Netvarp

R7 - Savn

Suðuroy

Vágs kirkja skipar fyri tiltaki nú fríggjakvøldið, nú Føroyaleikirnir og Kirvi Føroya Sunnasta 1/2-marathon eru í Vági.

Nógv tiltøk eru á skrá fyri komandi dagarnar og í hesum sambandi er Vágs kirkja karmur um hugnaliga løtu, har fuglfirðingurin í Leirvík og maðurin handan mongu sangleikirnar í Mentunarhúsinum í Fuglafirði, Bárður á Lakjuni fer at syngja og greiða frá.

Bárður á Lakjuni er kendur sum partur av bólkinum T.O.S, ið bæði hevur spælt kring landið og givið ymiskt út. Men Bárður hevur eisini latið úr hondum egna fløgu, Lívsins dansur í 2020.

Til aftankvirruna fríggjakvøldið kl. 20.30 í Vágs kirkju fer Bárður at syngja sangirnar á útgávuni, ið hava verið nógv at hoyra í loftmiðlunum – eitt nú ”Eg, uttan teg”, ”Lívsins dansur” og ”Fóður hevur fylgjur”.

Umframt hini løgini á úgávuni, verður eisini annað tilfar hjá Bárði at hoyra – bæði sangir og upplestur.