Luis Palau farin heim til Harran
Heimskendi evangelisturin Luis Palau varð heimkallaður til Harran
hósdagin 11. mars 2021, 86 ára gamal.
Hann var føddur í Argentina í 1934, men síðan hann var umleið 25 ára gamal hevur hann bú í USA.
Í mong ár samstarvaðu Luis Palau og Billy Graham. Í 2007 varð mett, at Luis Palau hevði boðað gleðiboðskapin um Jesus Kristus fyri umleið 25 milliónum menniskjum í 70 londum.
Eitt av hesum 70 londunum eru Føroyar. 15. – 17. apríl 1988 hevði Luis Palau stóra fundarøð í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Høllin var stúgvandi full fríggjakvøld, leygarkvøld og sunnukvøld. Fundirnir vórðu eisini vístir á stórskíggja í Gundadalshøllina, har eisini nógv fólk lýddi á.
Sjónvarpsupptøkur vórðu gjørdar – tilber at síggja tær her.