Netvarp

R7 - Savn

LÍTLA SAMARITAN RADIO – Little Samaritan Radio

Lítla Samaritan Radio sendinetið við 11 sendistøðum røkkur út til alt landið Moldova, partar av Ukraina og eystur Rumenia og ber vón gjøgnum tann góða boðskapin um Jesus Kristus.
Sum er beint nú, er ætlanin at halda fram við hesari nýggju verkætlan, sum mest vendir sær til kvinnur gjøgnum okkara “Kvinnur við vón” sendingar, sum náa út til kvinnuligar lurtarar. “TWR Kvinnur við vón”, er ein tænasta í TWR, sum roynir at geva kvinnum um allan heim og yvir um ættarlið vón í Jesusi.
Ætlanin við hesari tænastu er at útbúgva, eggja og útgera kvinnur til at biðja, lurta, læra, vaksa og geva gjøgnum miðlar. smáar bólkar, sum koma saman, og búnast til leiðslu. Vónandi fer at bera til at halda fram við hesum royndum í tænastuni eisini í Moldova.
Kostnaðurin fyri at varpa út á hesum sendinetinum er 3,200 evrur fyri eitt heilt ár (t.e. slakar 24.000 d. kr.). Beint nú, er tørvur á at finna stuðlar til hesar sendingarnar frá apríl 2021 og frameftir.
Biðið um, at tað skal eydnast at finna stuðlar til hesa verkætlan.

Evangeliska Røddin – EvR – hevur stovnað konto í Betri Banka nr. 9181  000 533 7145, har tað ber til at flyta pening tilskilað til TWR.

Allur stuðul, sum kemur inn á hesa konto fer óskerdur til arbeiðið hjá TWR.

TWR PO Box 12, 82002 Bratislava 22 – Slovakia –– twre@twr.org