Netvarp

R7 - Savn

Netvarp úr Ebenezer í dag

Sunnudagur 19. desembur 2021
NETVARP: Miðmøti og sunnudagsskúli kl. 12

Koronustøðan ger, at vit ikki kunnu savnast á møti ella í sunnudagsskúla í Ebenezer sunnudagin 19. desember. MEN vit NETVARPA tó kl. 12.

Kl. 12 verður miðmøti netvarpað.
Tá verður sungið og Richard Schwartson talar.

Umleið kl. 12.30 verður sunnudagsskúli netvarpaður.
Vit fara at syngja sunnudagsskúlasangir, sum Malan á Dul Nielsen og onnur skipa fyri. Hóast vit ikki kunnu savnast í Ebenezer, so kunnu vit sita heima – frammanfyri sjónvarpið – og syngja saman.

Aftaná sigur Eydna Johannesen eina søgu.

Leinkjan til netvarpið verður løgd út í høgra bredda á heimasíðuni umleið kl. 11.50.

Latið okkum fara á miðmøti og í sunnudagsskúla – í fjarstøðu – syngja væl við og lýða væl á.

Sigið øðrum frá netvarpingini.

Kelda: ebenezer.fo

Trýst á reyða knøttin NETVARP her omanfyri!