Samkoma Innan Glyvur/Skála – Loyst var úr lagdi!
Poul Jóhan Djurhuus skrivar:
Hetta er fínastova hjá Ommu á Glyvur, (Poulina Djurhuus) har eg var nógv sum smádrongur, serliga í fimtiárunum. Tað var í hesi stovu og við hesum møblunum, at samkoman Innan Glyvur byrjaði fyri 49 árum síðani, á heysti 1971.
Skjótt varð stovan ov lítil og tað varð flutt inn til abbabeiggja mín Anton og Karolinu Djurhuus eisini Innan Glyvur. Í 1979 flutti samkoman inn í spildurnýggjan sal á Skála, NERIJA, har samkoman er í dag. Omma og pápabeiggi mín Emil góvu loyvi til at hava breyðbróting í húsum teirra, sum tey eisini eiga stóra tøkk fyri.
Til fyrstu breyðbrótingina vóru hesi: Omma, Karolina og Anton Djurhuus, Steinvør og Arnhold Olsen, og eg sjálvur. Hetta fyrsta møti var meiri sum ein roynd, men avgjørt var at hava tað aftur fylgjandi sunnumorgun, og tá vóru vit tey somu á møti + tríggir synir hjá Steinvør og Arnhold; og síðani tá hevur breyðbróting verið Innan Glyvur og seinni á Skála í 49 ár. Komandi heyst, 05. september, verða tað 50 ár síðani samkoman í Nerija byrjaði Innan Glyvur.
LEGÐIST AFTURAT
Tað, sum var so ómetaliga hugaligt, var, at tað legðist so skjótt afturat. Fólk á Selatrað, Morskranesi, Strondum, Skála, Skálabotni og Funningsbotni góvu seg til kennar, at tey ynsktu at vera við til breyðbrótingina, sum byrjað var Innan Glyvur. Um hetta mundi komu eisini nøkur til trúgv og gjørdust ein partur av hesi lítlu samkomu, og onnur, sum høvdu vitnað um frelsuna fyri fleiri árum síðani lótu seg doypa.
Av hesi orsøk gjørdist ”Fínastova” hjá ommu og stovurnar hjá Anton og Karolinu ov trongar, og skjótt fór samkoman at tosa um grundstykki til sal, sum gjørdist ein gleðiligur veruleiki í 1979.
BARNAMØTIR
Samstundis sum breyðbróting byrjaði í húsinum hjá ommu, so byrjaðu eisini reglulig barnamøtir annanhvønn týsdag í húsunum hjá Anton og Karolinu. Tað var Steinvør hjá Arnhold, sum stóð fyri barnamøtunum, og tað komu yvir 20 børn. Innbjóðingar vóru sendar í øll húsini á Glyvur, tey uttastu húsini á Skála og tey innastu húsini á Strondum. Hetta var eisini eitt frambrot úr nýggjum við tað, at regluligt barnaarbeiði ikki áður hevði verið í bygdini.
Eg vil leggja hetta afturat, at tað, sum her er skrivað er ein týðandi partur av bygdasøguni hjá bygdunum Innan Glyvur og Skála – hetta var eitt frambrot har loyst varð úr lagdi! Vanvirð ikki tað, sum byrjað verður í smáum!