Netvarp

R7 - Savn

Måned: december 2020

Sunnudagsskúlin í Ebenezer 140 ár

Alexander Samuelsen skrivar: Hesa ársins tíð er vanligt at kjósa ársins átak, ársins undangongufólk og so framvegis. Tað er ikki ætlanin í hesum føri. Ætlanin er bert at kasta ljós á sunnudagsskúlan í Ebenezer, sum í ár hevur 140 ár á baki. Ilt er at meta um, hvussu mong...
Read More

Nýggjársheilsan 2020-2021 – Øssur Berghamar

Øssur Berghamar hevur eitt orð við ársskiftið. Upptøkan er gjørd í Kristnastovu í Keypmannahavn Sangur: Gud tú sum okkum hevur leitt og varðað, nr. 299 í Nýggju Sangbók Guds Fólks. Felagssangur úr Ebenezer, tikin upp 11. september 2018....
Read More

á Torginum 29. desember

Á Torginum til týskvøldið 29 des 2020. “Skilnaður millum Gud og menniskju.”Menniskja í urtagarðinum EDEN og Jeriko múrar.ORÐIÐ fyri dagin: “Millummaðurin.”Upplestur og hópin av góðum sálmum og sangum.Endað verður við sanginum “Í Tínum dýra navni, Jesus, vit eitt nýtt ár byrja nú.” – nr. 1500.Vertur er Johan við Neyst.Upplestur:...
Read More

NÝGGJÁR 2020-2021

Orsaka av Korona-vandanum verða ongar nýggjársveitslur í Ebenezer á hesum sinni.Í staðin verða tvær løtur á netinum mikukvøldið 30. desember: kl. 20.00 Barnaløta við sangi, leiki, søgu og boðskapi.kl. 21.00 Ebenezerkórið syngur og ein nýggjársboðskapur verður at hoyra. Trýst á reyða “Netvarps-knøttin” her omanfyri. GOTT NÝGGJÁR !...
Read More

Netvarp úr Ebenezer sunnumorgunin kl. 11.00

Sunnudagin, 27. desember kl. 11, verður møti úr Ebenezer netvarpað. Svenning av Lofti talar. Salurin er tíverri ikki opin. Talan er um eitt netvarpað møti, nú virksemið er avmarkað orsakað av koronuvanda og almennum tilmælum. Leinkjan til møtið verður løgd út í høgra bredda á forsíðuni á ebenezer.fo umleið...
Read More

Trans World Radio

Vit eru mong sum minnast føroysku sendingarnar hjá Evangelisku Røddini, sum vórðu sendar umvegis Trans World Radio í Monte Carlo í árunum 1966 til 1992. Hetta vóru stuttar evangeliskar sendingar, ætlaðar føroyingum uttanlands, men sum eisini nógv her í Føroyum lurtaðu eftir. Trans World Radio sendir framvegis evangeliska boðskapin...
Read More

Jólaaftan kl. 14.00 – netvarp úr Ebenezer

Seinnapartin jólaaftan bjóða vit vanliga inn til eina jólaløtu í Ebenezer, men í ár ber tað ikki til. Koronafarsóttin hóttir, og tí verður jólaløtan í Ebenezer í staðin fyri netvarpað. Byrjað verður kl. 14. Leinkjan til sendingina er í høgra bredda á forsíðuni og her niðanfyri: Kelda: ebenezer.fo...
Read More

Dupultfløga við Miðnáttarsangbólkinum

Bólkurin, sum var væl dámdur í sjeytiárunum, verður við á serligum tunnilstiltaki á Toftum nú leygardagin 19. desember 2020. Hesi myndaðu Miðnáttarsanghbólkin í sjeytiárunum: Aftast, v.f.: Jóannes S. Hansen, Leivur á Torkilsheyggi og Ólavur Tausen. Miðraðið, v.f.: Anna á Torkilsheyggi, Karin Lamhauge, Elin á Torkilsheyggi, Charles Jacobsen, sáli, og...
Read More