Netvarp

R7 - Savn

Kvinnur við vón – bønaráheitanir

2021 november
Bønaráheitanir – fyriforfylging og fyri fangum

  1. Himmalski Faðir, vit biðja um, at Tú skal vera hjá teimum fongslaðu, sum prædikaí Hong Kong. Gev teimum styrki at halda út og dirvi, tá tey eruí vanda. Hjálp teimum at líta á teg og ikki at víkja frásíni trúgv. (Opinberingin 12:11)
  2. Harri, styrk tey kristnu skúlabørnini í Svøríki, tí helvtinav teimum verða happað í skúlanum fyri sína trúgv. Máttu lærarar borið seg rætt at móti sínumnæmingum, so at skúlarnir kunnu vera eitt trygt stað, har tey kunnu fáa lærdóm.(Matteus 5:10)
  3. Faðir í Himli, í summum økjum í Indonesia verða kristinforfylgd og hava ikki loyvi at savnast til gudstænastu. Mátti Tín kraft gjørt hesi trúgvandi kristnufør fyri atstandastinn.(Galatiabrævið 5:1)
  4. Faðir í Himli, hjálp teimum trúgvandi kristnu í Danmark at halda fast við Guds Orð, eisini tá ið teirra bíbilsku sannføringar víkja frá ráðandi almennu meiningini og av mongum verða hildnar at vera víðgongdar. (Ápostlasøgan 2:42)
  5. Gud, takk fyri, at kristnir bólkar í Uruguay vitja í fongslum fyri at lesa úr Bíbliuni og syngja fyri teimum, sum eru settí fongsul. Lat upp sinnini á fangunum, so at teir koma at skilja Títt Orð og líta á Teg. (Lukas 24:45)
  6. Harri, vit biðja fyri teimum í Nepal, sum verða forfylgd av sínum familjum,av tí at tey trúgva á Kristus.Góði Gud, verj eisini samkomurnarog teirra limir, sum verða ákærdarfyri at spjaðakoronavirus. (Matteus 10:22)
  7. Harri, vit biðja fyri flóttafólkunum í Týsklandi, nógv av teimum liva í torførum umstøðum. Máttu tey verið góðtikin í týska samfelagnum sum javnsettir borgarar har og fingið verju og stuðul frá týskum kristnum felagsskapum. (3. Mósebók 19:34)
  8. Góði Gud, í Vietnam eru so nógv svong og tørvandi fólk beint nú. Ávirka Tú hjørtuni á Tínum fólki til at hjálpa teimum. (Matteus 25:35)
  9. Portugal hevur eitt tað hægsta prosent tal av kvinnum í fongsli í Europa. Harri, gev, at hesar kvinnur koma at kenna Jesus gjøgnum kristniboðan og –tænastur í fongslunum,ogat tærfáa møguleika til at hoyra Kvinnur við vónsendingarnar. (Jóhannesev.8:36)
  10. Harri, verj kvinnur og gentur í Liberia. Um maðurin hjá einari kvinnu doyr, verður hon tvingað til at gifta seg við beiggja hansara. Ger hon ikki tað, verður hon koyrd út og fær einki við sær. (Jákupsbræv 1:27)
  11. Faðir í Himli, styrk evangelisk trúgvandi kristin í Serbia, sum viðhvørt verða spottaðav siðbundnu kirkjunum har. Halt teimum uppi við høgru hond Tíni, ugga tey í neyðini og veiteinleika í samkomu Tínari.(Esaias 41:10)
  12. Himmalski Faðir, latfangarnará Filipsoyggjunum kenna Tín stóra kærleika ígjøgnum gudstænasturnar í kapellunum í fongslunum og koma at kenna Teg sum sín persónligaFrelsara og Harra.Vit biðja eisini fyri teirra tryggleika og verju fyri sjúku við tað, at tað er sera trongligt og yvirfylt í fongslunum. (Rómbrævið 1:16-17)
  13. Faðir í Himli, vit biðja fyri Adivasi minniluta ættarbólkinum av upprunafólkinum í India. Tey verða ofta kúgað og falskt ákærd,serstakliga um tey eru trúgvandi kristin.(Sálmur82:2-4)
  14. Góði Gud, ger útvegir til at fleiri trúgvandi kristnir prestar gerast tøkir til at prædika og gera tænastu fyri fangunum í Fraklandi. Máttu fangarnir verið loystir frá synd við Tínum Orði. (Esaias 61:1)
