Netvarp

R7 - Savn

Sangfagnaðurin í Ebenezer netvarpaður

Afturvendandi sangfagnaðurin í Ebenezer á kvøldi 27. juli kl. 19 verður í ár netvarpaður á youtube rásini hjá evangelisku røddini. Trýst á reyða “Netvarp” knøttin á framsíðuni. Leinkja verður eisini løgd á heimasíðuna hjá Ebenezer.

Luttøku frá m.a. Magna Christiansen, Heine Lutzen og Svein í Prestgarði, Sámal Hanni og Krista Lognberg, Tey á Váli og unga kvinna Anna Lovisa Mýri.

Harmonikuvinir við teirra 10-15 harmonikum fara at seta dám á sangkvøldið við at spæla eina góða løtu áðrenn kl. 19.00 – umframt at spæla til allar felagssangirnar, sum verða stuðlaðir av manskórinum.

Endað verður við tjóðsanginum.