Netvarp

R7 - Savn

20 ráð heiløgum til handa

Her eru 20 ráð, sum William Gibson Sloan í síni tíð hevur lagt trúgvandi monnum og kvinnum, ið savnast saman um Jesu navn. Hesi ráð eru eins holl í dag sum á hansara døgum, og leiðbeiningarnar neyðugar sama sum tá.

  1. Legg teg eftir – um tað á nakran hátt er gjørligt – at koma á møti í rættari tíð. Tað er betur at koma eitt sindur frammanundan – og fáa stundir til stilla bøn, takkargerð ella til at grunda á Orðið, heldur enn at koma ov seint. Tað kann órógva tey, ið undan eru komin. “Táið tímin kom, settist Hann til borðs og ápostlarnir við Honum.” Luk. 22,14. “Men alt gangi sømiliga og við skili.” 1. Korint. 14,40.
  2. Hugsa um “Jesus eina” sum tann, ið er deyður og upprisin, og sum tann, ið fór til Himmals og kemur aftur. Um tað ikki er avgjørt neyðugt, lat so vera at tosa við onnur. Blaða heldur ikki í bíbliuni ella sálmabókini óneyðugt undir møtinum. “Gerið hetta til minnist um meg.” 1. korint. 11,25.
  3. Minst til, at ein og hvør, ið er savnaður um borð Harrans, antin fremur ella forðar fyri signing. Tí má ein og hvør síggja til at vera í samfelagi við Gud. “Hvør menniskja royni seg sjálvt, og eti tað so av breyðinum og drekki av kalikinum.” 1. Korint. 11,28.
  4. Minst til, at Heilagi Andin er hjástaddur fyri at leiða tilbiðjan og tænastu. Brøður eiga tí at ansa eftir, at teir eru í Andanum, táið teir tala ella biðja. Bert táið slíkt verður gjørt í Andanum, kann tað vera Gudi til tokka og til gagns fyri tey, ið saman eru komin. “Tí tað eru slíkar tilbiðjarar Faðirin vil hava.” Jóh. 4,23. “Tey, sum tilbiðja Hann, mugu tilbiðja í anda og sannleika.” Jóh. 4,24.
  5. Minnist til, at øll, ið saman eru komin, eru í somu støðu sum tilbiðjarar, blóðkeyptir syndarar, frelstir av náði Guds. Ef. 2,5-6 (Í tí er eingin munur á Guds børnum – AWS.). Men soleiðis er ikki, táið talan er um tænastuna (Orðsins kunngering o.t.). Nakrir hava fingið serstakar gávur, givnar av Kristusi, hinum livandi høvdi, til uppbygging likamsins. Men tað finst eisini vanlig tænasta, har hvør limur hevur sítt pláss. Les Ef. 4,11-16.
  6. Tann bróðir, ið talar ella biður, eiga at gera tað so hart og skilliga at øll, ið saman eru komin, týðiliga kunnu hoyra hann. Hann eigur at geva ivaleysa tíð fyri øll at finna sangin ella skriftstøðini, hann uppgevur, áðrenn byrjað verður. – “Bera tit ikki fram skiliga talu við tungu tykkara, hvussu skal tá nakar skilja tað, sum sagt verður?” 1. Korint. 14,9.
  7. Táið tú ansar eftir, at onkur ikki er á møtinum, far so og vitja hann og fá at vita, hví hann heldur seg burtur. Eru slík stødd í neyð, so hjálp teimum, um tað er gjørligt. “Men limirnir skulu hava líka umsorgan hvør fyri øðrum.” 1. Korint. 12,25. “Berið hvør annars byrðar.” Gal. 6,2.
  8. Varða teg fyri at fordøma ella forða einum veikum ungum bróðuri í brúki av gávu síni, hvussu lítil hon enn kann vera. Síggið heldur til at styðja og hjálpa honum. Sýn tó ikki kærleika tí á tann hátt, at tað tekur av sannleikanum – hesi bæði mega fylgjast. Hvør limur likamsins hevur sítt egna serskilta pláss. – “Men tú, hví dømir tú bróður tín? Ella tú, hví vanvirðir tú bróður tín?” Róm. 14,10.
