Netvarp

R7 - Savn

Osvald Kjærbo 100 ár

100 ár síðani Osvald varð føddur

Jóannes Hansen skrivar:

Í mong ár var Osvald Kjærbo kristniboðari bæði í heimasamkomuni í Ebenezer og eisini kring allar oyggjarnar og uttanlands.

Týsdagin 21. mars vóru tað 100 ár síðani Osvald Kjærbo var føddur. Hann var 89 ára gamal, tá ið hann 29. mai í 2012 flutti úr likaminum. Tá var ætlanin at skriva minningarorð, men tað datt niðurfyri. Mánadagin í hesi vikuni vóru tað tvær áminningar um, at nú vóru tað 100 ár síðani, at Osvald var føddur, og nú verður tað skrivað, sum ætlanin var at skriva fyri skjótt 11 árum síðani.

​Í Havn var hann ein býarmynd. Hann sást til gongu. Judith og hann giftust í 1950 og búsettust í nýbyggjarabýlinginum úti í Grønlandi. Osvald sást ganga úr Jákup Nolsøesgøtu og heim í býin. Gerandisdagar var tað ofta í arbeiðsørindum á Posthúsið ella kanska í ein peningastovn, og mánakvøld og mikukvøld og eisini fleiri ferðir sunnudag, og tá ið okkurt annars var á skránni, var tað heim í Ebenezer og til hús aftur. Hann kendi stóra ábyrgd í samkomuni, og var í meiri enn eina hálva øld millum teirra, sum regluliga bóru boðskapin um Frelsaran fram.

​Og so var hann ofta á landssjúkrahúsinum og vitjaði. Bað fyri kendum og ókendum, segði eitt troystarríkt orð og handaði okkurt lívgandi at lesa. Hann uppmuntraði onnur, og sjálvur segði hann, at hann kendi seg styrktan og signaðan, tá ið hann vitjaði tey sjúku:

​Eg eri sjálvur lívgaður, tí eg havi lívgað onnur. Eri Harranum takksamur fyri slík høvi í tænastu hansara, segði Osvald fyri nú 13 árum síðani ella tvey ár undan, at hann legði árarnar inn.

Sumbingur

Osvald Kjærbo var ættaður úr Sumba. Foreldrini vóru Kristianna og Tummas Jákup. Hon var av Langanesi áGlyvrum, og hann var sumbingur. Tey fingu sjey børn, sum øll eru farin: Maria búði á Tvøroyri, Jacob búði í San Fransisco, Tomasia búði í Keypmannahavn, Arne í Sumba og seinni í Havn, Viggo búði í Sumba, Osvald í Havn, og yngstur var Leivur, sum í nógv ár var í Keypmannahavn, áðrenn hann í 1970 aftur flutti í heimbygdina, har hann hevði handil.

​Osvald gekk høgt uppí at vera væl fyri likamliga. Hann gekk nógv, hann var tættur og sterkur, og likamsevnini vóru ófør. Versonurin, Richard Schwartsson, talaði frammanfyri stóru mannfjøldini, tá ið Osvald fór til gravar. Tá segði hann, at Osvald í barna- og unglingaárunum í Sumba var millum teir fremstu í leikum og brøgdum.

​Eftir barnaárini fór Osvald norður á Tvøroyri at ganga í framhaldsskúla. Hann plagdi at siga, at tað var har og tá, at hann sum 17 ára gamal varð umvendur, og hetta hevði avgerandi týdning fyri hansara lívsleið, og hvussu hann raðfesti sína tíð og alt annað. Hann fekk bókstaviliga eitt nýtt lív.

​Osvald ætlaði at fara undir hægri lestur. Av Tvøroyri fór hann til Havnar, har hann eitt skifti var á fútaskrivstovuni og eitt stutt skifti á politistøðini í Klaksvik. Umstøður vóru ikki at fara av landinum undir krígnum, og hann mundi kenna seg leiddan at fara ta leið, sum hann fór. Hann kom til Havnar í 1943, og tá bleiv Ebenezer andaliga heim hansara, og soleiðis var tað í tey 69 árini, sum hann búði í høvuðsstaðnum. Trúfesti var eitt av eyðkennunum hjá Osvaldi.

​Hann var virkin í so mongum í Ebenezer. Hann var við til møtiferðir á bygd umborð á Boðberanum saman við eitt nú Dánjal Jacob Jacobsen, Dánjal Jacob í Skipshandlinum, sum seinni varð verfaðir hansara. Hann stórur stuðul, tá ið Brynleif Hansen tók stig til Zarepta, hann var frá tí fyrsta í nevndini, tá ið stig miðskeiðis í sekstiárunum vóru tikin til Evangelisku Røddina, sum hvørja viku sendi eitt korter á Trans World Radio í Monte Carlo, og tað var so mangan, at tað var Osvald, ið bar boðskapin fram, sum hoyrdist um allan knøttin. Og í 1966 yvirtók hann Emmaus bíbliubrævskúlan eftir Andrew Sloan, og hann røkti henda setningin mest sum restina av ævi síni.

