Kristnastova
Kristnastova
Birmavej 36
DK-2300 København S
Telefon: (+45) 32 55 18 09
Teldupostur: kristnastova@kristnastova.dk
Heimasíða: www.kristnastova.dk
Kristnastova er eitt andaligt heim fyri føroyingar í Keypmannahavn. Her hittast útsetar úr øllum Føroyum til sang og undirvísing úr Bíbliuni, til prát og samveru.
Kristnastova hevur sum mál, at vísa fólki á Frelsaran, Jesus Kristus og at hjálpa trúgvandi at mennast í trúnni á Jesus. Hesum málum vilja vit náa gjøgnum møti og onnur tiltøk, har boðskapurin um Jesus verður boðaður. Vit leggja dent á sunna læru úr Bíbliuni, á góðan tónleik og lovsong og á kveikjandi prát og samveru. Dentur verður eisini lagdur á felags uppbygging í húsbólkum og til tænastu millum kristin eins væl og ikki-kristin.
Kristnastova liggur úti á Amager, umleið 8 minuttir til gongu frá metrostøðini Femøren.
Adressan er Birmavej 36, 2300 København S.
Virksemið í og út frá Kristnastovu er fyrst og fremst kristiligt og andaligt. Okkum tørvar Guds signing og vegleiðing, og virðismeta tí at biðið verður fyri okkum og verkinum.
Stovnurin Kristnastova eigur og rekur kristiligu miðstøðina á Birmavej 36. Virksemið verður stuðlað av samkomum og einstaklingum í Føroyum og aðrastaðni. Stuðul til miðstøðina kann latast á kontur í Føroyum og Danmark. Kontunummur kunnu fáast við at skriva til kristnastova@kristnastova.dk.
Samkoman í Kristnastovu er fíggjarliga óheft av stovninum, men leigar hølir frá stovninum. Virksemið hjá samkomuni verður borið av útisetum, ið rokna samkomuna í Kristnastovu sum sítt andaliga heim. Stuðul til samkomuna kann latast við innsavnanina sunnumorgun. Kontunummar hjá samkomuni fæst í Kristnastovu.
Tiltøk
MØTI FRÍGGJAKVØLD
Fríggjakvøld kl. 20 er møti við tónleiki, lovsangi og einum boðskapi úr Guds orði. Onkuntíð greiðir onkur frá sínum upplivingum saman við Harranum. Eftir møtið finnur tú altíð onkran at práta við yvir einum drekkamunni. Um summarið og um jólatíðir er einki fríggjavkøldsmøti, av tí at fleiri fólk eru í feriu heima í Føroyum.
MØTI SUNNUDAG
Sunnudag er møti kl. 11. Møtið byrjar við sangi og tónleiki, og hildið verður síðani áfram við fríari tilbiðan, breyðbróting og undirvísing úr Bíbliuni. Eftir møtið er ein lættari máltíð at fáa. Sunnudagsskúli er samstundis sum møtið er. Á kallendaranum kanst tú síggja hvat verður á møtinum.
SUNNUDAGSSKÚLI
Sunnudagsskúli er hvønn sunnudag, samstundis sum møtið er. Fyrsta partin av møtinum eru øll, bæði børn og vaksin, saman í salinum. Tá ein lítil hálvur tími er gingin, fara yngru børnini (0-8 ár) niður undir í sunnudagsskúlan. Eitt sindur seinni fylgjast eldru børnini (9 ár og eldri) við sunnudagsskúlalæraranum uppá í stovuna, har tey saman læra meira um Bíbliuna og Gud. Niðri undir syngja børnini nógvar sangir saman, og síðani verða tey býtt í tveir flokkar (0-4 ár og 5-8 ár), har tey hoyra søgu, og spæla ella gera (okkurt) ítriv. Tá møtið er liðugt, er ábit at fáa í salinum.
HÚSBÓLKAR
Annaðhvørt týskvøld hittast fólk í smærri bólkum í ymiskum heimum í Keypmannahavn (onkur bólkur møtist mikukvøld). Bólkarnir eru karmur um opið prát og gevandi samveru, har lívið, Bíblian og bønin eru í miðdeplinum. Tað eru umleið 12 fólk í hvørjum bólki. Um tú ynskir at vita meira ella koma uppí ein húsbólk, ert tú vælkomin at venda tær til Doru ella Niels Paula Nónstein ella at skriva til kristnastova@kristnastova.dk. Til ber tilmelda seg omanfyri og eisini liggja tilmeldingarseðlar í gongini í Kristnastovu.
SPÆLISTOVAN
Annanhvønn fríggjadag kl. 11-14 er spælistova í Kristnastovu. Hetta er ein løta (tiltak) fyri foreldur og børn, har vit fáa ein bita, hugna og práta. Vit hoyra eitt orð úr Bíbliuni og biðja, og so syngja vit eisini nakrar sangir saman við børnunum. Øll eru vælkomin.
BØNARKVØLD
Síðsta mánakvøld í hvørjum mánaði kl. 20 er bønarkvøld í Kristnastovu. Vit byrja við einum drekkamunni og práti. Síðani verða ymisk bønarevni løgd fram, sum vit so biðja fyri. Umleið kl. 21 práta vit við onkran trúboðara umvegis skype. Bønarmøtini verða hildin í stovuni uppiá, og eru sera óformell.