Netvarp

R7 - Savn

World watch list 2021

Á hvørjum ári ger Open Doors ein lista yvir tey 50 londini í heiminum, har forfylgingin móti kristnum er størst. Hesin listi verður kallaður World Watch List.

Í dag varð World Watch List fyri 2021 almannakunngjørdur. Tølini vísa, at meira enn 340 mió. kristin verða forfylgd. Forfylgingin hevur ongantíð áður verið so stór. Norðurkorea liggur aftur ovast á listanum. Norðurkorea hevur ligið ovast í 20 ár. Nigeria er tað einasta nýggja landið á top 10. Orsøkin er, at militantir islamistar stýra norðara parti av landinum. 3500 kristin vórðu dripin í Nigeria í 2020. Á myndini sært tú listan yvir londini, har forfylgingin er størst.

Síggj allan listan við at trýsta á leinkjuna:
https://www.opendoors.dk/world-watch-list-2021

Open Doors er ein felagsskapur ið stuðlar forfylgdum kristnum í londum, har tað er stór forfylging móti kristnum minnilutum.

Kelda: Facebook hjá Open Doors Føroyar