma til Hirtshals, og eisini fyri føroyingar, sum búgva í Hirtshals og har um leiðir. Somuleiðis fyri danir og aðrar, ið skuldu haft áhuga fyri at komið inn á gólvið. Dentur verður lagdur á at reka evangeliskt virksemi.

Malta er ein sjálvsognarstovnur við tilknýti til Brøðrasamkomurnar í Føroyum og er nú samkoma sett á stovn, sum eisini hevur innivist í húsunum.

Hesi manna nevndina í stovninum Malta:
Kristian Martin Rasmunssen
Jógvan Høj
Eyðun Elttør
Gulak Madsen
Edmund Joensen

Møtir
Sunnudag kl. 11.00 Minnismáltíð Harrans
Sunnudag kl. 13.00 Sunnudagsskúli
Sunnudag kl. 18.00 Evangeliskur fundur
Mikudag kl. 20.00 Bønar- og Uppbyggingarfundur
Fyrsta hóskvøld í hvørjum mánaði kl. 20.00 er kvinnufundur

Fyrsta leygarkvøld í hvørjum mánaði verður skipa fyri møti í Aalborg. Hesi møtir verða hildin í Betaniakirken, Dag Hammarskjøldsgade 2a.

Hann læt stormin vendast í stilli,
bylgjurnar rundan um teir tagnaðu;
glaðir vóru teir, tí av stilti,
og Hann leiddi teir inn í havnina,
ið teir tráaðu eftir.
Sálm. 107.29,30