Netvarp

R7 - Savn

Zacharias Zachariassen: Missiónssøgan í Føroyum


Trúboðanarstevnan í Ítróttarhøllini í Runavík á páskum 5. – 8. apríl 2007
Leygarmorgun 7. apríl kl. 11.00
Talari: Z. Zachariassen

Søgan hjá eini tjóð hevur alstóran týdning fyri bæði núlivandi og komandi ættarlið. Tað unga ættarliðið – eins og vit øll – mugu læra søgurøtur okkara og tjóðarsøgu at kenna! Onkur hevur sagt:

“Tann tjóð, ið ikki kennir sína søgu, er ein fátæk og rótleys tjóð!”

Og í sambandi við hesa páskastevnu, er hetta ikki minni galdandi, tá ið talan er um samkomusøgu og missiónssøgu okkara. Tað er neyðugt hjá tí yngra – sum tí eldra ættarliðinum – í samkomum okkara at kenna og kunna seg um søguna og vita, hvussu samkomurnar og samkomuvirkið hevur tikið seg upp á teimum ymisku støðunum, og hvussu missiónsvirkið er byrjað, hevur ment seg og heldur á í teimum ymisku londunum.

Ein forteytin fyri at arbeiðið ikki skal stirðna og steðga er, at áhugi er fyri fortíðini, so eldhugi kann skapast í nútíðini og vara við framtíðini.

Tað er neyðugt fyri tryggleikan í ferðsluni at hava bakspegl í bilinum og at fylgja við ferðsluni aftanfyri, við mótgangandi og síðugangandi trafikki fyri eyga. Sjálvandi hevur tú fyrst og fremst brúk fyri forrútinum og at hyggja frameftir! Men tú mást eisini hyggja aftureftir. Tann vandin er sjálvandi til steðar, at tú hyggur OV nógv og SO nógv í bakspeglið, at tú koyrir útav ella ert til vanda á vegnum. Óivað klárar tú eisini at koma vegin fram uttan bakspegl. Men tú hevur kortini fyri trygdina skuld bæði brúk fyri bakspegli og síðuspeglum. Bakspeglið situr í forrútinum, og tá ið tú koyrir, skeitir tú altíð av og á í bakspeglið, samstundis sum tú alla tíðina hyggur frameftir.

Tá ið tað viðvíkur samkomuni, eiga vit soleiðis fyrst og fremst at líta frameftir, men neyðugt er at hyggja aftureftir, ikki bara í forvitinskapi ella at stara okkum blind í fortíðini, men fyri at vit í nútíðini og í framtíðini kunnu læra bæði av mistøkum og framstigum teirra, sum undan okkum fóru.

Høvuðsyvirskriftin yvir 5. Mósebók kann kallast: AFTURLIT!

Her lesa vit ferð eftir ferð: “Minnist og gloymið ikki!” Við øðrum orðum: “Afturlit við framliti fyri eyga!”

Í kap. 8:2 lesa vit: “Tú skalt minnast allan vegin, ið HARRIN Gud tín hevur leitt teg hesi fjøruti ár í oyðimørkini – fyri at eyðmýkja teg og royna teg og fyri at vita, hvat í hjarta tínum var, um tú fórt at halda boð Hansara ella ikki.” Og síðani í kap. 32:7:

“Minst dagarnar í forðum, hugsa um ár farna ætta! Spyr faðir tín – hann skal kunngera tær tað, hinar gomlu hjá tær – teir skulu siga tær tað!”

Ísraelsfólk “gjørdi steðg” í oyðimørkini og “komu til Elim; har vóru 12 vatnkeldur og 70 pálmatrø, og tey gjørdu steðg har við vatnið.” (2. Mós. 15:27). Hetta var fyri at meta um støðuna, lívga, hvíla og styrkja seg til framhaldandi ferð móti tí lovaða landinum.

Soleiðis kemur mær hesa páska- og missiónsstevnu fyri. Endamálið er at “gera steðg” við ein mílapela á leiðini, “hyggja aftur um bak”, meta um støðuna og seta út í kortið, so vit betur duga at tæna Harra okkara, bæði burturi og heima og fullføra uppgávuna, ið Hann gav okkum: At kunngera evangeliið fyri øllum fólkasløgum, áðrenn “náttin kemur – tá ið eingin kann arbeiða” (Jóh. 9:4).

