Netvarp

R7 - Savn

Kategori: Tíðindi

Jarðarferð – netvarpað

Johan Kirke, Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin 12. november, 85 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Ebenezer fríggjadagin, 19. november kl. 13. Almennu tilmælini verða hildin. Minnisgáva kann latast Vallalíð. Jarðarferðin verður netvarpað. Trýst á reyða knøttin NETVARP her omanfyri....
Read More

Netmøti úr Ebenezer sunnudagin 14. november kl. 12.

Sunnudagin 14. november kl. 12 verða netmøti og -sunnudagsskúli stroymd úr Ebenezer. Fyrra løtan er ætlað teim vaksnu meðan seinna løtan er ætlað børnunum. Jákup Godtfred kemur at tala, og Fríðgerð Mortensen kemur at siga børunum eina søgu. Trýst á reyða knøttin í breddanum ovast....
Read More

Kelduvaðið sunnukvøldið

Sunnukvøldið, 14. nov. kl. 21.00 á radio.fo – FM102 og FM107,1. TALA: Árni Joensen úr Oyndarfirði Evni: “Blóð Kristusar” Orðið: “Prísurin fyri synd” – Gunnleyg Kallsberg lesur. SANGIR í sendingini: Nr. 758 – “Ei eg kenni morgindagin, livi bert ein dag í senn.” Orð: Ira F. Stanphill Týtt: Flóvin...
Read More

Korona netmøti úr Ebenezer sunnukvøldið kl. 19

Um alt var sum tað plagdi, var hesin sunnudagurin verið síðsti dagurin á árligu samfelagsstevnuni, sum samkoman í Ebenezer hevur skipað fyri í nógv ár. Korona støðan gjørdi at ongin samfelagsstevna var í fjør, og tíverri bleiv sama skil í ár. Tað seinasta møtið á stevnuni hevur verið vanliga...
Read More

Samkomuhúsið Hebron í Leirvík liðugt innilokað

Teir seinastu mánaðirnar hevur Articon staðið fyri arbeiðinum at bjálva, klæða og mála samkomubygningin Hebron í Leirvík. Vindeygu og úthurðar eru sett í, og tekjan er flagað. Arbeiðið hevur gingið sum ætlað, skrivar Articon á heimasíðuni. Kelda: vp.fo...
Read More

Kelduvaðið sunnukvøldið

Sending hjá Evangelisku Røddini sunnukvøldið 7. nov. kl. 21.00 á radio.fo – FM102 og FM107,1.Vertur er Jóhan við Neyst. Orðið fyri dagin: “Millummaðurin” – Gunnleyg Kallsberg lesur. Kári Kjelnæs talar – Evni: “Jesus í Getsemane” SANGIR í sendingini: “Teir níggju og níti kendu seg í oyðimørk liva væl.” –...
Read More

Ungdómsmøti netvarpað úr Ebenezer fríggjakvøldið

Fríggjakvøldið kl. 20 netvarpar Evr eitt ungd´ómsmøti úr Ebenezer. Trýst á reyða knøttin ovast. Tey ungu í Ebenezer skriva: Hey tit! Vit harmast um, at ongin samfelagsstevna verður í ár – men hóast umstøður broytast, so er Gud altíð hin sami, og vit kunnu altíð prísa honum, saman ella...
Read More

Einki virksemi í Ebenezer

GEVIÐ GÆTUR: EINKI VIRKSEMI Í EBENEZER – FYRIBILS Landsstýrið kunngjørdi mikudagin, 3. november, nýggj koronutilmæli, sum eru galdandi í 10 dagar – til og við fríggjadagin 12. november. Millum tilmælini er hetta:“Øll tiltøk, har 50 fólk ella fleiri savnast, eiga at verða útsett.” Tí er avgjørt, at einki virksemi...
Read More

Kvinnur við vón – bønaráheitanir

2021 novemberBønaráheitanir – fyriforfylging og fyri fangum Himmalski Faðir, vit biðja um, at Tú skal vera hjá teimum fongslaðu, sum prædikaí Hong Kong. Gev teimum styrki at halda út og dirvi, tá tey eruí vanda. Hjálp teimum at líta á teg og ikki at víkja frásíni trúgv. (Opinberingin 12:11)...
Read More

Christmas Child kl. 14-16 í dag

Christmas Child-eskjur – sunnudagin 31. okt. kl. 14-16 Sjálvt um einki møti og eingin sunnudagsskúli verða, so savna vit kortini skógvaeskjur inn sunnudagin 31. oktober. Ebenezer verður opið millum kl. 14-16, og tá eru tit vælkomin at koma við eskjum til Christmas Child. Kelda: ebenezer.fo...
Read More