Netvarp

R7 - Savn

Nýggjur salur í Tasiilaq í Eystur-Grønlandi

Niels og Miriam Vang skriva, m.a.:
Gud hevur nú gjørt tað møguligt, at keypa eini passandi hús í Tasiilaq, sum vit kunnu brúka til samkomusal.
Vit eru so glað og Harranum takksom. Vit hava longu havt bíbliutíma í nýggju samkomuhølunum.


Nú verður lættari og betri pláss, at hava ítriv fyri børn og bíbliutímar hósdag og so ætla vit at byrja at samlast sunnudagar.
Hetta eru spennandi tíðir fyri okkum trúgvandi her.

Niels og Miriam