Hetta førir meg til sjálvt evnið í morgun:

Missiónssøgan í Føroyum

Lat meg beinan vegin siga, at sjálvandi viðurkenni eg allar sannar tænarar Harrans og trúboðarar innanfyri kirkjuna, Heimamissiónina, eins og aðrar kristnar samkomur, fríkirkjur og missiónnsfelagsskapir her á landi og tað stóra arbeiði, ið hesi eisini gera, men tað, sum eg komi at umtala í morgun, snýr seg í høvuðsheitum um “brøðrasamkomurnar” og virksemi teirra frá byrjan og til í dag. Og eg byrji við:

Gamla Sloan

William Gibson Sloan – Gamli Sloan nevndur – kom sum ungur maður fyrstu ferð til Føroya á sumri í 1865 – 28 ára gamal. Hann hevði kent Harrans kall at koma til higar eftir at hava tosað við føroyskar fiskimenn, ið hann hevði hitt í Hetlandi.

28. mai 1865 skrivar hann í dagbók sína (í Lerwick):

“Viðurskiftini í Føroyum hava ligið mær tungt á hjarta. Eg havi hoyrt, at har búgva umleið 8.000 fólk, og einir 700 hetlendingar royna har at kalla alt summarið, eisini fransar og bretar, so einir 1000 útlendingar munnu seta inn har á hvørjum ári. Framvegis skilji eg, at einki trúboðanarvirki er har í oyggjunum, og bert nakrir fáir lutherskir prestar eru til alt fólkið…

Eg kenni meg drivnan og fúsan til at fara at virka har í navni Guds og styrki Hansara, og eg eri fullvísur í, at verk mítt skal ikki vera nyttuleyst í Harranum. Eg kenni meg hjálparleysan viðvíkjandi hesum týdningarmikla stigi, tá ið eg hugsi um meg sjálvan, men sterkan í Harranum og kraft veldis Hansara. Sendir Harrin meg hagar, so trúgvi eg, at eg verði ikki sendur til fánýtis.

Orsøkin til og ynski mítt eftir at fara hagar og sleppa tí virkisøki, eg nú havi, liggja í hesum, eg trúgvi: Dýrd Guds og frelsu sálanna! Føroyum tørvar ein kristniboðsmann, sum er til reiðar at kunngera alt ráð Guds, og eg ynski at vera leysur av øllum mannafjøtringum, hvat trúnni á Gud viðvíkir, og sannleika Hansara.

Leiði Harrin meg við Anda sínum, sum aldri fer skeivur; veri náði Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans við anda mínum í hesum dýra tiltaki. So við hjálp Harrans geri eg av at fara til Føroya at prædika Jesus.”

Sama summarið fór hann av oynni Papa Stor í Hetlandi til Føroya við einum hetlendskum fiskibáti.

Nakrir vinir hansara komu at siga honum farvæl og ynskja honum góða ferð. Ein teirra, ein kvinna, skrivaði honum hesa yrking:

The cod smacks are to Faroe gone
Their calling to persue
And brother Sloan is gone along
To be a fisher too.
But it is souls he seeks to catch,
He holds the Gospel hook.
Lord, give him many souls that Thou
Hast written in Thy book!

Sigurd Berghamar hevur týtt yrkingina soleiðis:

Til Føroya stevna sluppirnar
at finna fongrík mið,
og har umborð er bróðir Sloan,
sum fer at fiska við.
Men sálir er tað, hann vil ná,
hann orð Guds við sær tók!
Veit honum, Harri, manga sál,
Tú skrivaði í bók!

Sloan virkaði her í 13 ár, uttan at síggja nakað úrslit ella nakran ávøkst. Men hann gavst ikki kortini.

Mangan man tað hava tykst nyttuleyst hjá honum, sum skilst í dagbókum hansara. Einaferð skrivaði hann og bað:
“Harri, eri eg komin til tað skeiva landið, so vís mær tað og leið meg til tað rætta..”

Men Gud fái tøkk! Hann varð verandi í Føroyum og helt á og helt út!”

Við hvørt hugsi eg og spyrji meg sjálvan – menniskjaliga – sjálvandi: “Hvat hevði hent og hvar vóru vit í dag, um Gamli Sloan hevði rýmt úr Føroyum!”

