Poul F. : Kvøða til Victor Danielsen
Í 1961, tá ið trúboðarin Victor Danielsen (1894-1961) fór heim til Harran, skrivaði skaldið Poul F. Joensen (1898-1970) hesa kvøðu til Victor:
KVØÐA TIL VICTOR DANIELSENS
Eg virði teg hátt, tú ein stríðsmaður var,
sum gav alt fyri hugsjónir tínar,
eg fati teg væl, tó eitt bládýpi var,
millum hugmyndir mínar og tínar.
Tí um ymiskt var mið, vit vegaðu slóð
og ei víktu for ørvaroddum,
tú bar guðsmerki – eg andsmentans kyndil –
óræddur mót heljarbroddum.
Vit lærdu báðir til sama starv,
men báðir slitu vit tjóðrið,
tó atvoldin tín var mótvegis mín,
og við hvør sínum fari vit fóru
Tú setti mót stjørnunum og himni kós,
heim farm av guðsboðum tú hevði;
við barlast av iva og fedranna mentan,
eg ytst út í oyðuna legði.
Tú akker lat falla á bíbilsku grund,
sum ikki í stormi dróg;
ivaleysur og sálartryggur,
sum stríðsmaður Harrans tú stóð.
Av botnleysum djúpum einsamallur
meg mátti um streingin rógva,
tá lýsti til landa meg andans viti
um ivans brotasjógvar.
Tú hevði eydnu og sálarbót
sum Harra tíns tænari vunnið,
men eg havi funnið sálarfrið,
tó eg ongan gud havi funnið.
Tú livdi eftir lyndi og læru,
tí sælur tú fór í mold.
Var mið títt eitt lognbrá, so vann tú tó
títt dýrdarríki á fold.
Hin fremsti í víngarði Harrans tú var,
og bjargaði sálum úr vanda;
eingin er maður í mannsins stað,
– so djúpt tíni fótaspor standa.
Eitt stórmenni, apostil og skald,
við tær av fold er farið,
tú bíbil og sálmabók føroyingum gav,
tær verða tín minnisvarði.
PÓL F.