Tónaskald og yrkjari fyllir 80
Jóannes Hansen skrivar:
Á runda føðingardegnum bar føðingardagsbarnið boðskap fram í Kristnastovu, sum hann saman við konuni fór undir fyri 49 árum síðani
Í dag (13. februar 2022) fyllir Øssur Berghamar í Keypmannahavn 80 ár. Tað var í 1973, at hann saman við konuni Susan fór undir kristiliga og sosiala verkið í Kristnastovu á Amager. Fyrstu árini búðu tey saman við synunum Andrew og Kristin Filip í Kristnastovu. Nú búgva tey í Ganløse. Eldri sonurin býr í grannalagnum, og tann yngri býr í Jyllandi.
Fyri arbeiðið millum føroyingar í Keypmannahavn og Danmark og at vitja føroyingar á Ríkissjúkrahúsinum og øðrum sjúkrahúsum í høvuðsstaðarøkinum og á Hotel Tórshavn varð Øssur í 2018 av Miðlahúsinum og eftir uppskoti frá lesarunum kosin at vera ársins føroyingur.
Hóast hann nú hevur rokkið kempualdri, er Øssur framvegis væl fyri og knýttur at verkinum í Kristnastovu. Á 80 ára føðingardegnum bar hann eitt orð fram á møtinum í Kristnastovu, har Susan skipaði fyri, at tey, ið eru á møti, verða bjóðað til ábit og lagkøku.
Øssur Berghamar hevur yrkt og týtt nógvar sangir og kór, og í sangbókini hjá brøðrasamkomunum – Nýggja Sangbók Guds Fólks – ið kom út í 2015, eru 87 sangir, sum Øssur hevur yrkt ella umsett. Umframt sangirnar, sum hann hevur yrkt, hevur Øssur eisini sett lag til aðrar sangir.
Á heimasíðuni berghamar.com, eru sangirnir at finna, og har ber til at lesa søguna um teir.
Millum perlurnar eru:
Eg ynski at tæna Jesusi
Endurloyst og glað
Jesus, eg takki tær fyri
Kristus frelsir til fulnar
Kvirra um fjøll og fløtur
Latið lovsangin ljóða
Lívsins land
Loðsur tú ver mær
Nú er summartíðin gylta
So mangt er mær dult
Spyr Harran fyrst
Sum Kristi samkoma
Summartíðin gylta
Tað er so ymiskt sum lív várt er lagað
Várið er komið
Vit fingu lív
Vit siga tær takk
Jóannes Hansen
13.02.2022 (11:10)