Rumenia 2024 – samandráttur
![](https://evr.fo/wp-content/uploads/2024/12/PJD-rumenia-samandrattur.jpg)
RUMENIA 2024
– samandráttur, ferðin 11 – 18 nov.
Tað er eingin loyna, at Birgir Andreassen í Havn hevur eitt serligt hjarta fyri Rumenia, hetta síðan 1993, tá hann fyrstu ferð vitjaði har. Ferðin í 1993 gjørdist eitt sjónligt vendipunkt í hansara lívi til eina tænastu, sum hann við heilum hjarta hevur røktað til lítar síðani tá, hóast maðurin eisini er ein tungt vigandi vinnulívspersónligheit í høvuðsstaðnum. Leggjast kann afturat, at Elsebeth, kona Birgir, hevur roynst honum í Rumeniaarbeiðinum ein sannur stuðul og hansara trygga bakland – Harrin eigur æruna fyri hetta!
Nevndu vitjanir í Rumenia til dagin í dag eru fleiri enn 50 í tali, og aftur í ár, í døgunum 11. november til 18. november, hevur verið vitjað í hesum landi, sum vit her í Føroyum kunnu kallað heimlandið hjá Richard Wurmbrand.
Tað eru Birgir Andreassen, Svenning av Lofti og Poul Jóhan Djurhuus, sum hava vitjað í Rumenia. Talan er um tvey støð, nevniliga býurin URICANI, har barnaheimið Betania liggur, og síðani í býnum TURGU JIU, har eitt Zigoynarasamfelag er, sum telur fleiri túsund fólk. Uricani og Turgu Jiu liggja 1 ½ koyritíma frá hvørjum øðrum.
Tá harðrenda einaræðisstýrið hjá Chausescu fall vórðu landamørkini latin upp í Rumenia, og fólk úr Vesturheiminum sóu fátæktina og stóru neyðina í landinum, og tað serliga millum børnini. Í kjalarvørrinum av hesum vórðu tað fleiri kristin barnaheim, sum vórðu sett á stovn ymsastaðni í Rumenia.
BARNAHEIMIÐ BETANIA
Tað er í hesum høpinum, at Barnaheimið Betania í Uricani gerst ein veruleiki. Tað var longu í byrjanarstøðinum, at føroyingar komu í samband við nevnda barnaheim, og hava verið ein berandi stuðul bæði fíggjarliga og á annan hátt til dagin í dag. Tað eru hjúnini Kristian og Maria, sum eru leiðarahjún, og hava verið tað í mong ár.
Tey fyrstu árini, sum hevur verið í nýtiárunum, tá føroyingar vitjaðu har, vóru tað børn, sum vóru undir skúlaldur og í skúlaaldri. Fleiri av hesum búgva enn á heiminum, sum merkir, at í dag eru hesi ein ungdómsflokkur, uml. 20 ára gomul, hvørs einasta heim er Barnaheimið BETANIA. Talan er um børn og ung, sum ikki hava havt eina góða og trygga familjubakgrund, sum hava búð størsta partin av teirra lívi á Barnaheiminum. At tað eru tannáringar av báðum kynum, sum búgva á heiminum í dag, er sjálvsagt ein serlig avbjóðing hjá leiðarahjúnunum.
Vit savnaðu børnini og ungdómin á heiminum til eitt møti, har tað varð sungið og talað. Stórt renoveringsarbeiði hevur verið framt á heiminum seinastu tíðina og sum framvegis er í gongd.
Any og Arne Magnussen úr Klaksvík vóru fyrstu føroyingar, sum vitjaðu barnaheimi, og tey tóku heimi til sítt hjarta.
Tað varð ikki bert vitjað á umtalaða barnaheimi, men eisini var vitjað inni hjá fleiri treingjandi familjum, sum eru gamlir kenningar frá undanfarnu árum. Eisini var bjóða til evangeliskt møti í eini samkomu í Uricani, har væl av fólki møtti upp, og sálir komu til trúgv.
TURGU JIU
Fríggjadagin var vitjanin í Uricani liðug, og nú gekk leiðin til Turgu Jiu, sum liggur 1½ koyritíma frá Uricani. Tulkurin Alina kom við okkum til Turgu Jiu. Vit steðgaðu á í bygdini Vulcani, har vit vitjaðu hjá eini barnaríkari og ógvuliga fátækari familju, sum vit vitjaðu fyri 7-8 árum síðani. Høvdu eina stutta andakt, har tað varð greitt frá evangeliinum og ein bøn varð biðin fyri familjuni. Børnini fingu hvør sín pakka, tá vit fóru avstað. Stuttligt at síggja hvussu tey lýstu upp, tá tey fingu pakkan í hondina.
