Páskamøtir í Hvalba og í Runavík

Um páskirnar eru sum vanligt nógv møtir og tiltøk í samkomum runt um í Føroyum. Sum vant er páskastevna í Eysturoynni og í ár eru møtini í Bylgjuni í Runavík. Samkomurnar í Eysturoynni hava í mong ár í góðum samstarvi skipa fyri hesum møtum, sum uppá skift eru á Kambsdali, á Skála og í Runavík. Skráin fyri møtini í Bylgjuni sæst longur niðri. Fleiri av møtunum vera umsett til enskt og eisini verður teknmálstulking. Byrja verður við bønarmøti skíriskvøld kl. 20, har Niels Pauli Nónstein talar. Ungdómsmøtir vera langa fríggjakvøld og leygarkvøld kl 21.
Eins og í Eysturoynni so hava páskamøtir í nógv ár verið hildin í Suðuroynni, har tey eru uppá skift á Tvøroyri, í Hvalba og í Porkeri. Í ár vera páskamøtini í Roynhøllini í Hvalba. Byrja verður við bønarmøti í Vitninum skíriskvøld kl. 20 og síðani verður hildið fram langa fríggjadag, leygardag og 1. páskadag. Skráin fyri møtini í Hvalba sæst longur niðri. Ungdómsmøtir vera langafríggjakvøld og leygarkvøld kl. 21.
Vón og bøn okkara er at Harrin vælsignar hesi møtir og at tað ið verður borið fram verður børnum Guds til uppbygging og sálum til frelsu.

