Netvarp

R7 - Savn

Tvær útgávur afturat á Spotify og Apple Music v.m.

Tvær útgávur hjá M. C. Restorff eru komnar á Spotify, Apple Music og YouTube Music.

Nýtt og gott gamalt kom út í 1994 og er ein savnsfløga við eldri løgum hjá Nikodemussangbólkinum saman við løgum ið vóru innspæld til hesa útgávuna. Fleiri ymiskir sangarar eru við og millum løgini kunnu nevnast Føroyingar, Summarið við tær og Náðin frá tær.

Sálmar og sangir í nýggjum búna kom út í 1998 og her vóru eisini fleiri luttakarar við. Millum løgini kunnu nevnast Heldur akker títt, Bert ein dag og Enn nakrar tungar gøtur.