Góðu gomlu dagarnir
Les: Sálmur 112:4-9
Rættvísi hansara stendur føst í allar ævir. – Sálmur 112:9
Ein av orsøkunum til at vit kenna okkum eydnuleys tá ið vit eldast, er longsilin eftir teimum ‘góðu, gomlu døgunum’ – tíðini, tá ið heilsustøðan var góð, tá ið vit høvdu fíggjarligt rásarúm, sótu fyri borðendan og høvdu myndugleika og vald. Men tað, ið hoyrir hesum heimi til, heldur sær ikki. Tað er óstøðugt, broytiligt og skiftandi. Sum tíðin fer verður tað tikið frá okkum. Ístaðin fáa vit sjúku, veikleikar og pínu, armóð og einsemi.
Tá ið tað so gerst okkum greitt, at hesin heimur er svikaligur og óútrokniligur – og so er við øllum, sum í honum er – fara vit at leingjast eftir tí, sum hevur varandi virði. Er nakað eftir? Og, um so er, hvar er tað at finna?
Sálmaskaldið skrivaði: “Rættvísi hansara (Guds) stendur føst í allar ævir” (Sálm. 112:9). Hon verður ikki ávirkað av tíð og umstøðum. Einki, sum hendir í hesum heimi, fær gjørt hana til einkis. Hon verður verandi, tá ið lívið og lagnan hava tikið alt annað frá okkum.
Henda rættvísi gerst okkara, tá ið vit koma Gudi nær í trúnni á Jesus Kristus (Róm. 1:17, 3:21-26). Hann er klettur okkara, frelsa okkara, og einasta kelda til sanna og varandi gleði.
“Halleluja! Sælur er tann, ið óttast HARRAN og hevur stóru gleði sína í boðum Hansara”, stendur í Sálmi 112:1.
Jákup Olsen (1900-1977), Jakku í Søldarfirði, lýsir so vakurt tryggleikan og gleðina í Harranum í sanginum niðanfyri:
Elskaður til endan – syng nú, hjarta mítt!
Elskaður av honum, sum gav lívið sítt.
Hjartans heita kærleik allan gav hann tær,
tá ið her á krossi ofraður hann varð.
Elskaður til endan – hvønn ein lívsins dag.
Elskaður til endan – sál mín, ver tí glað!
Eingin dagur kemur, tá tú síggja skalt
fyri tær og tínum Jesu hjarta kalt.
Gjøgnum djúpar dalar, gjøgnum myrka nátt,
gjøgnum tíðir tungar lýsti hetta hátt.
Tá ið vónir brustu, hetta orðið tá
eins og himmalskt balsam legðist hjartað á.
Byrðar kunnu níva, vandar hótta her,
sorgir kunnu tyngja her á tíni ferð.
Eitt tó ikki vikast – sál mín, gloym tað ei:
Harrin, sum teg elskar, broytist ikki, nei!
Orð: Jákup Olsen / NS 746
Gleð teg í Harranum og í Orði Hansara, tí tá finnur tú sanna gleði. Bert Hann gevur ta rættvísi, sum heldur á í allar ævir.
Sálmur 112,4-9:
Hinum sannhjartaða rennur upp ljós í myrkrinum, honum, sum náðigur, miskunnsamur og rættvísur er. /5. Sælur er tann, ið vísir miskunn og lænir; hann heldur søk síni uppi í rættinum; /6. hann vikast ikki í allar ævir, hin rættvísi skal vera í ævigum minni; /7. hann óttast ikki fyri ringum tíðindum, hjarta hansara er støðugt, tað lítur á HARRAN; /8. fast er hjarta hansara og óttaleyst, inntil hann við gleði skoðar fíggindar sínar. /9. Hann stroyddi út, hann gav fátækum; rættvísi hansara stendur føst í allar ævir, horn hansara verður lyft upp við heiður.
David H. Roper / Alexander Samuelsen
© 2006 Our Daily Bread Ministries
Kelda: ebenezer.fo