Netvarp

R7 - Savn

OPEN DOORS: Victor og Shamiriam eru flýggjað úr Iran

Open Doors Føroyar skrivar á Facebook:

Stórtíðindi!

Victor og Shamiriam eru flýggjað úr Iran.

Bert fáar tímar áðrenn Shamiriam skuldi inn at sita, megnaðu hon og maðurin, Victor, at flýggja av landinum, siga keldur hjá Open Doors.

Dóttur teirra, Dabrina, sum er búsitandi í Sveis, vildi ikki, at foreldur hennara, sum nærkast 70, skuldu í Evin fongslið, sum eisini verður kallað “iranska torturhúsið.”

Saman við øðrum, hevur Dabrina miðvíst lagt eina ætlan, at fáa foreldrini úr landinum. Tað var ikki ein løtt avgerð fyri tey at flýggja, sigur Dabrina. Hjarta teirra bløðir fyri fólkinum í Iran. Onkursvegna kenna tey, at tey hava svikið tey, sum sita eftir í kirkju teirra. Tríggir aðrir leiðarar í samkomu teirra eru fongslaðir.

Dabrina greiðir víðari frá, at foreldrini ætla sær inn í landið aftur, skjótast gjørligt. Tey fara áhaldandi at kæra órættvísa dómin, til tey fáa viðhald.

Lat okkum halda á at biðja fyri teimum. Serliga mugu vit biðja fyri, at Gud heldur hond sína yvir teimum, nú tey flýggja fyri lívinum. Biðið eisini fyri samkomu teirra.

Hjálp okkum at hjálpa teimum:
Stuðla á konto 6460-6058169

Mynd: Open Doors Føroyar