Netvarp

R7 - Savn

Hin gloymda tænastan? At geva til Harrans verk

Nakrar bíbilskar meginreglur um at geva:

Hóast Orð Guds greitt lærir, at “ein og hvør” trúgvandi “hvønn fyrsta dag í vikuni” (tvs. regluliga) “í loyndum” “skal leggja nakað burturav” til Harrans verk, so er vandi fyri, at henda læra og lív fer at vikna í samkomuni, so hvørt sum tey eldru fella frá – um hetta ikki verður borið víðari til næsta ættarlið.

Eg eri føddur í 1965, og kann við gleði siga, at eg bæði heimanífrá og í míni heimasamkomu tá varð lærdur um ymsar meginreglur í Orði Guds á so mongum økjum, sum eg minnist vóru ein púra nátúrligur partur av lívi og læru hjá teimum, ið undan gingu og slóðaðu fyri.

Bert eitt ættarlið skal til at gloyma!

Lóg Harrans er fullkomin, hon lívgar sálina; vitnisburður Harrans er trúfastur, hann ger hin einfalda vísan; fyriskipanir Harrans er rættar, tær gleða hjartað, boð Harrans er reint, tað lýsir upp eyguni

Soleiðis stendur skrivað í Sálmi 19:8-9, og hesi ørindi undirstrika, hvussu týðandi tað er fyri okkum, gloymsku menniskju, at søkja Harran og at granska og kenna Orð Hansara, so hann kann lívga sál okkara, gera hin einfalda vísan, gleða hjartað og lýsa upp eygu okkara.

Men, sum onkur hevur sagt, so skal bara eitt ættarlið forsømast, og so er vandi fyri, at bíbilskar meginreglur, sum áður vóru ein signaður og nátúrligur partur av lívsførslu teirra trúgvandi, hvørva í gloymskunnar og líkasælunnar hav.

Tað skal í grundini bara eitt einasta ættarlið til, sum forsømir at bera Guds Orð og Guds lyfti víðari til síni børn – so skjótt er tað, at týðandi sannleikar í Orði Harrans kunnu verða mistir og horvnir fyri eygum Guds barna.

Hvar er Bíblian í tínum dagligdegi?

Onkuntíð verður skemtandi sagt, at vit  í brøðrasamkomuni altíð hava okkara egnu Bíbliu við  á møti, tí vit hava ikki álit á, at tann, sum talar á møtinum, siterar hana rætt.

Hetta er sjálvandi sagt í øllum stuttleika, men samstundis er hetta ein áminning til øll trúgvandi, tí hetta reisir spurningin: Er tað soleiðis longur, at vit brúka Bíbliuna dagliga og hava hana við okkum á møti? Ella hevur hon fingið eina lægri raðfesting í lívi okkara og harvið eisini í samkomuni?

Undir øllum umstøðum er greitt, at okkara einasta kelda til “at gera alt gott verk” er Orð Guds. Tí er tað altavgerandi, at vit kenna alla skriftina, sum “… er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi, so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk” (2. Tim. 3:16-17).

Serliga eiga vit, sum eru í ábyrgdarárum, at gera Orð Guds til ein dagligan og nátúrligan part av okkara lívi, so vit kunnu vera førir fyri “bæði at áminna við hini heilnæmu læru og at teppa tey, sum siga ímóti” (Tit. 1:9).

Grundarlagið: Størsta gávan!

Alt Orð Guds  hevur sín uppruna í Gudi, og tað tekur eisini altíð støði í Honum, tí “frá Honum, við Honum og til Hansara er jú alt” (Róm. 11:36). “Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er” (Jóhs. 1:3).

Eisini hetta: at geva – hevur sín uppruna í Honum, “sum elskaði meg og gav Seg sjálvan fyri meg” (Gal. 2:20), “tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav…”, sigur kendasta ørindið í Bíbliuni, Jóhs. 3:16.

Hann hevur givið okkum alt: lívið, gávur, evni og tað æviga lívið.

Hví? – Jú, tí Hann elskaði okkum.

Prinsippið er hetta: Fyri at kunna geva, mátti Hann vilja geva, og Hann vildi geva, tí Hann elskaði okkum.

Ein gáva kann bara gevast – ikki takast!

Um ein gáva ikki verður givin sjálvboðin, óbiðin, av hjarta, so er hon ikki longur nøkur gáva, men eitt krav, ein rokning, sum verður kravd inn.

Her er ørindið í 2. Kor. 9:7 sera viðkomandi: “Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli – tí Gud elskar glaðan gevara!”.

