Netvarp

R7 - Savn

Minningarorð um Dánjal Poulsen

Jógvan Hammer skrivar:

Staddur uttanlands týsmorgunin 26. apríl 2022 komu boðini um, at vinur, skyldmaður og samverkamaður okkara í EvR í so mong ár, Dánjal, var heimkallaður til Harran hesa náttina. Hóast tað ikki kom heilt óvæntað, so kann ein ikki annað enn gerast hugtungur og hugsunarsamur, tá skilnaðurin soleiðis gerst veruleiki. Tað, sum eina slíka løtu tó ger allan munin, er at vita, sum Dánjal sjálvur segði, tá vit í síðstu viku tosaðu saman fyri seinastu ferð: Vit síggjast hinumegin!  

Sum samverkamaður og nevndarlimur í Evangelisku Røddini, EvR, hevur Dánjal, líka síðani hann tók við í hesi sjálvbodnu tænastu í 1983, í útvið 40 ár, roynst sum ein sera nærlagdur, dugnaligur og hjálpsamur álitismaður. Hetta var í tíðini, tá EvR-sendingarnar vóru sendar á millumbylgju frá Trans World Radio í Monte Carlo.

Grundað á tøkniligu menningina innan kringvarp og samskifti, varð í 1990 avgjørt at steðga við millumbylgjusendingunum frá TWR, og leggja á annan bógv. Eftir at føroyska kringvarpslógin var broytt og loftmiðlaeinkarrætturin avtikin, var Dánjal ein teirra, sum var sannførdur um, at vit áttu at arbeiða fyri at fara undir útvarpssendingar í Føroyum gjøgnum nærvarp. Heldur enn at seta á stovn egið nærvarp, samtykti EvR-nevndin at kanalisera evangelisku sendingarnar út gjøgnum nýstovnaðu kringvarpsrásina Rás 2, seinni R7 og Radio.fo, ið so við og við kom at røkka um alt landið.

Dánjalsa hugflog og áhugi fevndi ikki einans um ljóðupptøkur. Hann var sannførdur um, at gleðiboðskapurin, borin fram bæði í ljóði og við mynd, fór at tæna endamálinum betur.  Sostatt kom hann at vera undangongumaður fyri at útvega EvR dygdarupptøkutól. Hesi tól hava m.a. gjørt tað møguligt at netvarpa møtir í koronatíðini, og hevur Dánjal  verið lyklapersónur í sambandi við alla netvarping úr Ebenezer. Í fleiri ár hevur hann skipað fyri netvarping av útimøtunum á ólavsøku og viðtalu við ólavsøkugestir.

Mynd: Dánjal við myndatólið til seinastu stroymingina úr Ebenezer hin 6. mars 2022

Líka síðani almenna kringvarpið byrjaði at senda sjónvarpsmøtir frá ymisku samkomunum um landið, hevur Dánjal verið fastur myndamaður. Hann hevði sera gott eyga fyri myndagóðskuni.

Mynd: Dánjal Poulsen, Róðin Mellemgaard, Jógvan Mellemgaard og Jóhan Vang eftir sjónvarpsupptøku í Nebo á Toftum

Í samband við samfelagsmøtir og størri møtitiltøk í ítróttarhøllini á Nabb og Gundadalshøllini gjøgnum árini, eitt nú Billy Graham fundarrøðirnar Global Mission, Mission Wold Europe og Louis Palau-møtini, hevur Dánjal verið fastur partur av tøknitoyminum.

Dánjal hevði stak góðar hendur til verkligt arbeiði. Hann stóð í høvuðsheitum fyri innrættingini av nýggja EvR studio-1 eftir umbyggingina í Ebenezer. Hann var eisini við til at skipa fyri og seta á stovn EvR Studio-2 úti á Fløtum í 90-unum. Hetta studio hevur verið karmur um fleiri fløguútgávur.

Eitt av hansara hjartamálum vóru húsini úti á Fløtum, har EvR Studio-2, Bíbliugrunnurin, Holocaustsavnið og Vinafelagið Føroyar-Ísrael halda til.

Mynd: Hans av Fløtum, Dánjal Poulsen, Klæmint Weihe og Jógvan Hammer uttan fyri húsið á Fløtum

Eitt tað seinasta avrikið, Dánjal ynskti at fáa frá hondini, var at fáa valt um hesi húsini, og skift vindeygu og hurðar, áðrenn veturin kom. Í desember mánað 2021, fyri jól, var hetta arbeiðið fullført, ikki minst av hansara ágrýtni.

Frá nevndini í Evangelisku Røddini vilja vit bera Dánjali tøkk fyri hansara stóra trúfesti og ótroyttiliga arbeiði fyri at breiða gleðiboðskapin út til alt Føroya fólk.

Ærað verið minnið um samverkamann okkara Dánjal Poulsen.

Vegna EvR

Jógvan Hammer