Samfelagsstevna í Klaksvík á Hvítusunnu 2025
Samkoman í Betesda bjóðar til samfelagsstevnu í Klaksvík á Hvítusunnu, 6. – 9. juni 2025.
Kæru náðisystkin. Meðan heimurin gerst alsamt meir merktur av ótryggleika, kunnu vit hvíla í æviga tryggleika Guds barna og trúfesti HARRANS, sum vit verða mint um í Hebr. 10:19-25, har tað stendur:
”Við tað at vit nú, brøður, í blóði Jesusar hava dirvi at fara inn í halgidómin, sum Hann vígdi okkum nýggjan og livandi veg til gjøgnum forhangið – tað er hold Hansara – og við tað at vit hava stóran prest yvir húsi Guds, so latið okkum stíga fram við sonnum hjarta, í fullari trúarvissu, við hjørtum, ið reinsað eru frá ringari samvitsku, og likamum, ið tváað eru við reinum vatni! Latið okkum halda óvikiliga fast við játting vónar okkara – tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið! Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum – og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!”
Á hesum ævigt trygga grundarlag bjóða vit tykkum við takksemi og vón til samfelagsmøtir her í Klaksvík
á hvítsunnu, sum verða hildin frá fríggjakvøldi 6. juni til 2. hvítusunnudag, 9. juni.
Tá møtini nærkast, fara vit at kunna nærri um skránna, sum fevnir um luttakarar úr flestu pørtum av
landinum. Eisini gleðast vit um, at Siloakórið, Ebenezerkórið og Betesdakórið eru partur av skránni.
Fyrstu samfelagsmøtini her heima vórðu hildin í Klaksvík á jólum 1924, so nú vit aftur bjóða til samfelags-
møtir, er ein heil øld runnin! Tá vóru tey fáment, men enn sum áður minnir skriftin okkum á, at samkoman er ábyrgd hjá okkum øllum! Latið okkum halda óvikiliga fast við játting vónar okkara, og latið okkum saman kunngera hin nýggja og livandi vegin til æviga frelsu í blóði Jesusar – tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið.
Byrjað verður við bønarmøti í Betesda fríggjakvøldið kl. 20:00, og so verður flutt niðan í Badmintonhøllina,
har skráin fyri møti og tiltøk er henda:
- Leygardagin verða møti kl. 15:00 og kl. 19:00, og frá kl. 21:30 verður ungdómsmøti og opið hús
- Hvítusunnudag verður breyðbróting kl. 11:00, har innsavningin fer til Juvel II og Malta í Hirtshals,
sunnudagsskúli kl. 12:30, møti kl. 15:00 og kl. 19:00, og frá kl. 21:30 verður ungdómsmøti og opið hús - 2. hvítusunnudag verður eitt serstakt møti kl. 11:00. Møti verður aftur seinnapartin kl. 16:00 áðrenn
tann stóra felags nátturðan, og so enda samfelagsmøtini við tí seinasta møtinum kl. 19:00
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll – bæði børn, ung, tilkomin og eldri – og barnafamiljurnar skulu ikki
halda seg aftur, tí meðan møtini verða í Badmintonhøllini, kunnu børnini spæla og hugna sær í KÍ-høllini.
Hjartaliga vælkomin á samfelagsstevnu, har vit bæði kunnu fáa andaliga føði og njóta samfelag okkara.
Við bróðurheilsan
Vegna samkomuna í Betesda
Jóhan við Neyst, Kjartan Simonsen, Jógvan Páll Steinberg,
Dávur Johannesen, Steinbjørn O. Jacobsen og John Færø