Zacharias Hammer farin heim til Harran
Í morgun, tann 9. juni, komu boð um, at Zacharias Hammer er deyður.
Zacharias var lærari, men er uttan iva mest kendur fyri sínar sjónvarpssendingar. Fyrst fyri sínar barnasendingar í 1980’unum, ið fleiri vilja vera við eru tað besta tilfarið til børn, sum Kringvarpið nakrantíð hevur framleitt. Síðani fyri sínar mentanarsendingar, har hann ferðaðist kring alt Føroya land, og var við fjallmonnum, eins og fyri dokumentarsendingarnar frá sjólívinum, bæði til børn og vaksin, harav onkur hevur verið sýnd fyri fullum salum á eitt nú Torradøgunum í Klaksvík fyrr í ár.
Zacharias Hammer varð í 2001 heiðraður við virðisløn M. A. Jacobsens. Hann var 68-ára gamal, nú hansara fjørður var rógvin.
Kelda: Norðlýsið – www.nordlysid.fo