Foreldrakærleikin er óivað tann mest grundleggjandi avmyndin av Guds kærleika og umsorgan fyri okkum, tí Gud sjálvur lýsir Sín kærleika við at gera okkum til síni børn, og Seg sjálvan til himmalska Faðir okkara.

Hvørja ferð foreldur vísa sínum børnum kærleika, eru tey sostatt ein mynd at tí kærleika, sum Hann hevur til okkum.

Ynski her at siga frá einum sigandi dømi úr veruliga lívinum, sum eg kenni:

Elskandi foreldur

Kenni eina familju, har dóttirin er nýrasjúk. Tey vóru sjálvandi ómetaliga glað og errin, tá ið tey fingu hesa yndisligu dóttur, og líka stór var sorgin, tá ið tað gjørdist alt meira greitt, at nýru hennara ikki virkaðu, sum tey skulu.

Sjúkan gjørdist at enda so ring, at hon spakuliga følnaði og viknaði, og hetta førdi til, at foreldranna stóri kærleiki til dóttrina gjørdist sjónligur á ein serstakan hátt.

Pápin beyð sær til at geva dóttrini annað av sínum nýrum. Farið varð á sjúkrahús, har gjølligar kanningar fyrst vórðu gjørdar.

Skurðviðgerðin gekk væl, men aftaná vísti tað seg tíverri, at immunverjan hjá dóttrini stoytti nýra pápans frá sær, so tað ongantíð fór at virka, og so við og við gjørdist aftur greitt, at gentan framvegis var álvarsliga sjúk.

Nú steig mamman fram og beyð sær til at geva dóttrini annað av sínum nýrum, og enn einaferð vórðu kanningar gjørdar og eftirfylgjandi ein skurðviðgerð, har mammunnar nýra varð flutt frá tí eldru til ta yngru við kønum læknahondum.

Enn einaferð eydnaðist væl at skurðviðgera, og hesaferð gjørdist úrslitið betri aftaná, tí nú eydnaðist tað at fáa likam dótturinnar at góðtaka og taka til sín tað “nýggja” nýrað, sum hon hevði fingið frá mammu síni.

Í dag hevur dóttirin fingið eitt nýtt og betri lív.

Hví gjørdu foreldrini hetta fyri teirra dóttur? Var tað tí, dóttirin kravdi tað av teimum? Nei, hon kravdi einki og kundi heldur ikki gera tað. Nei, foreldrini elskaðu hana, og tí vildu tey sjálvi geva henni enntá burtur av egnum likamum.

Hesin tilburður, sum er frá tí veruliga lívinum nú á døgum, er ein ómetaliga vøkur mynd av Guds stóra kærleika til okkum, ið var so stórur, at hann gav okkum enntá sín egna, einborna son, Harran Jesus Kristus.

Soleiðis er hvør gáva, sum givin verður, ein mynd av gávu Kristusar til okkum, tí eins og foreldrini við síni gávu góvu dóttrini lívið, soleiðis hava vit í Kristusi fingið tað æviga lívið.

Endamálið hjá samkomuni

Heimasamkoma mín hevur heilt frá barni av verið í Betesda, Klaksvík, har ognarskjalið fyri sjálveigandi stovnin “Betesda” millum annað er soljóðandi:

“.. eitt samkomuhús fyri Guds børn til gudsdýrkan eftir Bíbliunnar læru, og til kunngerðan av Kristi reina og fría evangelium um eina fullfíggjaða, æviga frelsu gjøgnum Kristi deyða og uppreisn aleina”.

Grundleggjandi og fremsta endamálið við samkomuni er ikki allur tann aktivitetur, sum er har.

Nei, endamálið er at savnast um Harran og at kunngera“dygdir Hansara” (1. Pæt. 2:9) eftir Bíbliunnar læru, tí Hann “hevur orð hins æviga lívs” (Jóhs. 6:68), og“heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við” (Áp. 4:12).

Til alt hetta hava vit bara eina einastu keldu: Orð Guds – og tí er tað so umráðandi, at vit bæði kenna hetta Orðið og fylgja meginreglunum og læruni í tí … eisini í sambandi við pengar og at geva, sum henda grein mest savnar seg um.

Evnið er stórt og verður ikki lýst út í æsir í hesari grein, men nøkur av bíbilsku prinsippunum fyri at geva til Harrans verk verða tó lýst.

Fyrsti spurningur: Hvat skal eg geva?

Gev tað tú hevur!

Her er grundleggjandi svarið í Orði Guds, at Harrin krevur ikki nakað av tær, sum tú ikki hevur.

Hebr. 13:16 sigur:“Men gloymið ikki at gera væl og geva øðrum burturav frá tykkum! Slík offur líkar Gudi”.

