Netvarp

R7 - Savn

Tí frelsarin nú føddur er – jólakonsert í Ebenezer sunnukvøldið kl. 18.

Jólakonsertin ið skuldi vera leygarkvøldið bleiv útsett til sunnukvøldið kl. 18.

Umframt Ebenezerkórið, luttaka Regin Guttesen, Maria á Lakjuni og Sigrun av Reyni.

Eftir konsertina uml. kl. 19.30 er opið hús í Ebenezer.

Vit vóna at síggja nógv fólk, bæði til konsertina og at nógv støkka inn á gólvið til ein kaffimunn og jólahugna eftir konsertina.

Jólakonsertin verður stroymd á youtube-rásini hjá Evangelisku røddini og verða partar sendir í útvarpinum hjá Kringvarpinum um j´ólahøgtíðina.

Kelda: Ebenezer.fo