Poul Jóhan vitjar í Hirtshals
Poul Jóhan Djurhuus vitjar í Hirtshals í døgunum 19. juli og nakrar dagar fram. Hann verður við til regluligu møtini á Malta, og eisini er ætlanin at vitja fólk í samkomuni, og um møguleiki býðst at vitja umborð á skipunum við lesnaði og hava møti.
Poul Jóhan sigur, at ein føroysk traktat er týtt til danskt, sum kallast VEJEN. Hon er prentað við einum upplagi upp á 1.000 eintøk. Traktatin er ein sera einfaldur evangeliskur boðskapur, sum ætlanin er at fáa býtt út í postkassarnar í Hirtshals. Hann sigur, at tað er torført í hesum tíðum at fáa fatur í evangeliskum traktatum, tí hevur hann latið hesa traktatina prenta. Hann vónar, at hon vil vera til signing og frelsu. Traktatin er ein A5-faldari við fýra síðum.
Meðan Anna og Hans Djurhuus, fyristøðufólk á Malta, eru í Føroyum, koma Oddvør og Eyðun Elttør at loysa av á Malta í tíðarskeiðinum 21. juli og nakrar vikur fram.