Sunnudagin byrja møtini og sunnudagsskúlin aftur
Samkoman í Betesda boðar frá, at komandi sunnudag, 23. januar 2022, verður byrjað aftur við vanliga virkseminum sunnudag, sum er breyðbróting, sunnudagsskúli og evangeliskt møti.
Seinastu vikurnar er virksemið í samfelagnum sum heild latið alsamt meir upp, og myndugleikarnir hava stigvíst linkað tilráðingarnar.
Tað er í tráð við hesa gongd, at leiðslan fyri Betesda nú hevur tikið avgerð um, at frá og við komandi sunnudegi verður byrjað aftur við møtunum og sunnudagsskúlanum.
Sostatt verða vikuligu møtini í Betesda nú hesi:
Sunnudag: Kl. 11:00 Breyðbróting
Sunnudag: Kl. 12:30 Sunnudagsskúli
Sunnukvøld: Kl. 18:00 Evangeliskt møti
Mánakvøld: Kl. 20:00 Bønarmøti
Mikukvøld: Kl. 20:00 Uppbyggingarmøti
Hóskvøld: Kl. 20:00 Ungdómsmøti
Leygarkvøld: Kl. 21:00 Opið hús
Tiltøkini verða framhaldandi hildin í tráð við almennu tilráðingarnar. Mint verður á at halda frástøðu og handreinføri.
Kelda: vp.fo