Líggjas á Váli 100 ár – sangløta í Ebenezer
Posted On 29. august 2022

Sunnudagin, 4. september kl. 18, verður sangløta í Ebenezer, Tórshavn
Jóannes Hansen hugleiðir um Líggjas á Váli, sála, sum var føddur 3. september 1922, og sostatt hevði fylt 100 í ár. Líggjas andaðist í 1993, 70 ára gamalur.
Sagt verður eisini frá sangunum, hann lat eftir seg.
Sangkórið, Dupultkvartettin, Triple Trio’in og familjan á Váli fara at syngja. Eisini vera felagssangir á skránni.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Sangløtan verður netvarpað av Evangelisku Røddini – reyði knøtturin ovast.
(mynd: Líggjas á Váli, Ólavur á Váli teknaði)