  9. Táið vit sessast við borð Harrans, hav tá í huga, at tað er við tí serstaka endamáli at kunngerða deyða Harrans, inntil Hann kemur. Nettupp í mun til, sum ein minnist hetta, vil takkarsøgnin, undirvísingin og áminningin verða til gagns. Tí eigur sjálv breyðbrótingin ikki at verða goymd til allarseinast á møtinum, soleiðis sum stundum hendir. Sjálvt um tað ikki er ásett nøkur tíð, nær ið breyðið og kalikurin skulu verða borin runt, so hava vit Harrans egna fyridømi: Hann gav tí eitt frammaligt pláss, við tað at lærdómarnir í Jóh. 13-14 og 15 sýnast at vera frambornir aftan á breyðbrótingina. Lærusveinarnir “komu saman fyri at bróta breyðið.” Áp. 20,7.
  10. Verið blíð og høvisk við fremmand, sum koma millum tykkara. Verið yvirberandi og fordragilig hvør móti øðrum. Elskið ein og hvønn heilagan fyri Kristi skuld. Um kjøtið vísir seg hjá nøkrum, bið so fyri honum, tosa kærleiksfult við hann og minst til, at kjøtið er eisini í tær. “Bróðurkærleikin vari við.” Hebr. 12,1. “Verið í bróðurkærleikanum hjartaliga eymir, hvør við annan.” Róm. 12,10.
  11. Verð ikki illur, um onkur annar ikki vísir tær kærleika. Lat tað heldur ávirka teg til at vísa einum slíkum kærleika. Sum tú soleiðis sýnir Kristi sinnalag, vilt tú gleða teg í Hansara kærleika og verða eitt reiðskap til at vekja kærleika í teimum. “Vinn hitt illa við góðum.” Róm. 12,21.
  12. Gongur onkur tær ov nær, far tá endiliga ta leið við honum, sum Skriftin vísir á. Tosa við hann fyrst persónliga. Far í bønarinnar og fyrigevingar anda til hansara. Er tað møguligt, so bið fyrst saman við honum. “Far og hav at honum undir fýra eygum.” Matt. 18,15.
  13. Verður tú varur við , at tað gongur aftur á hond við áhuga tínum fyri evangeliums verki, kanst tú vera vísur í , at okkurt er galið. Far beinanvegin til Gud við tí í bøn og ákallan. “Demas fór frá mær, av tí at hann fekk kærleika til heimin, ið nú er.” 2. Tim. 4,10.
  14. Minst til tað, at ein og hvør heilagur hevur sína serstøku ábyrgd yvir fyri Gudi, og at “vit skulu øll standa fyri dómstóli Guds.” Róm. 14,10. 2. Korint. 5,10.
  15. Hav altíð í huga í hjarta tínum, at Harrin Jesus kemur aftur. “Vit vænta ta sælu vón.” Tit. 2,13.
  16. Lat ongan koma í samkomuna uttan við fullum samtykki av allari samkomuni. Hevur onkur ikki fult álit á tí, sum talan er um, so beri hann upp á mál, táið talað verður saman um hetta, ella sigi hann tað við teir, ið eru “fyristøðumenn” ella “vekja yvir sálunum” 1. Tess. 5,12. Hebr. 13,17. “Takið tí hvør móti øðrum, eins og eisini Kristus tók ímóti okkum Gudi til dýrd.” Róm. 15,7.
  17. Gev við gleði til fátøk millum tey heilagu ella til Harrans verk “alt eftir sum Harrin hevur lutað tær til”. Hevur tú lítið, væntar Harrin bert lítið. Hevur tú nógv, væntar Harrin nógv av tær. Varða teg fyri at vera gírigur ella havisjúkur – “sum jú er avgudadýrkan”. Kol. 3,5. “Hann gav seg sjálvan fyri okkum” Ef. 5,2. “Henda fátæka einkjan legði meir enn øll hini” Luk. 21,3.
  18. Sum húshaldarar hevur hvør einstakur av okkum sína persónligu og serstøku ábyrgd yvir fyri Gudi. Men tað hvílir eisini ein ábyrgd á okkum sum samkomur. Hugsa um teir tú hevur fult álit á, ið sendir eru av Gudi til at prædika evangeliið, ikki bert táið teir eru hjá okkum, men eisini táið teir arbeiða millum tey, sum eru “í londunum hinumegin tykkum” 2. Korint. 10,16 – úti á kristniboðsakrinum. “Tit sendu mær bæði eina og tvær ferðir tað, sum mær tørvaði” Fil. 4,16.
  19. Skamma teg ikki við og hav teg ikki undan at stilla teg saman við teir av tænarum Harrans, ið prædika Orðið úti undir fríum lofti. “Skammast ikki við vitnisburðin um Harra okkara” 2. Tim. 1,8.
  20. Táið tú tosar við órógvaðar sálir, vís teimum tá til orð Guds: “Teir talaðu nú Orð Harrans til hansara”.

William G. Sloan