Jógvan Purkhús 60 ár í Íslandi
Tann 22. juni í ár vóru 60 ár liðin síðani tann fyrsti trúboðarin í føroysku Brøðrasamkomuni fór í annað land at búleikast og virka sum trúboðari. Hesin var Klaksvíksingurin Jógvan Purkhús, sum tá var bert 21 ára gamal.
Við hesi sekstiáraheilsan til Jógvan og konu hansara, ynski eg at minna okkum øll á hesi 60 árini, sum landsmaður okkara hevur virkað í landinum fyri vestan, har hann uttan iva onkuntíð man hava kent seg einsligan í tænastuni.
____________________
Tann 22. juni í 1964 steig Jógvan Purkhús umborð á ferðamannaskipið Dronning Alexandrine við kós móti Íslandi, við einum kalli í sálini at virka millum Íslendingar – Jógvan Purkhús var so statt pionerur og undangongumaður, uttan at hugsa um tað sjálvur, tá hann fór til Íslands tann 22. juni í 1964.
Kanningarferðir í 1962 og 1963
Hetta var tó ikki fyrstu ferð Jógvan fór til Íslands. Hann var væl funderaður nú hann fór endaliga avstað, tí bæði árini frammanundan hevði hann gjørt tvær ransóknarferðir. Í 1962 fór hann til Íslands á fyrsta sinni at stinga fingurin í jørðina. Hann var í fylgi við Eyðuni Eltør og Zachariasi Zachariassen sála. Á hesi ferðini upplivdi Jógvan eina stóra evangeliska fundarrøð í Reykjavík, sum kendi Kanadiski evangelisturin Oswald Smith hevði. Á hesi ferðini fekk Jógvan at síggja og hoyra evangeliið verða kunngjørt fyri íslendingum, sum í stórum tali komu til møtini.
Longu árið eftir í 1963 fór Jógvan aftur til Íslands, men hesuferð fór hann til barnaleguna við Ástjørn. Har fekk hann gott innlit í barnaarbeiði hjá samkomuni í Íslandi.
Kallið
Hesar tvær kanningarferðir hava verið við til at staðfesta fyri Jógvani, at Ísland er landið hann skal virka í, og tá summarið kom í 1964 var longu avgerð tikin í hansara sinni.
Jógvan Purkhús er vaksin upp í samkomuni Betesda í Klaksvík, har hann var ein partur av ungdómsvekingini í Betesda, sum tók seg upp seinast í fimtiárunum og inn í sekstiárini. Hendan vekingin hevur uttan ivað gjørt sítt til, at ungi maskinsmiðurin á bedingini í Klaksvík fór at hugsa út um føroysku landoddarnar, har tørvur var at kunngera evangeliið – og síðani tá hevur stórt tal av ungum monnum í samkomunum í Føroyum stigið í hansara fótaspor, við tí úrsliti, at í dag, 60 ár seinni, er ein herður av landsmonnum Jógvans, ikki minst úr Betesda, ið virka sum trúboðarar í øðrum londum.
Fyrst í sekstiárunum kom blað út í Havnini, sum rithøvundurin Petur Háberg skrivaði og gav út. Blaðið kallaðist LÍV og LÆRA, og var nógv lisið av fólki í brøðrasamkomuni. Í blaðnum, sum kom út í oktober í 1962 skrivar Petur Háberg, sum sjálvur hevði eitt stórt hjarta fyri Íslandi, eina hugleiðing um Ísland, sum verður endurgivin her:
………….“Fyri durum okkara liggur Ísland. Har eru so fáir í verki Harrans………..Føroyingar fara til Íslands at sportast…………hvussu nógvir fara fyri Harran? Kennir eingin seg kallaðan av Gudi at fara við hinum signaðu tíðindum til jøklanna og eldfjallannaland?!?!?!……Hvat gjørdi tað, um tað var ein timburmaður, ein skrivari, ein smiður, ein fiskimaður, ein rokskipari minni í Føroyum – bert tað var ein víngarðsmaður meir í Íslandi???”
Tað er eingin ivi um, at hesi vælskrivaðu orð Petur Hábergs hava eisini verið brúkt av Anda Guds at staðfesta kallið til Íslands í sál og anda Jógvans, tí longu sama ár, 1962, sum allareiða nevnt, fer 19 ára gamli Klaksvíkingurin sín fyrsta túr til Íslands at síggja landi á fyrsta sinni við egnum eygum.
Stevnir til fremmant land
Á sumri, beint eftir longsta dag, 22. juni í 1964, er stóra løtan komin hjá Jógvani, tá hann stígur umborð á ferðamannaskipi hjá danska skipafelagnum DFDS, DRONNING ALEXANDRINE, sum sigldi av Klaksvík hetta kvøldið. Fólk í samkomuni í Betesda, og onnur, vóru komin oman á bryggjuna at siga unga trúboðaranum farvæl og ynskja honum alt gott í nýggja veruleikanum – nú var ungi Klaksvíksingurin, Jógvan Purkhús, ávegis til eldgosalandi fyri vestan – og har er hann enn hóast farin um tey áttati!
