Open Doors: World Watch List 2024
Open Doors: Føroyar: Meir enn 365 milliónir kristin í 78 londum forfylgd fyri sína trúgv á Gud. Tað vísir World Watch List 2024 hjá Open Doors.
Í 20 ár var Norðurkorea nummar eitt á World Watch List og uttan iva tað landið, har kristin vóru undir størst trýsti. Í 2022 datt landið niður á annað pláss – ikki tí at støðan var batnað, men tí at Afganistan fór framum á fyrsta pláss, tá ið Taliban tók valdið á sumri í 2021.
Í nógvum londum á World Watch List er forfylgingin av kristnum vaksin. Hvar londini eru á listanum, verður avgjørt av einum stigatali, sum mátar trýstið móti kristnum á seks ymiskum parametrum:
1. Einstaklingar
2. Familjan
3. Kirkjan
4. Staðbundið
5. Um landið
6. Støðið á harðskapinum móti kristnum.
Samlaða stigatalið kann í mesta lagi vera 100 – stigatalið hjá nummar eitt á listanum í ár, Norðurkorea, er 96.
Hvørt ár henda størri ella minni broytingar í stigatalinum hjá hvørjum einstøkum landi. Í ár eru trý lond, har stigatalið er vaksið merkisvert. Tað eru Laos, Algeria og Nikaragua.
Harumframt er ein røð av londum, har stigatalið eisini er vaksið, men ikki líka nógv. Tað snýr seg um Sudan, Oman og Guinea, har harðskapurin móti teimum kristnu er vaksin seinasta árið, eins og Burkina Faso, har vaksandi ávirkanin frá islamistiskum bólkum elvir til størri trýst á serliga kristin við muslimskari bakgrund.
24 januar leggja vit listan framfyri landsstýrið, løgtingið og øðrum. Eftir hetta koma enn fleiri upplýsingar um støðuna kring heimin.
Kelda: Open Doors Føroyar