Tað sigur seg sjálvt, at tú kanst ikki geva burturav uttan at hava nakað at geva burturav, og 2. Kor. 8:12 stuðlar undir hesa somu meginreglu við at siga: “Tí viljin er væl fagnaður, har sum hann er – eftir tí, sum hann hevur, og ikki eftir tí, sum hann ikki hevur”.

Aftur her er Harrin Gud sjálvur fremsta fyrimyndin, tí Ef. 3:16 sigur,“at Hann (Faðirin) eftir ríkidømi dýrdar Sínar skal geva tykkum …”, tvs. eisini Hann gevur okkum burturav frá Sær, júst so sum Hann biður okkum gera.

Og forrestin: Alt, vit hava, er okkum givið av“Faðir ljósanna” (Ják. 1:17) – tað er alt frá Honum, og vit kunnu æra Hann við at geva Honum tað aftur.

Tvs. um tú spyrt: Hvat skal eg geva? – so svarar Orð Guds:

·        Gev tað, tú hevur!

Hetta leiðir okkum víðari til næsta spurning, sum er:

Annar spurningur: Hvussu nógv skal eg geva?

Gev eftir førimuni!

Tú spyrt kanska: Hvat er nógv? – og fyrsta svarið er, at nógv er ikki ein ávís upphædd.

Her gevur kenda hendingin við tí fátæku einkjuni í Luk. 21:1-4 okkum sera góða peiling av, hvussu Harrin Gud hugsar um hesi viðurskifti.

Hendan fátæka einkjan legði tveir smápeningar í tempulkistuna, og kortini segði Harrin Jesus: “Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda fátæka einkja legði meir enn øll hini. Tí øll hesi løgdu gávur sínar av yvirflóð síni; men hon legði av armóð síni alla ogn sína, sum hon hevði”.

Hetta skriftbrot sigur okkum ógvuliga greitt, at Harrin sær, veit og kennir tínar umstøður, og Hann krevur ikki meiri av tær enn tað, sum tú hevur – Hann veit alt um teg!

Víðari lærir Orð Guds, at vit skulu“… leggja nakað burturav, sum .. nú ber til …” (1. Kor. 16:2), og í 2. Kor. 8:7 stendur:verið … ríkir í hesum kærleiksverki– tvs. at vit skulu ikki vera smátøkin, tá ið tað snýr seg um hetta.

Um samkomurnar í Makedonia sigur Orð Guds í 2. Kor. 8:1-5, at“… hóast tey vóru hart roynd í trongd, hevur tó yvirstreymandi gleði teirra verið so í yvirflóð mitt í djúpa fátækdómi teirra, at tey góvu, ríkliga og gávumilt. Tí eftir førimuni góvu tey – tað vitni eg – ja, út um førimun, av egnum eintingum. Tey bønaðu okkum um at sleppa at vera við í hjálpini til hini heiløgu. Og tey góvu, ikki bert so sum vit høvdu vónað; nei, tey góvu seg sjálv við – fyrst Harranum og síðani okkum, við vilja Guds”.

Hetta hongur eisini saman við Harranum Jesusi Kristusi, tí eins og Hann gav Seg sjálvan fyri okkum, soleiðis leggur Orð Guds upp til, at vit geva Honum okkum sjálv.

Tvs. um tú spyrt: Hvussu nógv skal eg geva? – so svarar Orð Guds:

·        Gev eftir førimuni!

·        Gev ríkliga og gávumilt!

·        Gev, sum nú ber til!

Men, enn hava vit ikki sett tann grundleggjandi spurningin:

Triði spurningur: Hví skal eg geva?

Tí Hann gav mær fyrst!

Sum nevnt, kann eingin krevja ein annan at elska seg, og ein gáva kann ongantíð takast ella krevjast av einum øðrum – hon kann bara gevast.

Men um nú tað hendi ein dagin, at ein persónur púra óvæntað kom og hjálpti tær og gav tær nógva umsorgan, so skuldi tað verið løgið, um tú ikki fekst hug at hjálpa hesum persóni afturfyri.

Tað er júst hetta, sum Orð Guds sigur hendir í lívinum hjá teimum, ið síggja, at Gud elskar tey. Eitt nú sigur 1. Jóhs. 4:19, at “vit elska, tí Hann elskaði okkum fyrst”.

Guds kærleiki er ein kærleiki, sum gevur seg sjálvan:“Tí so elskaði Gud heimin, at hann gav ..”, so um tú upplivir, at Gud elskar teg, so fer hetta at virka í tær ein hug at geva Honum og verki Hansara nakað aftur.