  15. Harri, tað er krevjandi og hart at vera trúgvandi kristin í Norður Kaukasus. Nógv trúgvandi eruburturvístog gjørd ognarleys av sínum familjum. Harri, hjálp teimum, sum trúgva á Teg at finna onnur, sum kunnu vera sum nýggj familja fyri tey. (Markus 13:13)
  16. Himmalski Faðir, vit biðja fyri fangunum í Bonaire (Niðurlendskhjálandaoyggj íAntillunum í Karibiska havinum),at fangarnir skulu vita, at Tú elskar teir høgt, so at teir ynskja at taka ímóti Kristusi. (Efesusbrævið2:4-5)
  17. Almáttugi Harri og Gud,styrk ung fólk í Rumenia, so at tey eru støðuføstog tosa um sína trúgv, sjálvt um vinirnirvenda sær frá teimum. (1. Pætursbræv 3:15)
  18. Harri, vit prísa tær, at trúgvandi kristin, sum verða sett í fongsul í Suðurkorea,boða Kristus í fongslunum. Máttu tey kent Tína nærveru, Gud, og vitað, at Tú ert altíð hjá teimum, hóast tey eru í fongsli og skild frá familjum og vinum sínum. (Sálmur 69:33-34)
  19. Faðir í Himli, vit biðja, at tað fátal av kristnum í japanska fólkatalinum ikki skal kenna seg sum fremmandagjørd og einsom, men at tey mugu vitna djarvt fyriKristus og ikki missa mótið.(2. Korintbræv 4:8-9)
  20. Himmalski Faðir, vit biðja fyri kristniboðtænastuni í Estremera fongslinum í Spania. Gev at báði menn og kvinnur koma atfatafrelsuboðskapinog verða sannførd um frelsu við kunnleikanumumJesus Kristus. (Jóhannes ev. 14:6)
  21. Kæri Faðir í Himli, vísTína undurfullufrelsugávu í hvørjum einstøkum av teimum fongslaðu, sum taka lut í TWR Kvinnur við vónmøtunum í Buen Pastor fongslinum í Paraguay. (Ápostlasøgan 4:12)
  22. Faðir í Himli, vit biðja um Tína verju og grøðing yvir Etiopia og teir mongu ættarbólkarnar har. Ger, at tey liva saman í friði og einleika og ikki verða órógvað og atsøkt av ávirkanum uttanífrá,sum royna at skilja hesa tjóð sundur og seta split millum fólkini, sum har búgva.
  23. Harri, vit biðja fyri tí andaliga verki, sum fer fram í fongslum í Finnlandi. Styrk Tú starvsfólkið oggev teimumførleika, sum arbeiða við kvinnuligu fangunum, og gev,at Tín kærleiki nærinn í hjørtuni á teimum, sum sita í fongsli og gera bót fyri sínar dómar.
  24. Gud, troysta trúgvandi kristiní Indonesia, har familjan forfylgir tey fyri teirra trúgv. Summi verða enntá skild frá sínum børnum, men einki kann skilja tey frá Tínum kærleika. (Rómbrævið 8:38-39)
  25. Gud, vit eru takksom fyri trúarfrælsi í Europa. Máttu vit, sum kunnu gleðast um hetta frælsi verið takksom, men eisini mintst til okkara forfylgdu brøður og systrar, sum ikki hava somu umstøður. (Rómbrævið 12:15)
  26. Harri, vit biðja fyri kvinnum og gentum í Liberia, sum eru settar í fongsul fyri brotsgerðir, sum tær ikki hava gjørt.Góði Gud, fría tær út og gev teimum frælsi. (Sálmur 146:7)
  27. Miskunnsami Gud, vit biðja um endurmenning fyrifongslaðarkvinnurí India. Einans Tú kann geva teimum grøðing og endurreisn, tá tær møta andstygd,tí at tærhava veriðífongsli.(Sálmur68:6).
  28. Himmalski Faðir,signa fongsuls kristniboðanartænastuna Rock of Ages (ÆvigiKlettur) í Rumenia. Tá Títt Orð verður boðað, gev at nógvir fangar venda sær til Gud og verða settir í frælsi. (Hebr. 4:12)
  29. Góði Gud, set mót og stimbur í teir kristniboðtænarar, sum boða evangeliið um Jesus fyri fangum í Japan. Máttu fangarnir sett síttálit á at finna frælsi í Kristusiviðattrúgva á Teg.(Galatiabrævið 5:1)
  30. Faðir í Himli, hjálp okkum at fyrigevateimum, sum søkja at og forfylgja Tínum tænarum. “Men Eg sigi tykkum, elskiðfíggindar tykkara … og biðiðfyri teimum, sum forfylgja tykkum” (Matteus 5:44).


