Netvarp

R7 - Savn

Samfelagsstevna í Vági á hvítusunnu 2022

Um Gud vil skipar samkoman í Bethel fyri samfelagsstevnu í Vági á Hvítusunnu.
Undir heitinum:

Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr, … Róm.1:16

Byrjað verður í Bethel  fríggjakvøldið 3. juni kl. 20 við bønarmøti.

Leygarkvøldið og Hvítusunnudag verða møtini í Ítróttarhøllini.

Tað verða bæði uppbyggingar – og evangelisk møtir. Barnamøti verður hvítusunnudag í VB-húsinum. Millum møtini Hvítusunnudag verður nátturði í Høllini. Ymisk sangluttøka

Eisini fara tey ungu at hava Ungdómsmøti í Bethel leygarkvøldið og hvítusunnudag.

Møtini 2. hvítusunnudag verða í Bethel.

Skráin er hendan:

Fríggjakvøldið       kl. 20:00     Bønarmøti í Bethel

Leygardagin           kl. 10:00     Uppbyggingarmøti í Bethel         

                                 kl. 20:00   Evangeliskt møti í Ítróttarhøllini 

Hvítusunnudag      kl. 10:00     Breyðbróting í Ítróttarhøllini

                                kl. 16:00     Uppbyggingarmøti í Ítróttarhøllini

                                kl. 16:00     Barnamøti í VB-Húsinum

                                                    Nátturði

                                 kl. 19.00     Evangeliskt møti í Ítróttarhøllini

2.Hvítusunnudag    kl. 15.00     Uppbyggingarmøti í Bethel – Barnaansing í niðara sali     

                                 kl. 20.00     Evangeliskt møti í Bethel

Ungdómsmøtir verða í Bethel:

Leygarkvøldið og Hvítusunnudag kl. 22.30

Ymisk sangluttøka

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Samkoman í Bethel