Hetta hongur saman, sigur Harrin Jesus sjálvur í Luk. 7:47: “Hon elskar nógv, sum fær nógv fyrigivið, men tann, ið lítið verður fyrigivið, elskar lítið”.

So er spurningurin: Hevur tú fingið lítið ella nógv fyrigivið av Gudi? – svarið upp á tann spurningin verður avgerandi fyri, hvussu nógv ella lítið tú vilt geva aftur til Harran.

Tí eg var svangur!

Eitt annað, sum kann fáa okkum at geva, er, tá ið vit í Orði Guds síggja, hvussu høgt Harrin sjálvur setur hesa tænastu, at vit hjálpa øðrum.

Hetta síggja vit í fleiri støðum í Skriftini – eitt nú í Lukasi 14:13-14, har Harrin Jesus eggjar til at bjóða teimum fátæku og sjúku inn. “Tá ert tú sælur; tí tey hava einki at løna tær aftur við, men tað skal verða tær afturlønt, táið hini rættvísu rísa upp”.

Tí er eingin ivi um, at Harrin vil hava síni børn sum Hansara sendiboð at hjálpa og geva øðrum.

Sama hugsunarhátt síggja vit aftur í dóminum yvir fólkasløgini í Matteusi 25:35-36, har Harrin sjálvur fer at siga: “tí Eg var svangur, og tit góvu Mær at eta; Eg var tystur, og tit góvu Mær at drekka; Eg var fremmandur, og tit tóku ímóti Mær; Eg var nakin, og tit klæddu Meg; Eg var sjúkur, og tit vitjaðu Meg; Eg var í fangahúsi, og tit komu til Mín”.

Og so fer Hann eisini at siga, at: “tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!”

Hetta er eitt dømi um, at tað verri enn so altíð er at finna sum eini beinleiðis boð ella lóg í Orði Guds, hvussu vit skulu bera okkum at. Hinvegin síggja vit rættiliga klárt, hvussu Harrin Gud er, og hvussu hansara hugsanir eru fyri lív okkara.

Tí hjartað verður har, sum tú gevur

So kann onkur spyrja: Eg eigi næstan einki avlop! Nyttar tað nakað, ateg gevi?

Eisini her hevur Harrin Jesus svarið: Hann sigur í Matt. 6:20-21: “.. savnið tykkum skattir í Himli, har hvørki mølur ella rustur etur ..”.

Men hví er tað so týðandi, at øll eru við til at geva? – Jú, sigur Harrin, “tí har, sum skattur tín er, verður hjarta títt við”.

Tvs. upprunaliga byrja vit at geva, tí vit hava hug til tað, men tað vendir eisini hinvegin, tí tá ið tú fyrst hevur givið eina gávu til eitt endamál, so vil tað eisini styrkja tín áhuga og harvið hugin at geva uppaftur meira – ein positiv ringrás, har hugur og handling styrkja hvør annan.

Tí er tað so umráðandi, at øll eru við til at geva – sama um tað er nógv ella lítið – soleiðis at hjartað hjá øllum verður upptikið av Harranum og samkomu Hansara.

Tvs. um tú spyrt: Hví skal eg geva? – so svarar Orð Guds:

·        Tí Hann elskaði og gav tær fyrst!

·        Tí Harrin setur tað ógvuliga høgt!

·        Tí hjartað verður har, sum tú gevur!

Fjórði spurningur: Hvør skal geva?

Øll í Guds samkomu!

Til henda spurning svarar Orð Guds eitt nú í 1. Kor. 16:2, at “ein og hvør tykkara … [skal] leggja nakað burturav ..”.

Hvat merkir: “ein og hvør” av okkum? – Jú, tað merkir “vit øll”.

Hin ríki hevur serliga ábyrgd!

Áður nevndi tilburður í Luk. 21:1-4 um ta fátæku einkjuna prógvar, at tørvur er á øllum til tænastuna at geva – eisini teimum fátæku.

Men Orð Guds sigur eisini, at hini ríku hava eina serliga ábyrgd. Hetta kemur eitt nú fram í 1. Tim. 1:17-18, har tað stendur, at: “teimum, sum rík eru í tíðini, sum nú er, skalt tú áleggja, at tey mugu ikki vera hugmóðig, ei heldur seta vón sína á hitt ótrygga ríkidømi, men á Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta. Álegg teimum at gera gott, vera rík í góðum verkum, gávumild, góðgerin“.

Sama hugsunarhátt finna vit aftur í 1. Jóhs. 3:17, har tað verður ámint enn meira álvarsamt, at “tann, ið hevur góðs heimsins – og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum – hvussu kann kærleiki Guds verða verandi í honum!”.

Bið ikki um hjálp frá heiminum!

