Einki virksemi í Ebenezer
Posted On 3. november 2021

GEVIÐ GÆTUR: EINKI VIRKSEMI Í EBENEZER – FYRIBILS
Landsstýrið kunngjørdi mikudagin, 3. november, nýggj koronutilmæli, sum eru galdandi í 10 dagar – til og við fríggjadagin 12. november.
Millum tilmælini er hetta:
“Øll tiltøk, har 50 fólk ella fleiri savnast, eiga at verða útsett.”
Tí er avgjørt, at einki virksemi verður í Ebenezer til og við fríggjadagin, 12. november.
Vit harmast støðuna, men hava avgjørt at fylgja tilmælunum.
Hvussu verður við virkseminum eftir fríggjadagin, 12. november, verður kunnað her á heimasíðuni.
kelda: ebenezer.fo