Men í 1878 sá hann tann fyrsta koma til trúgv!

Í 1879 varð fyrsti salurin – Sloans salur – bygdur.

Í 1880 fór fyrsti dópur og breyðbróting fram í Havn.

Mótstøðan gjørdist hørð, men eftir bert eitt ár, vórðu fýra sálir frelstar, harímillum ein ung kvinna, Elspa í Geil, sum seinni gjørdist kona hansara.

Um aldamótið 1800/1900 vóru tríggjar samkomur stovnaðar aðrastaðni í landinum.

Gamli Sloan elskaði fólkið í oyggjunum. Hann var ógvuliga lítillátin, mildur og eyðmjúkur maður, og varð eisini nógv virdur og elskaður millum manna, serstakliga av børnunum. Hann kom nógv saman við fólkinum, hjálpti teimum at hoyggja og át saman við teimum. Tað var óhoyrt, at luthersku prestarnir ótu saman við vanliga fólkinum! Hann elskaði børnini og sang fyri teimum. Hann troystaði tey, sum syrgdu, bað fyri einkjum og faðirleysum og kunngjørdi evangeliið einfalt og greitt. So legði hann hondina á høvdið á børnunum og segði á donskum, sum hann hevði lært seg: “Tro på Jesus!” Fleiri, sum hann gjørdi hetta við, hava sagt, at tey eins og kendur hesa hondina á høvdi teirra líka til tann dag, tey trúðu á Jesus!

Sloan vitjaði tær flestu oyggjarnar og bygdirnar í Føroyum til gongu ella við opnum báti. Einaferð datt hann fyri borð við lendingina í Mikladali, men varð bjargaðu. Tá var hann 70 ára gamal. Dagin eftir fór hann til gongu eftir tí brøttu og smølu rásini til Trøllanesar.

Umframt hansara egna virki í Føroyum, vita vit, at hann hevði eitt stórt hjarta fyri heidningamissión. Hann stuðlaði trúboðarum hjá Innlendismissión Kina (China Inland Mission), sum Hudson Taylor stovnaði, við at senda teimum gávur sjálvur og frá trúgvandi fólkum í Føroyum.

Sloan doyði á 76 ára føðingardegi sínum, 4. sept. 1914. Stutt áðrenn siteraði hann fyri læknanum hin kenda enska sangin:


“On Christ the solid Rock I stand
All other ground is sinking sand.”

“Á klettin, Krist, mítt hop er bygt,
Ta einu grund, ið stendur trygt!”

Árinið eftir Gamla Sloan kennst í Føroyum enn í dag, og ávøksturin av verki hansara kann bert til fulnar metast í virði í ævinleikanum!

Dánjal J. Danielsen (Dollin)

Fyrsti føroyingur, vit vita um, sum fór í fremmand lond við gleðiboðskapinum, var D.J. Danielsen, Dollin, missioner Danielsen, kallaður. Hann var systkinabarn Victor Danielsen. Í 1897 varð hann umvendur á einum útimøti í Glasgow í Skotlandi, 27 ára gamal.

Hann fekk við tað sama eina brennandi tráan eftir at kenna orð Guds og vilja Hansara

við lívi sínum, og ynskti hann fegin at fara út til heidningar við boðskapinum um Harran Jesus.

Eftir at hava verið í Suðurafrika eina tíð, tók hann við tilboðnum um at koma til Kongo at virka sum maskinmaður umborð á einum evangeliums-báti á Kongo-ánni við Kongo-Balolo Missiónini. Hetta var í 1901. Eina tíð hevði hann umsitingina av trimum av sjey guvuskipum, ið breiddu gleðiboðskapin út á Kongo-ánni.

Fyrsta, hann hevði lært mál teirra innføddu, boðaði hann teimum boðskapin á móðurmálinum. Hann sá ávøkst av sínum verki og bøtti eisini um tey ómenniskjansligu viðurskiftini hjá fólkinum har, sum í teirri tíðini livdi undir kúgan og harðræði í belgiskum Kongo. Men orsakað av at hann fekk malariusóttina

og tí at myndugleikarnir noktaðu honum uppihaldsloyvi í landinum, kom hann aftur til Føroya um ársskiftið 1903/1904.