Um hetta lesa vit eitt nú í 3. Jóhs. v.7, har tað stendur at: “fyri navns Hansara skuld fóru teir avstað, uttan at hava nakað frá heidningunum “, og so sigur hann víðari, at “skylda okkara er tí at taka okkum av slíkum, so vit kunnu verða samverkamenn sannleikans”.

Her er greitt, at hugsunarháttur Harrans er, at samkoma Hansara ikki skal biðja um hjálp frá heiminum til verk Hansara. Bíbliugranskarar eru, sum siga, at tað her bæði kann verða talan um beinleiðis pening ella um metodur, sum vit ikki skulu taka við frá heiminum.

Sami boðskapur er í Orðt. 21:27: “Offur gudleysra er andstygd – og enn meiri, tá ið tey ber tað fram við illum í huga!”. Ein umseting sigur hetta versið soleiðis:“… hvussu mikið nógv meira, tá ið hann ofrar tað fyri at gera bót fyri sítt gudloysi”.

Hetta seinasta sigur nakað um motivini hjá teimum, sum í dag geva til góð endamál – ofta alment – at tey kenna eina vælveru av at geva og gera nakað gott, og tey vilja fegin vera góð menniskju.

Eitt skriftstað, sum undirstrikar hetta sama, er eitt nú Orðt. 15:18: “Offur gudleysra [ófrelsta] er Harranum andstygd, men bøn hinna sannhjartaðu líkar Honum”.

Tvs. um tú spyrt: Hvør skal geva? – so svarar Orð Guds:

·        Ein og hvør tykkara!

·        Øll í samkomu Guds!

·        Hin ríki hevur serliga ábyrgd!

·        Bið ikki um hjálp frá heiminum!

Fimti spurningur: Til hvønn skal eg geva?

Fyrst Harranum!

Her er eingin ivi um, at vit fyrst av øllum eiga at yvirgeva okkum sjálv til Harran, og at Hann biður teg geva Sær “veg tín í hond” (Sálmur 37:5).

Skriftstøðini eru so mong, ið stuðla hesum – eitt nú hesi trý: “Sonur mín! Gev mær hjarta títt” (Orðt. 23:26), “Hugsa um skapara tín á ungdómsdøgunum …” (Præd. 12,1), og“Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! …” (Matt. 6:33).

Í 2. Kor. 8:5 lesa vit um samkomurnar í Makedonia, at “tey góvu [hjálp til hini heiløgu], og tey góvu seg sjálv við – fyrst Harranum og síðani okkum, við vilja Guds”.

Til hini heiløgu sum treingja!

Tvs. fyrst Harranum persónliga og síðani verki Hansara á jørð – samkomu Hansara – men hvør er so tað? Hvønn ynskir Harrin meg at geva til?

Aftur her finna vit fleiri skriftstøð, sum kunnu leiðbeina okkum. 1. Kor. 16:1 sigur:“… til hini heiløgu …”, Áp. 2:44-45 sigur: “Øll hini trúgvandi … eftir sum hvør trongdi”, og 1. Jóhs. 3:17 slær tað enn meira fast við at siga, at“tann, ið hevur góðs heimsins – og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum – hvussu kann kærleiki Guds verða verandi í honum!”.

Til Orðsins tænarar!

Í triðja lagi leggur Orð Guds upp til, at“tann, sum upplærdur verður í orðinum, skal geva honum, ið upplærir hann, part við sær í øllum góðum” (Gal. 6:6).

Hesin hugsunarháttur Harrans verður undirstrikaður í 1. Tim. 5:17, har tað stendur, at“hinir elstu, sum eru góðir fyristøðumenn, skulu verða hildnir tvífaldan heiður verdir, mest teir, sum arbeiða í talu og læru.

Harrin Jesus er sjálvur inni á hesum sama í Matt. 10:40-41, har Hann sigur, at“tann sum tekur ímóti tykkum [ápostlunum], tekur ímóti Mær … tann, sum tekur ímóti profeti, tí hann er profetur, skal fáa somu løn sum profetur; tann, sum tekur ímóti einum rættvísum, tí hann er ein rættvísur, skal fáa somu løn sum ein rættvísur”.

Ger øllum gott!

At enda í hesum parti er vert at sitera Gal. 6:10, sum sigur:“Latið okkum tí, eftir sum okkum ber til, gera øllum gott, og fyrst og fremst teimum, sum hoyra til húshald trúarinnar!”

Hetta sama verður undirstrikað í 2. Pæt. 1:5-7, har Orð Guds leggur okkum eina við í gudsóttanum at vísa bróðurkærleika,“og í bróðurkærleikanum kærleika til øll!”

