Netvarp

R7 - Savn

AMALIEL KNUDSEN

skipari á flaggskipi føroyinga og legði støðið undir møtini umborð!

Kristiliga Tíðindatænastan, Poul Jóhan Djurhuus skrivar:
Týsdagin 26. januar komu deyðsboðini av Amaliel Knudsen, skipara, 85 ára gamal. Hann vaks upp í Heiðunum, sum tá var ein heilt annar heimur, samanborin við Runavíkina og Saltangará í dag.

Amaliel vaks upp í einum systkinnaflokki upp á seks. Hann var bert 10 ára gamal tá ið hann misti pápan. Mamman, Elisabeth Knudsen, sat einkja við tveimum dreingjum og fýra gentum. Tað verður sagt um Amaliel, at hann tíðliga á síni lívsleið vísti stóra ábyrgd, tá ið hann hjálpti mammuni at koma víðari í lívinum.

Amaliel valdi sjógvin sum sítt arbeiðspláss, og tá ið Norrøna kom á fyrsta sinni, í 1983 (gamla Norrøna), tá varð hann settur skipari. Norrøna var tá okkara flaggskip og av sonnum stoltleiki Føroyinga. Tíðarskeiðið við Amaliel sum skipara á Norrrønu fevnir yvir 8 ár, frá 1983 til 1991.

TRÚARLÍVIÐ
Amaliel kom til persónliga trúgv á Jesus á ungum árum. Hetta kom greitt til sjóndar m.a. við hansara aktiva leikluti innan Frelsunarherin bæði uttanlands og í Føroyum – tó ikki bert har, men eisini sum skipari á Norrønu!

Olaf Olsen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður, kendi Amaliel væl frá tiðini tá ið báðir gingu á sjómansskúla í Havn seinast í fimtiárunum. Teir leigaðu hvør sítt kamar frá eini skyldkonu hjá Amaliel, sum búði í Havn. Olaf sigur um hann: “Amaliel og eg hildu nógv saman. Ein góður vinmaður og róligur av lyndi. Vit gingu báðir á møti. Stundum var hann við mær í Ebenezer og stundum var eg við honum í Frelsunarherinum. Tá ið vit endaðu skúlagongdina í 1959 skiltist okkara vegir, Amaliel fór at sigla við donskum reiðaríði, og eg fór við føroyskum trolara. Seinni var hann stýrimaður hjá mær eitt tíðarskeið. Tá ið vit hava møtst, hava vit altið prátað væl saman!” sigur Olaf um vinmannin Amaliel.

Tað, sum hevur verið sjónligt og eyðkenniligt, bæði umborð á gomlu og nýggju Norrønu, eru kristiligu tiltøkini, sum javnan hevur verið kunngjørt yvir hátalarakervið undir sigling øll árini til dags dato. Her hevði Amaliel Knudsen, sum skipari ein avgerandi leiklut, tá ið skrivað verður um hví og hvussu hetta fyribrigdið við kristiligum tiltøkum umborð á Norrønu byrjaði – tí vilja vit eisini í hesum sambandi minnast og heiðra minnið eftir Amaliel Knudsen skipara!

UNGA GENTAN
Tíðliga í siglingini hjá gomlu Norrønu kemur ein ung genta, sum bert var ein 15 – 16 ára gamal tannáringur, at arbeiða umborð. Gentan saknaði, at tað ikki vóru andaktir skipaðar fyri manningini. Við hesum ørindum kom hon ein dagin til skiparan, sum tá var Amaliel, og spurdi, um hann ikki kundi hava andakt fyri manningini.
At gentan hevði dirvi at fara til sjálvan skiparan, á einum ferðamannaskipi sum Norrønu, við einum slíkum fyrispurningi er næstan eindømi; men tað sigur okkum nakað um útstrálingina, sum Amaliel hevur havt, og tí hevur gentan kent seg tryggan við skiparanum.

Amaliel tók positivur og við gleði hetta ynski til eftirtektar, og boðaði manningini til andakt umborð. Hetta varð nakað, sum endurtók seg, men Amaliel hugsaði víðari í hesum sambandi, tá ið hann sá fyri sær møguleikan millum ferðafólkið, at savnast til kristiligar sangløtur við einum góðum orði.

Við hesum positiva og villuga sinnalagi frá skiparanum, varð støðið lagt til kristilig tiltøk umborð á Norrønu, bæði gomlu og nýggju, á ferðunum millum Føroyar og útheimin, og hetta støði, sum fyrsti skiparin á Norrønu legði, er framvegis virkandi umborð.

Amaliel var væl stuðlaður m.a. av starvsfelaga sínum, Klaksvíkinginum John Børge Hansen, vanliga róptur John B, ið arbeiddi fleiri ár sum Cruise-host (Cruise-vertur) umborð á Norrønu. John B var altið til reiðar at taka undir við kristiligum tiltøkum umborð á Norrønu og legði mangan upp til tað sjálvur.

Í hesum sambandi skal eisini verða nevnt, at orsaka tann framhaldandi góðvilja, bæði frá reiðaríði, starvsfólki, manning og øllum vakthavandi skiparum umborð á Norrønu, hevur tað verið møguligt at skipa fyri eini breiðari viftu av kristiligum tiltøkum, líka til dagin í dag – takk fyri tað og Gud vælsigni skip og manning!

Kristiliga Tíðindatænastan lýsir Guds signing og frið yvir minnið eftir Amaliel Knudsen!

Kelda:
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus, Glyvrar