Men í 12 ár virkaðu hann og kona hansara, Lina, sum trúboðarar í Føroyum og sóu stóran ávøkst av verki sínum. Hann doyði í 1916, bert 45 ára gamal, tvey ár aftan á Gamla Sloan. Á gravsteini hansara á Svínaryggi í Havn stendur hesin vitnisburður eftir hann: “Her hvílir ein óræddur tænari Harrans!”

Victor Danielsen og Andrew Sloan

Illa ber til at tosa um missións- og kristniboðssøgu okkara, uttan at nevna Victor Danielsen og Andrew Sloan, hóast teir burturav virkaðu í Føroyum alla sín tíð. Teir stigu fram umleið 50 ár eftir at Gamli Sloan kom fyrstu ferð til Føroyar, Victor í 1915 og Andrew í 1917. Tað er ikki ov nógv sagt, at teir – saman við øðrum – løgdu lunnar undir ta tænastu, sum vit, seinastu hálvthundrað árini ella so, hava fingið náði at koma inn í. Her hugsi eg um tað, sum Harrin Jesus sigur í Jóh. 4:35-38:

“Siga tit ikki: “Fýra mánaðir eru enn, áðrenn heystið kemur”! Men Eg sigi tykkum: Lyftið upp eygu tykkara og síggið markirnar – tær eru longu hvítar til at heysta! Tann, ið heystar, fær løn og savnar ávøkst til ævigt lív, so at teir kunnu gleðast saman, bæði tann, ið sáar, og tann, ið heystar. Tí her er orðið satt: “Ein sáar, og annar heystar.” Eg havi sent tykkum út at heysta tað, sum tit ikki hava arbeitt; aðrir hava arbeitt, og tit eru komnir inn í arbeiði teirra.”

Lat meg fyrst nevna:

Victor Danielsen

Victor gav okkum Bíbliuna á móðurmálinum, skrivaði og umsetti ein ríkan bókmentaarv. Haraftrat gav hann okkum hundraðtals sálmar og sangir, eitt nú eggjandi kristniboðssangir sum:

“Hoyr eitt róp, sum Harrans Andi higar ber, sendið ljós, sendi ljós…” 2. ør. sigur: “Hoyr eitt kall, eitt makedoniskt kall í dag: Sendið ljós, sendið!” Og niðurlagið: “Sendið ljós! Hitt glaða frelsuboð ljóði frítt frá strond til strond! Sendið ljós! Lat evangelium náa fram um hav og lond!”

Og sangurin: “Hygg, teir í briminum søkka í dag! Frels ein, frels ein! Sálirnar reka til deyðan avstað; frels ein, frels ein! Virkið tilsamans, Guds børn, verið snar, frels tey við bøn og við orðinum, far, hugsa, tann gleði, um ein heim tú bar! Frels ein, frels ein!” og mangar, mangar aðrar.

Victor ferðaðist kring alt landið við evangeliska kyndlinum, sum hann handaði okkum, ið vóru yngri. Hann doyði sum, sum Petur Háberg sigur, sum “ein niðurbrendur kyndil” í 1961, 66 ára gamal.

Andrew Sloan

Andrew hevði eisini eitt brennandi missiónshjarta. Í 1920-árunum umsetti hann ein bókling úr enskum til danskt um kenda kinatrúboðaran Hudson Taylor og virki hansara. Andrew hevði samband við “Echoes of Service”, kristniboðsstovu brøðranna í Onglandi (sum hevur líknandi endamál sum KBS (Kristniboðssambandið, Bønarløtan og Akurin hjá okkum)

Andrew fekk mangar trúboðarar at vitja henda vegin. Serstakliga minnist eg í 1950-arunum, David Griffiths og Mc Gregor, sum virkaðu í teimum eysturevropeisku og slavisku londunum. Teirra vitjan festi ein neista í hjarta mínum og vendi eygunum á mongum í Føroyum úteftir. Eisini gjøgnum Andrew komu aucamyndirnar til Føroya, sum Petur Háberg og William Sloan vístu kring samkomurnar í 1959.

Seinni komu menn sum William Stunt frá Echoes, Charles March, trúboðari í Chad og Algier, og aðrir, ið birtu áhuga fyri uttanlendismissión.