Tvs. um tú spyrt: Til hvønn skal eg geva? – so svarar Orð Guds:

·        Fyrst Harranum!

·        Til hini heiløgu, sum treingja!

·        Til Orðsins tænarar!

·        Ger øllum gott!

Sætti spurningur: Nær skal eg geva?

Gev regluliga!

Eisini í mun til henda spurning gevur Orð Guds okkum vegleiðing og svar.

Eitt nú stendur í 1. Kor. 16:1-2: “Nú, viðvíkjandi samanskotinum til hini heiløgu, skulu tit gera á sama hátt, sum eg havi fyriskipað samkomunum í Galatia. Hvønn fyrsta dag í vikuni skal ein og hvør tykkara heima hjá sær sjálvurm leggja nakað burturav – sum honum nú ber til …”

Sostatt kunnu vit her staðfesta, at tað er í tráð við tað, sum Orð Guds sigur í omanfyri nevndu ørindum, at vit í mínari heimasamkomu – og mongum øðrum við – geva pening í posan hvønn fyrsta dag í vikuni, eftir breyðbrótingina (minnismáltíð Harrans). Tað var eisini hesi ørindini, sum vórðu brúkt sum grundgeving, tá ið eg sum ungur spurdi ein elsta, hví posin fór runt hvønn sunnumorgun eftir breyðbrótingina.

Í eitt sindur víðari merking kunnu vit staðfesta út frá hesum, at Harrin í Orði Sínum ynskir okkum at geva regluliga.

Gev av tí fyrsta sum tú vinnur!

Um vit kaga eitt sindur í vegleiðingar Harrans til Sítt egna jørðiska fólk, Ísrael, so finna vit eitt svar aftrat til spurning um, nær vit skulu geva.

Har stendur í 2. Mós. 23:19, at “tað fyrsta av frumgróðrinum av jørð tíni skalt tú ber í hús Harrans Guds tíns”.

Her ger Harrin greitt, at Hann ynskir fólk Sítt at geva av tí fyrsta av inntøku teirra, tvs. beinanvegin, tá ið tey fáa inntøkuna – tað, at geva, skal hava høga raðfesting.

Gev til hitt stóra verk!

Vit síggja eisini dømi í Orði Guds um, at fólk Guds geva eyka gávur, tá ið eitt størri tak skal takast í Harrans verki.

Dømi um hetta finna vit í 2. Mós. 35:20-22a og 29, har tað eitt nú stendur:

·        at øll samkoman var um innsavningina til samkomutjaldið

·        ein og hvør luttók, sum hjartað stýrdi og andin dreiv til tað

·        bæði menn og kvinnur – ein og hvør, sum hevði hjartalag til tað

·        hvør og ein, sum hjartað stýrdi til at geva nakað til hitt stóra verk, ið Harrin við Mósesi hevði givið boð um

·        tey komu við tí, sum sjálvkravdari gávur til Harran

·        Ta ferðina varð nóg mikið givið til alt verkið, ið gerast skuldi – ja, av leyp (2. Mós. 36:5-7).

Tvs. um tú spyrt: Nær skal eg geva? – so svarar Orð Guds:

·        Gev regluliga! – “hvønn fyrsta dag í vikuni”!

·        Gev av tí fyrsta, tú vinnur!

·        Gev “Til hitt stóra verk!”

Sjeyndi spurningur: Hvussu skal eg geva?

Óivað er hesin ein tann truplasti av spurningunum at svara greidliga og sannførandi, men eisini her hava vit nøkrum førum greiðar meginreglur og í øðrum førum fyrimyndir í Orði Guds at halla okkum at, tá ið hesin spurningurin skal svarast og praktiserast í lívi okkara.

Í slíkum og líknandi spurningum verður onkuntíð sagt: – Jamen, tá ið tað ikki stendur sum eini beinleiðis lógboð til mín í dag, so havi eg ikki hug til at taka tað so tungt!

Her eru hyggjuráðini heldur at spyrja seg sjálvan: – Hvussu er hugsunarháttur Harrans til henda spurning yvirhøvur í Orði Guds, og hvørjar fyrimyndir hevur Hann valt at seta fyri okkum at fylgja eftir?

Latið okkum heldur ikki í hesum spurningi gloyma, at “øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm …” (2. Tim. 3:16).

Gev ikki fyri at verða sædd av menniskjum

Í Matt. 6:1-4 lesa vit:

·        Gev ikki fyri at verða sæddur menniskjum

·        Lat ikki blása í lúður fyri tær, tá ið tú gevur

·        Lat ikki vinstru hond vita, hvat høgra ger

·        Gev í loyndum

Á hesum øki er eingin sum helst ivi, at Harrin í Orði Sínum vil hava okkum at geva uttan at erpa okkum av tí og fortelja tað fyri øðrum.