Gestablídnið

Tað var á barna- og ungdómslegum í Zarepta, at vit, sum vóru av bygd, lærdu Osvald Kjærbo at kenna. Hann hevði lætt lyndi, dugdi væl at skemta og var hittinorðaður, og so var tað spennandi, tá ið hann og Brynleif í spølni tókust. Í okkara eygum var hann gamal – í 1970 var hann 46 – men sum árini fóru, tódnaði aldursmunurin, tí hann helt sær so sera væl.

Hann lærdi okkum úr Orði Guds og gjøgnumgekk eitt nú Esaias, Dánjal og aðrar profetar, og hann endurgav so ofta Paulus apostul. Millum annað úr Filippibrævinum 3,14:

​Eitt geri eg, eg gloymi tað, sum aftanfyri er, og stevni móti málinum, rætti meg eftir tí, sum frammanfyri er, til sigurslønina, sum Gud av hæddini hevur kallað okkum til í Kristi Jesusi.

​Vit, sum fyrst í sjeytiárunum komu av bygd og til Havnar at ganga í skúla, og gingu í Ebenezer,  vóru signaði við, at tað vóru fleiri heim, ið stóðu opin fyri okkum. Eitt av teimum var hjá Judith og Osvald. Judith er nú 97 ára gomul og býr framvegis í Jákup Nolsøesgøtu, har ommudótturin Judith saman við familju býr undir sama taki. Hervið verður Judith heilsað við tøkk fyri gestablídni, sum tey bæði hon og Osvaldog døturnar sýndu okkum.

​Tað bar til at tosa við Osvald um alt, men tað var skjótt, at tosið hjá honum bendist inn á tað, sum hjartað var fult av.

Judith og Osvald fingu fimm døtur: Anna, Katrin, Kristvør, Guðrun og Jórun. Tær báðar elstu búgva í høvuðsstaðnum, Kristvør býr í Kalefornia, og tær báðar yngstu búgva í danska høvuðsstaðnum.

Støðugt ferð á

Eitt skifti arbeiddi á virkinum, sum Christian Holm hevði í Kollafirði. Í 1955 fór Osvald at arbeiða sum sjálvstøðugur vinnurekandi. Hann var heilsølumaður, og hevði skrivstovu og goymslu í kjallaranum heima við hús. Hann umboðaði skógvar, undirklæði, tógv og leikur og annað. Hann arbeiddi nógv, og ivaleyst hevði tað borið til at víðkað um virksemið og sett fleiri í starv. Men soleiðis var tað ikki hjá Osvald. Konseptið hjá honum var at leggja soleiðis til rættis, at tað bar til at vinna til lívsins uppihald og so samstundis at brúka tíðina í andaligum virki.

​Osvald var so mangan á ferð kring landið. Hann vitjaði kundarnar, sum seldu vørurnar, ið hann umboðaði, og so helt hann møtir og vitjaði frá hurð til hurð við lesnaði og samtalaði við fólk. Einaferð, tá ið hann var á veg um Leirvíksfjørð, hildu teir umborð á Ternuni við hann, at nú var verðin farin við honum. Hann var skjótur og svaraði, at tað ráddi um at hava hana í kuffertinum.

​Í tænastu Harrans vitjaði hann í mest sum øllum bygdum kring landið – serliga ofta í Suðuroy – og so var hann fleiri ferðir við til at skipa fyri missiónsferðum uttanlands.

​Tá ið Osvald hevði nátt kempualdur, fór hann at skriva bøkur við íblástri úr Skriftunum, sum hann støðugt livdi og andaði í. 65 ára gamal fór hann í holtur við at læra seg at arbeiða við teldu, og so skrivaði hann níggju bøkur í átta ár. Í eini av bókunum undrast Osvald. Harrin bað okkum fyrst søkja ríki Guds og rættvísi hansara, og so er lyftið, at alt annað skal verða givið okkum umframt, men tað er so ofta,sigur Osvald, at vit raðfesta tað, sum Harrin hevur givið okkum lyfti um at geva okkum umframt og gloyma at søkja Hann. Hugvekjandi.

​Osvald var ein kappi. Nú eru tað skjótt 11 ár síðani, at hann flutti í ævigu bústaðirnar, og tað hvílur friður, tign og takksemi yvir minni hansara.