Stutt áðrenn Andrew fór heim til Harran, bjóðaði hann Colin Tilsley, stovnaranum av GLO (Gospel Literature Outreach) at koma til Føroya. Hann kom árið eftir sum Andrew doyði saman við Fred Kelling. Síðani tá hava vit havt gott samstarv við GLO.

Victor doyði í 1961, sama ár, sum eg byrjaði tænastu mína í Føroyum. Andrew doyði í 1973 og stuðlaði fegin og fylgdi við stórum áhuga øllum teimum fyrstu ungu í Føroyum, sum í 60- og 70-árunum fóru út í fulltíðar tænastu fyri Harran

Onkur spyr: Hví gingu 40 ár frá tí at Victor og Andrew fóru út sum trúboðarar, áðrenn nakar fór út í tænastuna fulla tíð?

Sjálvur haldi eg, at svarið er, at Harrin sá tað neyðugt, at samkomur vórðu stovnaðar og grundvøllur lagdur heima til tess at hava eitt støði, eina basu ella bakland og møguleikar til at senda trúboðarar út frá samkomum okkara. Soleiðis var eisini í tí fyrstu byrjanartíðini í Ápostlasøguni! Byrjað varð í Jerúsalem, síðani í øllum Judea, Samaria, Antiokia og til ytstu endar jarðarinnar!

Henda grundvøll hava ikki bert trúboðarar sum Victor, Andrew, McKinnon, J.J. Adam og aðrir lagt, men trúfastir brøður og systrar kring oyggjarnar, sum hava lagt rygg til, hava biðið og borið verk Harrans tungt á sínum hjørtum og herðum. Teirra lutur skal ikki verða gloymdur og ei heldur verða lønarleysur!

Nýggj tíð innan trúboðanarvirki

Mær dámar illa at tosa um meg sjálvan, men eg má nevna, at Harrin virkaði í hjarta mínum, tá ið eg var um 17-20 ára gamal. Gjøgnum ymiskar umstøður og tað, at eg átti 5 deyv systkin, var tað eins og Harrin segði við meg: “Zacharias, tú kundi tað sama, sum tey, verið deyvur. Tú hevur fingið allar tínar sansir og Eg havi eitt endamál við tí! Vilt tú ikki geva Mær títt lív, tínar gávur og sansir í tænastu fyri Meg?”

Eisini minnist eg, at ein trúgvandi kvinna, Maria Lervig (Maria Shell), ein dagin aftan á eitt møti legði tvørtur um vegin og kom til mín og segði: “Nú eru Victor og Andrew blivnir gamlir menn! Hví fert tú ikki út fyri Harran í fótasporum teirra at tæna Honum?”

Eg komi hesum monnum ikki upp til knýggja, men gjøgnum alt hetta talaði Harrin til mín, til eg segði Honum ja!

Í september komandi ár verða 50 ár síðani eg fór á Moorlands bíbliuskúla, har eg var í trý ár – frá 1958 til 1961. Hetta var ein ógloymandi tíð í mínum lívi. Hetta var eisini ein góð andalig tíð í Føroyum. Harrin virkaði við veking í hjørtunum millum tey ungu ymsastaðni í landinum, ikki mist í Klaksvík og í Havn, har eg hevði staðið í læru.

Komin á skúlan í Onglandi, kendi eg við tað sama missiónseldin í hjørtunum á feløgum mínum. Har vóru ungir menn, ið hoyrdu kallið gjøgnum teir fimm aucatrúboðararnar, ið vórðu dripnir í Equador. Har komu trúboðarar, sum virkaðu í øllum møguligum londum í heiminum, og hesir eggjaðu okkum til at fara út á missiónsmarkina, tí skurðurin er stórur og arbeiðsmenninir fáir.

Men alla tíðina var eg sannførdur um, at Harrin vildi hava meg at fara heim aftur til Føroya at upplýsa og siga skarunum av ungum trúgvandi í Føroyum frá tørvinum og neyðini úti í heimi, har milliónir, sum ongantíð hava hoyrt gleðiboðskapin, sita í myrkri og deyðaskugga og bíða eftir at onkur skal koma at bera teimum ljós og vón.