Júst tað øvugta av heiminum!

Hetta er jú púra øvugt av tí, sum í dag verður gjørt av mongum, har fólk og felagsskapir beinleiðis marknaðarføra seg sjálv og sín felagsskap við at fortelja fólki og lata seg avmynda, tá ið gávur verða latnar.

Sostatt kunnu vit staðfesta, at slíkar mannagongdir eru í stríð við Orð Guds, og hvørki samkoman ella hin einstaki trúgvandi eigur tí at taka við aðrari mannagongd enn henni, sum Orð Guds ásetur.

Omanfyri nevndi setningur: “lat .. ikki vinstru hond tína vita, hvat hin høgra ger um ikki at lata vinstru hond vita, hvat høgra ger”, ljóðar í einari umseting nakað soleiðis:“Lat ikki tín besta vin vita av…”!

Gev í loyndum – ikki alment!

Her er áhugavert at nevna, at tað í jødadóminum var tann siðvenja galdandi, at tann, sum hevði hjálpt einum fátækum, ikki skuldi kenna hann aftur, tá ið teir møttust aftur.

Henda siðvenja stuðlar undir hetta sama prinsippið í Orði Guds um, at Harrans fólk skal geva í loyndum – ikki alment.

At tú skalt halda tað góða, sum tú gert, loynt – kanska enntá fyri tær sjálvum! – verður væl lýst í Matt. 25:37-39, har tey rættvísu standa spyrjandi fyri Harranum og svara: “.. Harri! Nær sóu vit Teg svangan og góvu Tær at eta ella tystan og góvu Tær at drekka! Nær sóu vit Teg fremm­andan og tóku ímóti Tær ella naknan og klæddu Teg! Nær sóu vit Teg sjúkan ella í fangahúsi og komu til Tín!“

Tað er greitt út frá hesum skriftstaði, at hesir persónar vita ikki eingong sjálvir av sínum góðu gerðum!

Gev við skili og vísdómi!

Í Lukasi 16:8-10 lesa vit nakað, sum er ein áminning um at brúka pening við vísdómi og skili: ”Og harrin rósti hinum órættvísa húshaldara fyri, at hann hevði borið seg klókt at; tí børnini, ið hesin heimur eigur, eru klókari móti síni egnu ætt enn børn ljóssins. Og Eg sigi tykkum: Gerið tykkum vinir við hinum órættvísa mammon, so teir, táið liðugt er við honum, kunnu taka móti tykkum í hinum ævigu bústøðum! Tann, sum er trúgvur í hinum minsta, er eisini trúgvur í nógvum, og tann, sum er órættvísur í hinum minsta, er eisini órættvísur í nógvum”.

Gev í sannleika!

Álvarsami tilburðurin í Áp. 5:1-11 við hjúnunum Ánanias og Saffira sigur í øllum førum nakað um álvarsemi í tí at geva og at gera tað í sannleika, soleiðis at vit ikki yvir fyri øðrum látast at hava givið meira enn tað, vit í veruleikanum geva.

Eg síggi tí hetta skriftbrot sum eina álvarsama áminning um at geva í sannleika – ikki í lygn.

Tvs. um tú spyrt: Hvussu skal eg geva? – so svarar Orð Guds eitt nú:

·        Gev ikki fyri at verða sædd av menniskjum!

·        Gev í loyndum – ikki alment!

·        Gev við vísdómi og skili!

·        Gev í sannleika!

Ver einfaldur í tí, sum ilt er!

Vit vita út frá m.a. 1. Kor. 3:13, at ein dag: “so skal koma at síggjast, hvussu verk eins og hvørs er; dagurin skal vísa tað. Tí hann verður opinberaður í eldi, og hvussu verk eins og hvørs er, skal eldurin royna”.

Sostatt fer Harrin sjálvur ein dag at royna verk okkara, um tey standa royndina í mun til Orð Hansara, so hví ikki royna tey longu nú í hesum lívi?

Í Róm. 16:17-19 stendur: “Eg áminni tykkum, brøður, at hava eyguni eftir teimum, ið volda tvídráttin og ástoytini, tvørtur ímóti læruni, sum tit hava lært …. øll hava hoyrt um lýdni tykkara; tí gleðist eg um, tykkum. Men eg vil, at tit skulu vera vísir í tí, sum gott er, og einfaldir í tí, sum ilt er”.

Her biður Harrin okkum vera einføld – tvs. eisini praktisk – í mun til tað, sum stríðir við meginreglurnar í Orði Guds.