    ”Høvuðsstuðulin undir øllum kristiligum arbeiði er bøn”

    (Eeva Vӓhӓsarja)

    SØGA UM VÓN Eftir Esther ChenGraciela*
    er ein av fangunum í Buen Pastor kvinnufongslinum í Asunción í Paraguay.
    Hon hevur tað ikki lætt har. Hon greiddi soleiðis frá:
    “Orsakað av brotsgerðini, sum eg framdi, vístu hinar kvinnurnar meg frá sær. Mín dómur var 22 long ár handan fongsulsrimarnar.

    Í míni langtan eftir at árini skuldu fáa enda var eg sera iðrunarsom. Í mínum einsemi hugsaði eg, at eg hevði mist alt og ætlaði at gera sjálvmorð.
    ”Men so ein dagin varð Graciela boðin at koma til TWRKvinnur við vónbólkin mánamorgun inni í fongslinum. Hon tók av tilboðnum og gjørdi av at fara.
    Eftir tann dagin var lívið hjá Gracielu fullkomiliga broytt.
    Hon segði: “Vit gjørdu handarbeiði –eg havi enn tað fyrsta handverkið, sum eg gjørdi. Men av størri týdningi var tað, at eg hoyrdi evangeliið og fór at lesa í Bíbliuni.
    Alt hetta fekk meg at gloyma alt um sjálvmorð.”Graciela takkar TWR Kvinnur við vónfyri at virka fyri og føra til, at hennara lív varð broytt. Hóast hon enn er í fongsli, hevur hon eina kenslu av vón, tí at umsorgan hevur verið fyri hennara andaliga tørvi.
    Hóskandi at siga, í hesum fongslinum við navninum, sum merkir Góði Hirðin, upplivir Graciela tað, sum Jesus segði í Jóhannes evangelium 21, tá ið Hann biður Pætur taka sær av Sínum seyði.“Tað er tað, sum TWR Kvinnur við vónhevur gjørt fyri okkum í fongslinum, “ segði Graciela. Tær biðja við okkum og geva okkum orð um lív og vón.”Í fleiri ár hevur TWR Kvinnur við vóntoymið borið hesum fangunum boðskapin um evangeliið einaferð um vikuna. . Umframt at evangeliið verður boriðfram á møtunum, evnað tær eisini til listahandverk, sum kvinnurnar kunnu selja. TWR Kvinnur við vón starvsfólkið hava ætlanir um at læra fangarnar nýggj handverk so sum seyming og hárfríðkan, sum tær kunnu nýta eftir at tær eru latnar leysar. Sum eittúrslit av kristniboðtænastuni hjá TWR Kvinnur við vón hava kvinnur í hundraðtali eins og Graciela vent sær til Kristus í fongslinum.‘Dulnevni av trygdarávum.