So komi eg til:

Brynleif Hansen

Eitt kvøldið á sumri í 1959, tá eg var heima í summarfrí, bankaði á dyrnar í Gøtu, og uttanfyri í regninum stóð ein ungur maður út Fuglafirði. Eg visti hvør hann var, men kendi hann ikki so væl. Hann segði, at hann hevði hoyrt, at eg gekk á bíbliuskúla í Onglandi, og spurdi um eg kundi kanna fyri hann, um hann kundi sleppa á henda skúlan. Eg goymi avskrift av brævinum enn, sum eg skrivaði til David Clifford, stjóra, viðvíkjandi Brynleif. Tað var gaman í, og tá ið Brynleif kom aftur av túri við Sjúrðarberg, har hann sigldi sum fjarritari, fylgdust vit á skúlan, har vit vóru saman í tvey ár.

Tað var skjótt, at hesin eldur festi í hjarta Brynleifs, og hann hevði við tað sama stórar ætlanir um at fara út á missiónsakurin, kanska til Fraklands.

Men Harrin í vísa ráði Sínum leiddi tað so, at hann og Elsa komu til Føroya. Børnini lógu Brynleif á hjarta. Barnalegurnar við Áir byrjaðu í 1965, júst 100 ár eftir at Gamli Sloan kom til Føroya. Og søguna um Zarepta, sum í summar hevur 40 ár á baki, kenna tey flestu væl.

Á barnalegunum við Áir, ungdómslegum og bíbliuskeiðunum í Zarepta var stórur dentur lagdur á missión og trúboðanarvirki. Hetta hevur havt ein veldigan týdning fyri samkomur okkara hesi 40 árini og hevur havt sína stóru ávirkan á bæði børn, ung og vaksin kring alt Føroya land.

Tey 11 árini, ið Brynleif fekk, áðrenn hann læt lív við flúgvaranum í Mykinesi, nýtti hann væl, til signing fyri óteljandi sálir. Og signingin heldur á!

Bíbliuskeiðini og New Tribes

Áðrenn Zarepta varð bygt – frá 1962 til 1967, hildu vit bíbliuskeið ymsastaðni í samkomunum kring landið, á Hafnia og Ebenezer í Havn, á Sjómansheiminum og Betesda í Klaksvík, á Tvøroyri og Vági í Suðuroy. Á hesum bíbliuskeiðum luttóku brøður sum Andrew Sloan, Osvald Kjærbo, Petur Háberg, Elieser Poulsen, Páll á Dul og aðrir. Eisini bjóðaðu vit vinmonnum okkara frá Moorlands, Don Hinchcliffe, David Peckham og øðrum. Tann fyrsti, ið segði okkum frá missiónsfelagsskapinum New Tribes var David Peckham, sum í 1963 hevði verið á skúlanum í USA. Hann legði ómetaliga stóran dent á missiónvirki og ábyrgd okkara í Føroyum at fáa gleðiboðskapin út til ytstu endar jarðarinnar. (Eg segði Davidi frá hesi stevnu, og í gjár fekk eg teldupost frá honum, har hann hjartaliga letur heilsa øllum, sum minnast hann).

Lat meg nú nevna:

Jógvan Purkhús

Jógvan Purkhús las í 1960 eitt brot í blaðnum “Lívi og Læru”, sum Petur Háberg skrivaði um Ísland. Hetta talaði til hjarta hansara. Hann var á tí fyrsta bíbliuskeiðinum á Hafnia í Havn í 1962. Hann fór til Íslands á sumri 1963 at hjálpa til á dreingjalegunum við Ástjørn, og longu árið eftir – í 1964 – búsettist hann á Akureyri og giftist seinni við íslendsku Rósu. Hann hevur virkað øll hesi árini í Íslandi partar av síni tíð og fulla tíð. Nú býr hann í Reykjavík og nýtir alla sína tíð í virkinum í og út frá samkomuni Akrinum í Kópavági.

Óli Jacobsen, Páll Poulsen og Hans Sivertsen

Í januar 1963 fóru tríggir ungir klaksvíkskingar, Óli Jacobsen (á Grømma), Páll Poulsen og Hans Sivertsen til Íslands við tí fyri eyga, at býta traktatir út og vitna fyri

grannafólki okkara, íslendingum. Hesar tríggjar menn hevur Harrin brúkt stórliga í USA, Føroyum, Grønlandi og mongum øðrum londum.