Lat skriftirnar royna verkið!

Tí er tað vert, tá ið vit fáa nýggj hugskot, at kanna eftir, um hesi standa royndina út frá meginreglunum í Orði Guds.

Í mun til hetta, at geva til Harrans verk, kann ein hóskandi spyrja seg sjálvan: Verður hetta, sum vit ætla, gjørt í loyndum? Veit vinstra hond, hvat høgra ger? Verður hetta gjørt fyri menniskjum? Verður biðið um hjálp frá heiminum? o.s.fr.

Hvør einstakur av okkum og hvør einstøk samkoma kann seta sær sjálvum hesar spurningar og kanna eftir, um tað er í tráð við læruna í Orði Guds: At fortelja øðrum, hvat ein sjálvur ella samkoman gevur til Harrans verk? At skipa fyri happadráttasølu og lutaseðlasølu sum stuðul til Harrans verk? At skipa fyri stuðuls­konsertum sum stuðul til Harrans verk?

“Og hevur onkur hug at trætast um hetta – vit hava ikki slíkan sið, samkomur Guds heldur ikki!” (1. Kor. 11:16).

Nei, latið okkum ikki brúka egnar meiningar og metingar til at gera av slíkar spurningar, men heldur lata Orð Guds gera tað av, “og táið tú fert av leið – til høgru ella til vinstru – skulu oyru tíni hoyra orð ljóða aftan fyri teg: “Hetta er vegurin, gangið eftir honum!”” Esaias 30:21.

Áttandi spurningur: Hvat er úrslitið av at geva?

Til seinast er bæði hóskandi og ikki minni hugaligt at taka fram nøkur av teimum úrslitum og ávøkstum, sum tað at geva leiðir til – tað er:

Harranum til dýrd!

Í 2. Kor. 8:19 lesa vit, at gávan var“… Harranum til dýrd og til vitnisburð um viliga sinni okkara”.

Heiminum til vitnisburð!

Í 2. Kor. 8:24 lesa vit, at gávan er“… prógvið fyri kærleika tykkara”, og í 2. Kor. 8,8 stendur, at gávan vísir“… Hvussu sannur kærleiki tykkara roynist …”.

Gevaranum til signing og yvirstreymandi gleði!

Í 2. Kor. 9:6 staðfestir Orð Guds, at“tann, ið kargt sáar, skal eisini kargt heysta, og tann, ið sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum.

Og í 2. Kor. 8:2 stendur um samkomurnar í Makedonia, at tær góvu“ríkliga og gávumilt”, “hóast tey vóru hart roynd í trongd” og vóru “mitt í djúpa fátækdómi teirra” – tey høvdu “yvirstreymandi gleði … í yvirflóð”.

Mongum øðrum til eggjan!

Í 2. Kor. 9:2 verður sagt við samkomuna, at “… íðinskapur tykkara hevur eggjað mong onnur ..”.

Onnur skilja, at verkið er útint við hjálp Guds

Vit lesa hjá Nehemias profeti 6:15-16, at tá ið jørðiska fólk Harrans hevði bygd múrin um Jerusalem uppaftur, var úrslitið hetta: “Múrurin var liðugur …. Táið allir fíggindar okkara frættu hetta, og øll fólkini rundan um okkum sóu tað, minkaðu teir nógv í sínum egnu eygum, og teir skiltu, at hetta verk var útint við hjálp Guds okkara”.

NIÐURSTØÐA:

Rannsaka skriftirnar um tú ert á røttu leið!

Tað stendur um jødarnar í Berøa í Áp. 17:11, at: “…teir tóku ímóti orðinum við allari vælvild og rannsakaðu dagliga skriftirnar fyri at síggja, um hetta var so“.

Júst hetta var eitt av eyðkennunum hjá teimum fyrstu, sum savnaðust í samkomur av brøðrum, at tey vildu byggja sítt lív og sína læru eina og aleina á Orð Guds og kanna eftir í tí, hvat Harrin ynskir fyri Sítt fólk og Sína samkomu á jørð.

Hetta eigur framhaldandi í dag at vera okkara mál og mið – eisini í sambandi við hetta: At geva til Harrans verk – soleiðis at henda bíbilskt grundaða tænasta ikki verður gloymd og fer av tí kós, sum Harrin í Orði Sínum hevur sett út í kortið.

“Rannsaka meg, Gud, og kenn hjarta mítt, royn meg og kenn hugsanir mínar! Vita, um eg eri á vanlukkuleið, og leið meg hin æviga vegin!” (Sálm. 139:23-24).

Klaksvík , 19. desember 2011

John Færø