Páll á Dul, sáli, í Betesda í Klaksvík hevði ein áhugaverdan tíðindastubba í áðurnevnda blaðnum Lív og Læra í august 1964, stutt eftir, at Jógvan var farin til Íslands. Eg skal endurgeva ein part av hesum stubba her:
“Síðani eg skrivaði seinast, er tað serstakliga ein hending, sum hugtekur mest. Tann 22. juni í ár høvdu vit bønarmøti í Betesda, og á hesum møtinum søgdu vit farvæl við kæra unga bróður okkara Jógvan Purkhús, sum skuldi fara til Íslands sama kvøldi sum trúboðari. Bønirnar hetta kvøldi snúðu seg mest um hann, virki hansara og tað fólk, sum hann skuldi fara til, og tað var hugtakandi at leggja til merkis, hvussu samkoman við einari sál og einum huga stóð saman í hesum máli. Tað gekk sum ein gleðistreymur gjøgnum alt møti, at kæri bróður okkara var lýðin at fara, tá hann kendi á sær, at Harrin kallaði á hann.”
Fyrsta avbjóðingin hjá Jógvani, komin til Íslands, var at hjálpa til á dreingjaleguni við Ástjørn, sum liggur har norðuri í landinum, ikki so langt frá Akureyri, har Jógvan kom at búleikast fyrstu árini í Íslandi. Á Ástjørn møtti hann vøkru gentuni Rósu, sum er av Akureyri. Tey giftust í 1965, og saman við henni kom Jógvan, tey næstu nógvu árini, at hava ein týðandi leiklut á barnaleguni við Ástjørn, har børn allastaðni frá í Íslandi koma á hvørjum ári.
Nevnda summarlega byrjaði í 1945 og er framvegis virkin á hvørjum ári, og er nógv útbygd til dagin í dag, har serliga Klaksvíkingar hava havt sín stóra leiklut.
Rósa og Jógvan fingu fýra børn: Jákup, sum er elstur, og so koma Elsa og Anna, og ynsktur er Dávid. Barnabørnini eru tvey, ein genta, sum eitur Hilma og so ein drongur, sum eitur eftir abbabum Jógvan Purkhús.
Fleiri frontar
Jógvan kom at hava eina berandi ábyrgd í samkomuni á Akureyri og seinni í Reykjavík, har hann til dagin í dag hevur tikið lut í at kunngera evangeliið og læra í orðinum. Jógvan hevur verið virksamur í nógvum ymiskum andaligum tænastum hesi 60 árini, m.a. í íslendska kristiliga Kringvarpinum LINDIN, har hann og Rósa vóru virksom í mong ár.
Eisini hevur Jógvan í mong ár havt leiðandi leiklut í Missiónsfelagsskapinum Gideon, sum hevur havt deild í Íslandi í mong ár. Ígjøgnum Gideon-Felagsskapin hevur Jógvan, saman við øðrum, vitja skúlar, sjúkrahús og hotellir um alt Ísland, har teir hava lagt bíbliur og á hvørjum ári givið skúlaungdómi hvør sína bíbliu.
Jógvan og Rósa gjørdust bindilið í mong ár millum evangeliseringstoymir úr Føroyum, sum ynsktu at evangelisera í Íslandi. Her gjørdi Jógvan eitt stórt og víðfevnandi fyrireikingararbeiði í mong ár, og var soleiðis eisini við til, saman við føroyskum toymum, at fáa evangeliið út í hvønn bý og hvørja bygd í Íslandi. Eisini hevur Jógvan staðið á odda, tá stórar kórvitjanir úr Betesda og Ebenezer hava verið – Jógvan hevur, hesi 60 árini, verið aktivur á fleiri tænastufrontum!
Jógvan hevur megnað at integrera og sameina seg við Íslendska fólkið og íslendska máli. Hetta stavnhaldið setti hann sær tíðliga, tí, sum eg so mangan havi hoyrt hann sagt, at besti háttur at náa íslendingar er ígjøgnum teirra egna tungumál. Tí varð Jógvan skjótt fagnaður millum Íslendingar sum ein av teirra egnu.
Eg ringdi til Jógvan fyri fáum døgum síðani. Hann var væl fyri at práta, og vit tosaðu leingi saman. Hann bað meg heilsa øllum heima. Eg bað hann viðmerkja heilt stutt hesi 60 árini, sum farin eru, og tá sigur hann við sínum eyðkenda lítllætni: “Hesi 60 árini hava boðið uppá nógv gott og spennandi, men tað hava eisini verið tíðir, sum hava verið tungar!”
Við hesum sekstiára minningarorðum vilja vit í samkomunum í Føroyum takka Jógvani og Rósu fyri teirra trúgvu tænastu í grannalandi okkara Íslandi hesi 60 árini, sum farin eru, og vit ynskja teimum báðum nøkur góð ár, nú sólin er farin vesturum.
Missiónskall til Íslands?
Áðrenn eg endi míni minningarorð, liggur mær á sinni at reisa spurningin: “Er tað nakar, sum kennir kallið at fara til Íslands við evangeliinum?……..um so er, so far og drála ikki, har er tørvur á monnum og kvinnum, sum vilja nýta alla sína tíð í Harrans verki” – Jesus segði: “Markirnar eru stórar, men arbeiðarnir eru fáir!”
—
Kristiliga Tíðindatænastan
v/ Poul J. Djurhuus, Glyvrar
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Skrivað: pjd, Glyvrar 25.11.2024