Summarið 1965 høvdu vit trý bíbliuskeið, sum David Peckham luttók í. Har komu Óli og Páll í samband við David, og sama summarið fóru teir báðir, sum fyrstu føroyingar á venjingarskúlan hjá New Tribes. Síðani tá hevur sambandið og samarbeiðið við New Tribes og føroyskar trúboðarar verið óbrotið og framúrskarandi gott.

Óli bleiv verandi í USA og gjørdist ein av ábyrgdarmonnunum í missiónsfelagsskapinum New Tribes.

Páll kenna vit frá Zarepta og Sendiboðnum, men eg má nevna páskaleguna í Zarepta í 1968, sum eisini var ein missiónsstevna, tá ið fyrra kona Páll, Kathie, sang ein sang, sum nam hjørtu okkara djúpt. Øssur Berghamar hevur síðani týtt hann til føroyskt:

Mangastaðni mong ein sál er í ótta og í neyð,
full av angist, uttan Gud og uttan vón.
Teirra andlit merkt av sorg, eftir lætta suffa tey,
teirra hjørtu myrk, og blindað teirra sjón.

Niðurlag: “Eingin brýggjar seg um meg” – milliónir gráta,
“eingin brýggjar seg um meg”, hoyr teirra neyð!
Vilt tú víga lív títt heilt at bera orðið
um tín Frelsara, sum fegin frelsir tey?”

Hans Sivertsen fór á Moorlands bíbliuskúla í 1964 til 1966. Hann kom so aftur til Føroya og bíðaði eftir leiðslu og vilja Harrans við lívi sínum.

Jonna Sivertsen

Jonna, sum seinni gjørdist kona Hans, var nýliga komin til Føroya úr Danmark við tveimum lítlum smádreingjum, tí hon hevði mist mannin í eini syndarligari vanlukku. Jonna var á bíbliuskeiði í 1966 og fór á hávetri við báðum lítlu synum sínum á New Tribes venjingarskúlan sama ár og var har til 1968. Komin heim aftur hittust Hans og Jonna í Zarepta í 1968. Tey giftust í 1969 og fóru til Grønlands sum trúboðarar í 1970, har tey støðugt virka og gera eitt stórt arbeiði.

Tá ið Brynleif Hansen stóð undir børu í Zarepta, kom ein ungur maður og stillaði seg við síðuni av kistu hansara. Hann hevði kent kallið til tænastu Harrans, serstakliga á ungdómsleguni. Nú halgaði hann Harranum lív sítt og fór bert 16 ára gamal í 1971 á New Tribes bíbliu-, venjingar- og málskúla í USA.

Hetta var Símin í Túni, sum er staddur her.

Hann fór í 1975 til Venesuela sum trúboðari. Nøkur ár seinni giftist hann við Daniu. Símin hevur gjørt og ger eitt megnararbeiði og týðir partar av skriftini til parima-málið.

Øssur Berghamar

Øssur og Susan fóru til Danmarkar í 1972 at evangelisera við felagskapinum Operation Josva. Í 1973 byrjaðu tey virkið millum føroyingar í Oxford Allé í Keypmannahavn. Í 1974 varð fyrsta Kristnastova keypt og virkið millum føroyingar hevur hildið fram við stórum framstigi og signingum til dagin í dag.

Óli Steinberg

Óli og Anna seldu húsini í Klaksvík og fóru á New Tribes í 1972. Eg vitjaði tey á skúlanum sama summarið. Tey komu heim aftur í 1975. Óli saman við øðrum ferðaðist hesa tíðina kring samkomurnar til møti, upplýsing um kristniboðsvirki og serstøk børnamøti um vikuskiftini fyri londum heimsins og trúboðarum.

Óli hevur í mong ár virkað í Grønlandi, og tað ger hann støðugt um sumrarnar, tó at hann býr í Føroyum.

Til seinast koma vit til:

70 og 80-árini

Traktatferðir verða gjørdar til grannalond okkara. Hjálparferðir til Eysturevropa byrja. Ung fara við OM felagsskapinum og skipum teirra. Blað- og bókaútgáva, við denti á missión, byrjar.

