Netvarp

R7 - Savn

Peter Maiden farin heim til Harran

Poul Jóhan Djurhuus skrivar:

Týsdagin 14. juli komu deyðsboðini av Peter Maiden, fyrrverandi altjóða leiðara í OM (Operation Mobilisation). Seinasta heyst fekk hann staðfest ógrøðandi krabbamein, og nú tók Harrin tænara sín heim í dýrdina. Hann náddi bert 72 ára aldur.

Peter Maiden var Onglendingur, føddur í norðurenska býnum Carlisle í apríl 1948, har hann eisini vaks upp.

VITJAÐI Í FØROYUM
Peter og konan Win vitjaðu í Føroyum í november 2012, har hann m.a. hevði fleiri seminar í hølunum hjá Dansifrøði í Gundadali í Havn. Hesi seminar vóru væl vitjað. Peter Maiden og Win fingu trý børn, sum hava signað tey við 10 abba- og ommubørnum.

SAMRØÐA ENDURSEND
Kristiliga Sjónvarpsstøðin IKTUS hevði samrøðu við Peter Maiden, tá ið hann vitjaði í 2012. Leiðslan í IKTUS hevur avgjørt at endursenda samrøðuna í hesi vikuni. Tað er Poul Jóhan Djurhuus, sum er vertur. Samrøðan verður tulkað til føroyskt. Vit ynskja, at Peter Maiden, hóast ikki við okkum meira, enn einaferð kann verða til signing og inspiratión.

Samrøðan verður send á sjónvarpsrásini IKTUS leygardagin 25. juli kl. 11:00, kl.16:00, kl.21:00 og sunnunáttina kl.02:00.