Hendan familjan hevur serligar avbjóðingar fyri framman. Ein sonur, sum í dag er vaksin tannáringur, kom í vánaligt vinarlag og gjørdist sekur í brotsgerð, sum kostaði honum fongsulsdóm í fleiri ár. Vit minnast hendan drongin frá vitjanum áður, tá hann var ein fittur og sakleysur smádrongur. Vit hava sett okkum í samband við missiónina Rescue Mission, sum vitjar fongsli, har drongurin situr. Teir fara at royna at fáa samband við drongin.
MIHAI, LEÐARIN Í ZIGOYNARASAMFELAGNUM
Komu til Turgu Jiu seinnapartin. Tá vit høvdu hvílt okkum á hotellinum, fóru vit heim til Mihai, sum er tann, ið leiðir samkomuarbeiði millum Zigoynarnar í Turgu Jiu. Tey settu døgurða á borði, og tað er ikki smávegis, sum verður sett á borði. Blíðskapurin er markleysur.
Mihai lýsti av gleði, tá hann sá okkum. Tað eru fleiri ár síðani vit hittu hann seinast. Vit hava ikki vitja her síðani Covid19. Hann hevði nógv at greiða frá, m.a. tá Covid19/Corona herjaði í Rumenia. Tá vóru boðini frá myndugleikunum, at bert 8 fólk kunnu vera saman til almenn tiltøk. Mihai hevði ringt við at avmarka virksemi í samkomuni undir Covid19. Hann greiddi okkum frá, at meðan Covid19 leikaði á vórðu ikki færri enn 300 doypt í teirra samkomum.
Løgreglan møtti upp og útskrivaði bøtur upp á 35.000 krónur til hvønn í samkomuni. Mihai greiddi løgregluni frá samkomuarbeiðinum, og bað eina bøn fyri løgreglumonnunum. Tá kúvendu teir og útskrivaðu eina symbolska bót við teirri treyt, at samkoman í framtíðini má biðja fyri teimum og teirra familjum.
Seinni um kvøldi var møti lýst í eini samkomu, har 150 – 200 fólk komu á møti. Í endanum av møtinum kom ein ung kvinna og boygdi síni knø frammanfyri talarstólinum og gav sítt lív til Jesus.
LEYGARDAGURIN OG SUNNUDAGURIN Í TURGU JIU
Allan leygardagin og sunnudagin vóru vit í samkomuni, sum eitur Ebenezer, har Mihai og familjan savnast. Salurin er beint yvirav, har Mihai býr. Leygardagin var ein sokalla kærleiksmáltíð. Seinni um kvøldi vóru evangelistarnir í samkomuni savnaðir, har teir skipaðu seg at fara út til tær nógvu samkomurnar sunnumorgunin. Hetta var ein sera áhugaverd og fyri okkum lærurík løta. Vit fingu høvi at tala til evangelistarnar, og royndu at geva teimum nøkur uppmuntrandi orð við á leiðini.
Sunnudagin vóru vit til breyðbróting um morgunin og evangeliskt møti um kvøldi. Fullsettur salur til bæði møtini, uml. 200 fólk. Upplivdu eisini á hesum møtinum, at nøkur játtaðui trúgv.
Mihai og samverkabrøður hansara hava stórar samkomuætlanir m.a. í Constanta við Svartahavið.
Eftir møti søgdu vit góðum vinum farvæl. Vit undrast yvir hvussu væl Alina orkar hesa uppgávuna, tí hon hevur tulka tríggjar talur í 5 fylgjandi dagar. Alina er ein gáva frá Gudi til tænastuna í Rumenia. Hon var ikki sjálv komin til persónliga trúgv, tá hon byrjaði at tulka fyri Birgir, men undir eini tulking varð hon sterkt ávirka av tí, sum talað var, at tað leiddi seinni til hennara persónligu frelsu. Vit hava havt satt summarveður hesar dagarnar í Rumenia. Fóru úr Vágunum mánadagin 11. november og vóru aftur í Vágunum týsdagin 19. november – ein heilan hóp ríkari við góðum minnum!