Og so fara tey! Kavabólturin – so at siga – fer á rull: Ragnar Niclasen, Petur Hansen, Sonni Poulsen, Jógvan Júst Rasmussen, Anna Fuglø, Poul Joensen, Jørundur Hansen, Levi Joensen, o.s.fr. Og her heima: Poul Færø, Símun Pætur á Torkilsheyggi, Svenning av Lofti, John í Skemmuni og mín egni sonur Jógvan og Jan , bróðir! Eg klári ikki at nevna øll í morgun, sum fara í 80-árunum, 90-árunum og 2000-árunum. Tað verður gjørt í kvøld!

Men eftir Bønarløtuni eru tey í dag: 43 hjún, t.e. 86 fólk við 73 børnum og 11 ógift; tilsamans meira enn 170 fólk, sum eru knýtt at Harrans verki; tey allar flestu í fullari tíð og onnur hálva ella part av síni tíð í 20 ymiskum londum kring heimin, Føroyar íroknaðar:

Teiland, Russland, Filipsoyggjar, Guinea, Vesturafrika, Papua Nýguinea, Mongolia, Japan, Venesuela, Turkaland, Meksiko, Rumenia, Senegal, USA, Italia, Bretland, Grønland, Danmark, Ísland, Noreg og Føroyar.

Tað er ein ómetalig signing, framíhjárættur og náði!

Á ungdómsleguni í Zarepta í 1967 legði Harrin Brynleif Hansen á hjarta at biðja eftir at 10 úr Føroyum máttu fara út á missiónsakurin. Stutt áðrenn Júst í Túni doyði, segði hann, at nú var talið fleiri ferðir farið upp um tað, ið Brynleif bað, og at nú ræddist hann, tí hann kláraði ikki at fylgja við! Og nú eru fleiri aftrat farin út, síðani Júst doyði! Men poengið hjá Júst var ikki, at hann ikki vildi hava fleiri trúboðarar at fara út; tvørturímóti, men at saman við framíhjárættinum hjá samkomunum, at síggja trúboðarar fara út, fylgir eisini ein stór og tung ábyrgd, sum hann var ræddur fyri at vit kanska ikki høvdu gjørt okkum greitt!

Saman við hesi gleði, hesum framíhjárætti og heiðuri fylgir eisini ein stór ábyrgd! Latið okkum ikki svíkja okkara ábyrgd!

Á Moorlands bíbliuskúla stóðu Brynleif og eg á einum krossvegi í lívi okkara. Skuldu vit halga Harranum ungu lív okkara ella ikki?

Ein dagin inni á kamari mínum á skúlanum segði eg við Brynleif. “Eg havi gjørt ein nýggja sang, sum eg skal syngja fyri tær!” So tók eg gittarin og setti meg á songarstokkin og sang sangin fyri honum:

Gud, tú gavst tín Son at frelsa meg,
sendi hann til Golgata.
Skuldarfríur har hann sligin varð
fyri meg, ein syndara.

Niðurlag: Er tað satt, tú doyði fyri meg,
at til Golgata tú fórt:
Einki offur, eg kann ofra tær,
Harri Jesus, er ov stórt!

Ábraham var lýðin hinaferð,
sjálvt at ofra tær sín son.
Jesus lýðin gav upp sína sál,
knúst og deyðadømd varð hon.

Jesus, tú teg sjálvan ofraði,
gavst títt besta fyri meg.
Skuldi eg tá ikki givið nú
alt mítt besta fyri teg?

Niðurlag: Tað er satt, tú doyði fyri meg,
út á Golgata tú fórt!
Tí er einki, sum eg ofra kann,
Jesus, fyri teg ov stórt!

Tá ið eg var liðugur at syngja sangin og vendi eg mær á at spyrja, hvussu honum dámdi hann, sá eg tárini renna niður av kinnum hansara.

Jú, vit valdu at ofra Honum okkara lítla besta, og tað hevur ikki verið til fánýtis! Brynleif er nú heima hjá Harranum heima í dýrdini. Og tað eru eisini øll tey eldru, eg havi nevnt í morgun! Ein dag skulu vit øll somul savnast um Harra okkara Jesus og frá Honum fáa løn og gleðast saman, bæði tann, ið hevur sáað, og tann, ið hevur heystað. Og vit skulu prísa Honum og kasta krúnur okkara fyri føtur Hansara, sum eina er verdur og eigur alla dýrd og allan heiður!